Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Fíggjarmálaráðharri á skeivari kós -413 mió. kr. Hetta gjørdist úrslitið hjá lands­kassanum í 2013, vísir nýggi landsroknskapurin. Fíggj­ ar­lógin fyri 2013 ásettið annars, at úrslitið skuldi gerast -243 mió. kr. Veruliga úrslitið gjørd­ist sostatt 170 mió. kr. verri enn fíggjarlógin. Hartil kem­ur, at áðrenn samgongan tók við í 2011 var úrslit lands­kass­ ans -322 mió. kr., og var tá batnað 2 ár á rað. Men hóast hetta, so letur lands­stýr­ið sum um, at alt gongur sam­bært ætlan. Samgongan økt hallið á hvørjum ári Sum heild manglar sam-gong­ an, enn sum áður, at seta eitt yvirskipað mál fyri okkara land og fólk. Í stað­in eru stig tikin, ið flyta okk-um longur frá sjálv­bjargnis­ kós og er alt, alt ov lítið gjørt við veruligu høvuðs­a­v­bjóðingarnar, ið sam­felag­ið hevur. Hetta, sam­an við skeiva búskap­ar­politikkinum, ger, at landskassin hevur vaksandi hall síðan henda samgongan tók við. Hetta hendir hóast sera nógv viðurskifti eru í før­oyska búskapinum, ið tala fyri, at landið átti at fingið støðugt betri úrslit. • Søguliga stór fram­gongd í uppi­sjóv­ar­vinnu­ni. Hava fingið nýggj milli­arda­virð­ir í føroyska sam­felag­ið. • Søguliga góð gongd í ali­vinnu­ ni. Eina fyritøkan enn­tá yvir 700 mió. kr. í yvir­skoti. • Søguliga lág renta. Har­við søguliga bíligt at lána pen­ing til íløgur og nýtslu. • Sera lágt arbeiðs­loysi. Um landskassin ikki hev­ur yvirskot ella í hvørtfall minkandi hall í hesum døg­um, nær skal tað so verða? Brúka 247 mió. kr. av framtíðar pensjónsskatti árliga Hetta hendir enntá sam­stundis sum samgongan hev­ur tikið nýggjar inn­tøk­ur inn á fíggjarlógina 300- 400 mió. kr. umvegis for­skatt­aðar pensjónir og økt til­feingisgjøld. Hetta eru inn­tøkur, ið ikki vóru á fíggj­ar­lógini tá henda sam­gongan tók við í 2011. Hóast hetta, so er tað eydn­ast samgonguni at økja hall­ið bæði 2012 og í 2013. Veruliga hallið í 2013 er 660 mió. kr. Forskatting av pensjón er ikki ein verulig nýggj inn­tøka. Talan er um inntøku, ið skuldi komið inn so hvørt sum fleiri pensjónistar verða, og so hvørt sum pen­sjón verður rindað út. Men pr. 1. januar 2012 valdi sam­gongan at taka hesar fram­tíðar inntøkur inn nú, og brúka tær beinanvegin. Hetta er inntøka, ið kemur at mangla seinni, tá ætlanin er, at pensjónistar ikki skulu rin­da skatt. Talan er sostatt bert talan um framskundan av gjaldføri hjá landinum. Kann samanberast við, at land­ið tekur lán. Í løtuni fær lands­kassin bæði inntøku frá skatting av pensjón við útgjald (spard upp til og við 31. des. 2011) og frá skatting av pensjón við inngjald (spard upp frá 1. jan. 2012). Skal hall­ið í 2013 kunna saman­ber­ ast við hallið í 2011, áðrenn hen­da samgongan tók við, er tí í minsta lagi neyðugt at taka hædd fyri tí rokning, ið kem­ur seinni. Tá bókaða inn­tøka landsins í 2013 frá fram­tíð­ ar pensjónsskatti var 247 mió. kr., gjørdist “veruliga hallið” í 2013 ikki 413 mió. kr., men 660 mió. kr. Kreativar fíggingar­hættir Men tað at nýta framtíðar pen­ sjóns­skattainntøkur her og nú er ikki einasta “krea­tiva fíggingarhættin”, ið fíggj­ar­ málaráðharrin arbeið­ir við. Hesin mælir eisini til, at farið verður undir fíggjar­liga langtíðarleasing av al­mennum íløgum, har útreiðsl­ ur­nar verða býtt­ar yvir 20 ár, heldur enn rindað verð­ur so hvørt bygt verður. Hav­rann­sóknar­skipið er nýggjasta døm­ið um hetta. Tílíkur leistur bæði dýrkar (eitt nú vegna rentu­útreiðslur og av­kast til privata veitaran) og dylir almennar íløgur, og leggur upp til loysnir, ið fíggjarpolitiskt eru ómeta­liga langt av leið. Land­ið missir lættliga tamar­hald­ið á íløgum sínum, um farið verður undir lang­tíð­ar­leasing heldur enn at rinda fyri hesar, so hvørt bygt verð­ur. Skjótt verða hópurin av íløgum settar í verk, tí tað sær út til, at ”rúm er fyri hes­ um á íløgukarmunum”. Sam­stundis verður landið