týsdagur 22. juli 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83
ítróttur
ørindi og annað. Men tað er
í heilum, at eg fari avstað við
bilinum, men ikki gevi mær
far um tað, fyrr enn langt
aftaná. Og so liggur sjálv
andi ein bláur lepi undir
viskaranum, tá eg einaferð
komi aftur. Og so hendir tað
seg eisini ofta, at eg kanska
eri farin heim eitt ørindi við
bilinum, men fari avstað
aftur við súkkluni, so bilurin
verður standandi eftir heima
við hús, flennir Gunnar, ið
hevur fleiri súkklur og tí eis
ini viðhvørt kann fløkjast í,
um hann fór við súkklu ella
bili, tá hann er farin onkra
staðni.
Gott at súkkla
Sum sagt, so brúkar hann
nógva tíð á súkkluni, men
aloftast ræður hann sær
sjálvum, tí tað ber jú væl til
at venja, uttan at skula hugsa
um, um onnur skulu við ella
ikki. Men tað er tó ikki altíð,
at tað ber til, tí viðhvørt
venja fleiri saman, og tá er
neyðugt at taka hædd fyri tí.
– Ja, vit hava tríggjar
felags venjingar um vikuna,
og tá má eg sjálvandi møta
upp, tí eg eri venjari. Men
í gerandisdegnum kann eg
onkuntíð avspáka frá ar
beiðsplássinum á Trygging
ini, so eg kann fara avstað í
døgurðatímanum, og onkun
tíð eri eg farin ein sovorðnan
súkklutúr
saman
við
Guðmundi Joensen, sum jú
er fulltíðar íðkari í triathlon
og tí venur mitt um dagin,
sigur Gunnar.
– Eg rokni við, at tað er
nakað, sum gevur okkum
báðum nógv, og fyri meg
kann eg so í øllum førum
siga, at av tí at hann er so
mikið væl fyri, fær ein og
hvør vandur súkklari gott av
at venja saman við honum.
Og hinvegin, so venur hann
annars mestsum altíð einsa
mallur, so tí giti eg bara, at
hann eisini fær gott av at
hava onkran annan súkklara
við sær viðhvørt.
Gunnar Dahl-Olsen er
enn tann dag fegin um, at
hansara áhugi varð kveiktur
fyri súkklingini afturi í 1989,
og hóast hann hevur roynt
annað við, so er tað súkkling
in, ið dámar honum best.
– Súkklingin er blivin
ein lívsstílur hjá mær. Og
tað fantastiska við súkkl
ing er sjálvandi tað, at tú
kanst blíva við, sjálvt um
árini leggjast aftrat, tí tað
kanst tú kanska ikki so væl,
tá talan er um fleiri aðrar
ítróttargreinar. Sjálvt renn
arar kunnu koma hartil, at
kroppurin orkar ikki meira
enn eitt vist, umframt at
renningin kann belasta liðir
og limir í størri mun, enn
súkklingin ger tað. Sjálvur
havi eg eisini íðkað triathlon
til fyri einum trimum ella
fýra árum síðani, men har
segði ryggurin stopp, sigur
hann.
– Tí fái eg ikki so væl
runnið, so eg má nokk heldur
satsað
upp
á
súkkluna.
Tað hevur sum so einki við
aldurin at gera, og eg merki
eisini hetta í rygginum, tá
eg súkkli, men ikki so nógv,
at tað bilar. Sjálvandi kann
tað onkuntíð bremsa mær
eitt lítið sindur, men tó ikki
so, at tað fær meg at setast
niður og siga, at hatta var
tað. Eg kann so eisini ugga
meg við, at súkkling verður
nógv brúkt í sambandi við
endurvenjing og annað, so
um eg haldi mína súkkling
við líka, skuldi bara staðið
væl til, haldi eg.
Eisini sigur Gunnar, at um
tú heldur súkklingina við
líka, so kanst tú blíva við, tí
tá fellur tað lætt, meðan tað
kann verða straks verri, um
ein heldur uppat at súkkla.
– Tað er bara at royna at
halda tað við líka, tí so er tað
lætt. Men skalt tú hinvegin
fylgja við teimum bestu, er
tað hart. Eg klári ikki longur
tað, sum eg kláraði í 1995, tá
eg var upp á tað besta, men
eg kann saktans taka túrin
úr Funningi og niðan á Eiðis
skarð, uttan at tað ger mær
nakað. Heldur ikki klári eg
at fylgja við einum ungum
fýri sum Torkil Veyhe, sum
súkklar við teimum bestu
niðri, men soleiðis eigur tað
vælsaktans bara at vera.
