hósdagur 24. juli 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað byrjaði so smátt við, at Knud
Jacobsen kom til Førya sum av
loysari í 1980.
- Tá var tað Petur Reinert, sáli,
sum eg loysti av, og seinni eisini
Magnus á Stongunum. Eg var av
loysari hvørt summar uttan eini
tvey í byrjanini av 80-unum heilt
fram til 1997, tá eg byrjaði í meiri
føstum kørmum, sigur Knud
Jacobsen.
Honum hevur altíð dámt óvan
liga væl í Føroyum.
- Eg eri als ikki stórbýar
menniskja, og eg trívist ikki í størri
plássum. Tí hevur mær alla tíðina
dámað so ómetaliga væl í Føroy
um, sigur Knud Jacobsen.
Hann heldur, at tað hevur
stóran týdning, at læknin kennir
sjúklingarnar, men tað er annað,
ið hevur enn meira at siga.
- Tað, at sjúklingurin kennir
læknan hevur nógv meira at siga.
At sjúklingurin kennir læknan so
mikið væl, at hann hevur fult álit á
honum, hevur alt at siga. Tað kann
ikki vera rætt, at sjúklingurin skal
gera seg kendan við einar fimm
ella seks ymiskar læknar, tí tá
verða viðurskiftini ongantíð so,
sum tey eiga at vera, sigur Knud
Jacobsen.
Hann heldur tí, at tað verður
eitt stórt afturstig, um kommunu
læknaøkini nú verða savnað undir
størri veingjum.
- Tá fær tú ongantíð somu góðu
viðurskifti millum kommunulæk
na og sjúkling, sigur Knud Jacob
sen.
Væl móttikin
Hann kennir seg vera væl mót
tiknan í Føroyum.
- Tað vísir eg eisini, nú eg farið
avstað aftur, at tey skipaðu fyri
einari móttøku fyri mær. So tað er
við nakað av sorgblídni, at eg nú
sigi farvæl, sigur Knud Jacobsen.
Hann sigur, at konan og børnini
eisini eru fallin væl til í Føroyum.
- So tað er við bæði sorgblídni
og takksemi, at eg nú sigi farvæl.
Tú kanst eisini siga, at seinasti
søludagur er farin framvið, tí eg
eri 71 ár, nú eg gevist, sigur Knud
Jacobsen.
Hann hevur ikki hugsað teir
stóru tankarnar, nú hann gevst.
- Eg havi ein skóg, sum mær
dámar mær væl at hugna mær í,
og nakað av kirkjuligum arbeiði
bíðar eisini í Danmark, so eg fari
nokk ikki at keða meg, tá eg komi
heim, sigur Knud Jacobsen.
Hann hevur eisini níggju abba
børn, sum stundir nú vera at taka
sær nakað meira av.
- So hóast eg fari til Danmarkar
aftur nú, so vænti eg ikki, at eg
fari at keða meg komandi tíðina.
Tað verður uttan iva nóg mikið
at takast við, nú eg verið pensjó
nist, sigur Knud Jacobsen, sum
síðani 1997 hevur starvast sum
kommunulækni á Eiði og á Norð
skála.
sæst aftur við, at MVG inntøkurnar
ikki hava havt nakran veruligur
vøkstur seinnu árini, og at talið av
løntakarum, hevur staðið meira ella
minni í stað. Í apríl 2014 (nýggjastu
tølini frá Hagstovu Føroya) vóru
omanfyri 2600 færri løntakarar,
enn tá tað vóru flest í 2008.
Kunnu tó fegnast um, at nú ferð
umsíðir er komin á fleiri stórar
byggiverkætlanir,
samstundis
sum framgongd er í uppisjóvar
vinnu og alivinnu, sær út til, at
ávís framgongd er at hóma í MVG
og talinum av løntakarum, ið eru
knýtt at byggivinnuni og ídnaði.
Manglandi konjunktur
javnan
Hetta leiðir aftur til, ein annan part
av búskaparpolitikkinum hjá sam
gonguni, ið hevur verið skeivur.