bundið av útreiðslur til íløgu­na 20-30 ár fram. Hetta av­ markar í stóran mun land­ið í, at nýta íløgurnar sum fíggjarpolitiskt amboð, har ferð verður sett á, tá tørvur er á hesum, og færri íløg­ ur verða gjørdar, tá bú­skap­ur­in er upphitaður. Tílíkar krea­tivar leasing-loysnir eru annars eisini royndar aðra­stað­ni, eitt nú í Farum undir Brix­tofte leiðsluni. Hetta verð­ur staðiliga frámælt. Eisi­ni her er landsstýrið á skeiv­ari kós. Manglandi býti av virðum landsins Vit eru millum heimsins rík­a­stu lond. Málið er, at fáa sum mest vælferð fyri tey ovur­stóru virðir, ið vit hava í landinum. Mest týðandi lið­urin í, at fáa sum mest væl­ferð fyri tey virðir, ið vit hava í samfelagnum er, at tryggja eitt javnt býti av landsins virð­um. Her hevur samgongan valt at ganga beint øvugt. Al­samt færri, eiga alsamt størri part av landsins virðum. Manglandi fiski­vinnu­ný­skipan­ in og um­sit­ing­in av ovurstóra uppi­sjóv­ar­til­feinginum hevur skund­að undir henda ójavna. Og flatskattalættin og pen­sjóns­ forskattingin styrkti henda ójavna munandi. Flat­skatta­lættin minkaði lands­skatta­inntøkurnar 330-340 mió. kr. Men hetta kom bert lítlum parti av føroyingum til góðar. Tí meðan hálønt fingu upp í um 7.000 kr. í mán­að­ar­ligum skattalætta, fingu láglønt netto bert eina stóra pensjónsskattarokning veg­na søguligu stóru hækk­ing­ina av pen­ sjóns­skattinum. Pensjónsskattahækkingin rak­ ar serliga tey við lágum pensjónum hart, tí farið varð frá at skatta vanliga pensjón pro­gressivt við botnfrádrátti (sum løn), til eina 100% flatskattaskipan við 40% flat­ skatti frá fyrstu krónu. Tá umræður kapitalpensjón varð farið frá 35% upp í 40% í pensjónsskatti. Fyri at býta landsins virð­ir betur, og fyri at tryggja fíggjarliga hald­førið hjá føroyska væl­ferðar­ sam­felag­num, mæla vit í Tjóðveldi m.a. til, at: 1. Vanligi skatturin á arbeiði skal lækkast og ger­ast meira progressivur. Marginalskatturin skal ikki hækk­ast, men hinvegin skal skatturin á lág- og miðal­ inn­tøkum lækkast. Hetta verður gjørt við, at inntøkur frá til­feingis­ gjøldum verða latnar fólki við lág- og miðalinntøkum sum skatta­ lætti. Skal hartil nýtast til at hækka barnafrádráttin hjá barnafamiljum og barna­í­skoyt­ið til stakar uppi­ hald­ar­ar. 2. Pensjónsskatturin verð­ur javn­sett­ur við lønar­skatt­in. Har­ við verður pen­sjóns­skatturin aftur pro­gres­siv­ur, og lækkar mun­andi fyri lág- og miðal­lønt. Hartil verður rindaður skatt­ur við útgjald heldur enn við inngjald. Hetta merk­ir, at inntøkur landsins frá pensjónsskatti fara at hækka, so hvørt sum vit kom­andi árini fara frá 4-5 á arbeiðs­marknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 2 á arbeiðs­marknaðinum fyri hvønn pensjónist. 3. Fiski­vinnu­ný­skip­an verður framd, ið tryggjar, at fólkið í Føroyum fær sum mest virði fyri ovurstóra til­feingið, samstundis sum vinnan fær tryggar karm­ ar, ið stuðla undir dynam­iska, kappingarføra og burðar­dygga fiskivinnu. Manglandi álitisvekjandi politikkur Annar ómetaliga týðandi liður í, at fáa varandi fram­gongd er, at fremja ein álitisvekjandi politikk, so fólk kenna seg trygg við út­litini. Eisini her hevur sam­gongan gingið beint øvugt. Fólk hava mist álitið á politisku skipanina. Serliga veg­na handfaringina hjá hesi samgonguni av eini røð av stórmálum, ið eru trýst gjøg­num uttan at lurta eft­ ir serfrøði ella pørtum á arbeiðs­ marknaðinum, og uttan at gera nakra veruliga roynd at fáa varandi, breiðar semj­ur á Løgtingi. Úrslitið er m.a. at privata nýtslan, ið stendur fyri meira enn helvtina av allar nýtsluni í samfelagnum, hevur verið søgu­liga lág seinastu árini. Hetta hevur m.a. Mynd I: Úrslit landskassans (mió. kr.) Kelda: Buskaparráðið, Hagstova Føroya og Landsroknskapur 2012 og 2013. Mynd II: Flatskattalættin - býtið millum fólk við inntøku omanfyri 60.000 kr. árliga Kelda: Hagstova Føroya, H.P.Strøm