Stóra kappingin
Nú er tað so stóra súkklu
kappingin,
Volvo
Kring
Føroyar, sum er á skránni,
og aftur í ár er Gunnar Dahl-
Olsen bæði við sum súkklari
og fyriskipari. Tað vil siga,
at hann saman við øðrum
hevur verið í gongd síðstu
nógvu mánaðirnar, so alt
skal vera klappað og klárt, tá
teir kanska 35 súkklararnir
fara í gongd við ársins út
gávu av stóru føroysku
súkklukappingini.
– Vit sóu jú upp til altjóða
súkklukappingarnar, so sum
Tour de France, Giro d’Italia
og Vuelta a España, ið eru
tær størstu og kendastu.
Men áðrenn vit fingu gongd
í kappingina kring Føroyar,
vóru vit á stevnum við
Grand Prix-kappingum, har
súkklararnir fingu stig sum
kappróðrarbátar. Vit plagdu
at súkkla so mikið undan
kappróðrinum, at røðarar og
onnur eisini kundu koma at
hyggja, greiðir Gunnar frá.
– Hetta var í fyrru helvt
av 90-unum, og tað vant so
mikið upp á seg, at síðst í
90-unum tóku vit avgerð um
at royna okkara egnu stóru
kapping, sum vardi í fleiri
dagar. Tað bleiv so Statoil
Kring Føroyar, sum hon
hevur itið nógv tey flestu
árini, umframt Effo Kring
Føroyar, og vit skipaðu hesa
kapping eftir sama leisti sum
tær stóru, har vit byrjaðu við
prologi og føraratroyggju,
umframt at vit høvdu bæði
landavegssúkkling, einkult
start
og
býarsúkkling.
Karmarnir vóru fantastiskir
við horntónleiki og øllum
møguligum, so tað var øgiliga
stuttligt at vera partur av.
Kappingin í ár er tann
átjanda í røðini, og síðani
byrjan er tað bara árið í fjør,
sum er farið burtur ímillum,
tí tá var ov nógv av øðrum á
skránni, so sum oyggjaleikir
og annað.
– Sjálvur havi eg havt
ringt við at sleppa tí, men
hangi enn í saman við øðr
um góðum fólk. Vit hava
mist nógvar góðar kreftir,
sum hava hjálpt til, men
vit eru altíð nakrir, sum
royna at skipa so væl fyri,
sum vit kunnu. Í ár spíla
vit okkum so eisini eyka út
við einari longri kapping, tí
hon er farin úr 300 og upp
um kilometrar, tí vit hava
broytt allar teinarnar. Tað
hevur ikki fingið nakran at
hildið seg aftur, men heldur
tvørturímóti, er áhugin av tí
frægasta fyri at vera við í ár,
sigur Gunnar Dahl-Olsen.
– Rógvi Johansen, Bogi
Kristiansen og nú Torkil
Veyhe hava altíð dugað
væl fingið fleiri við sær úr
Danmark, umframt at ís
lendingar eisini hava verið
trúgvir. Men eisini súkklarar
úr bæði Belgia, Hetlandi og
Ynys Môn hava verið við, og
millum annað hava vit frá
belgiskum súkklarum fingið
tað skoðsmál, at okkara
kapping er ein tann best
fyriskipaða, teir nakrantíð
hava verið til. Slíkt fløvar og
er kanska ein orsøk til, at vit
eru fleiri, ið ikki vilja sleppa
tí, men hava hug at vera við
ár eftir ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
profilurin
Mynd: Álvur Haraldsen
Gunnar Dahl-Olsen
Volvo
Kring
Føroyar
2014
23. juli: 110 km landavegsúkkling
Flogvøllurin, Norðskálatunnilin, Toftir, Rituvík, Gøtueiði, Klaksvík,
Haraldssund, Klaksvík (Effostøðin) Startur kl. 16.30
24. juli: 110 km landavegsúkkling
Gundadalur (Effostøðin), Kaldbakstunnilin, Eiðisskarð, Norðskálatunnilin,
Hvalvík, Hósvík, Kollafjørður, Sornfelli Startur kl. 15.00
25. juli: 36 km einkultstartur
Sandur (Effostøðin), Meginskúlin, Effostøðin, Sandabrekkan, Effostøðin
(teinurin verður súkklaður fýra ferðir) Startur kl. 17.30
26. juli: 115 km landavegsúkkling
Tvøroyri (Effostøðin), Fámjin, Hovsegg, Hov, Porkeri, Vágur, Lopra, Sumba
(upp um Hestin báðar vegir), Lopra, Hovsegg, Tvøroyri (tvey umfør á niðara
og ovara vegi) Startur kl. 10.30
27. juli: 90 km landavegsúkkling
Tórshavn (Wenzel á Akranesgøtu), Millum Horna, Gamlarætt, Velbastaður,
økið kring Tekniska Skúla í Havn Startur kl. 14.00