Tí samgongan hevur framt alt ov
fáar íløgur seinastu árini, tá tørvur
hevur verið á hesum, samstundis
sum tað nú verður sett gongd á
eina røð av almennum íløgum í
senn, júst tá privati parturin av
búskapinum eisini fer undir fleiri
stórar verkætlanir. Hetta hevur
gjørt lágkonjunkturin longri og
ógvusligari enn neyðugt, og fer
framyvir at upphita búskapin
skjótari enn neyðugt. Vit síggja
longu nú at mangul er uppá
arbeiðsmegi innan byggivinnu
na, og at prísstøðið er hækkandi.
Hetta er nakað, ið kundi verið
sloppið undan, um farið varð undir
stóru almennu íløgurnar fyrr. Tað
var eisini óneyðugt at koma í hesa
støðuna, tí meginparturin av stóru
íløgunum vórðu longu samtyktar
áðrenn henda samgongan tók
við, tvs. í CHE-samgonguni og tá
minnilutasamgongan
samstarv
aði við Tjóðveldi og Framsókn í
2011. Eitt nú Marknagilsdepilin,
vardir bústaðir í Norðoyggjum
og
í
Eysturoynni,
nýtt
Hav
rannsóknarskip,
útbygging
av
Landssjúkrahúsinum,
Húsaláns
grunnurin (Bústaðir) fekk nýggjar
heimildir at byggja leigubústaðir
o.s.fr.
Manglandi nýskipanir
Eitt av aðalmálunum hjá Tjóð
veldi er, at fáa framt alneyðugu
nýskipanirnar í góðum samstarvi
við viðkomandi partar. Hetta er
neyðugt fyri at tryggja at vit fáa
sum mest og best tænastur og
virðir til fólk, vinnu og samfelag.
Men eisini á hesum øki hevur
samgongan tíverri valt aðra leið.
Hevur í størstan mun framt “plenu
klippara-sparingar” á fíggjarlógini,
heldur enn at fremja veruligar
nýskipanir. Hetta hevur kostað
dýrt. Bæði tí at hetta hevur skert
fleiri
vælferðartænastur
v.m.
óneyðugt, og tí at tað vísir seg,
at tað er júst í lágkonjunkturum,
at tað er møguligt at fáa semjur
um nýskipanir. Ongin fiskivinnu
nýskipan er í eygsjón, og heldur
ongin nýskipan av fyrisitingini
– bert ein fráboðan um at 10 mió.
kr. skulu sparast innan 2 ár. Innan
eldraøkið hevur landið blakað
handklæðið í ringin. Landsstýrið
megnar ikki at fremja neyðugu
nýskipanirnar, og velur í staðin at
blaka ábyrgdina frá sær, og lata
økið til kommunurnar at taka
sær av. Og á pensjónsøkinum hev
ur samgongan ásett lógartvungið
pensjónsinngjald og framt søguliga
stóra pensjónsskattahækking, men
ongin verulig pensjónsnýskipan
hevur sæð dagsins ljós. Hvat hendir
við Samhaldsfasta og Fólkapen
sjónini? Sum skilst ætlar stórur
partur av samgonguni at avtaka
fólkapensjónina - vónandi verður
ikki so - men enn veit ongin hvør
endin á hesum verður. Hildið kundi
verið áfram, men samanumtikið
er ikki eydnast at fremja tær ný
skipanir, ið samfelagið hevur ovur
stóran tørv á.
Nýggj stjórn og ítøkilig
átøk alneyðug
Manglandi býti av virðum landsins,
manglandi álit á landsins leiðslu,
manglandi konjunkturstýring og
manglandi nýskipanir eru sostatt
týðandi orsøkir til at vit ikki hava
fingið ta varandi framgongd, ið vit
fyri langari tíð síðan áttu havt, tá
hugsað verður um umstøðurnar
annars í búskapinum.
Politisk átøk á hesum økjum eru
samstundis lykilin til, at tryggja
varandi framgongd.
Skal hetta eydnast verður tó
neyðugt við nýggjari stjórn, ið
kann endurreisa álitið á politisku
skipanina. Eini stjórn, ið vil seta
bjørt mál fyri land og fólk, og sum
megnar at fremja neyðugu átøkini
fyri, at fáa Føroyar aftur á rætta
kós.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
Knud takkar
fyri seg
Eftir at hava verið knýttur meira ella minni fast
at læknadøminum á Eiði síðani 1980, hevur Kund
Jacobsen sín seinasta arbeiðsdag í dag
Mynd: Sigmar Mørkøre