hósdagur 24. juli 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kappríðingin á ólavsøku er sannur
hátíðardagur hjá reiðfólkum. Men
hjá einum reiðmanni er hendan
løtan tó størri enn hjá teimum flestu.
Hendan dagin fyri 65 árum síðani
reið Svenning Reinert sína fyrstu
kappríðing og hevur hann riðið kapp
hvørt ár síðani. Svenning Reinert ið
nú er vorðin 78 ára gamal, var fyrstu
ferð við til kappríðing í 1949. Tá var
riðið úti á gomla Velbastaðvegnum og
málið var áraka á krossinum, har sum
Landavegurin og Velbastaðvegurin
møttust.
Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2
í sínum flokki, hann reið á hestinum
Ørvaodd sum farbróðurin Tummas
átti. Árið eftir skuldi teir báðir aftur
royna seg á ólavsøka, men tá bleiv
Ørvaoddur ákoyrdir av einum lastbili
sjálva ólavsøkuaftan. Hesturin kom
livandi frá óhappinum, men kundi
sjálvsagt ikki renna kapp dagin eftir.
Svenning gjørdi tó ikki mætari enn
at lána ein hest frá Hera Jensen,
hesturin var óskøddir, men skjótt
var gjørt av, hann fekk skógvar undir
og klárt var. Hesturin ið nevndist
Sjeik rann so mikið væl, at hann
bar Svenning á mál til eina fyrstu
virðisløn. Hetta í einari minniligari
kapping sum nógvar søgur eru
fortaldar um seinni.
Nú var so fyrsta, fyrsta virðislønin
hjá Svenningi komin undir land,
síðani tá eru tó nógvar komnar
afturat í skjáttuna hjá stillføra
manninum úr Norðadali.
Svenning sigur at tað eru bert
tvær ólavsøkukappríðingar, ið eru
dotnar burturímillum hjá honum øll
hesu árini, tey árini hevur hann verið
til skips. Men hann hann hevur tó
luttikið í kappríðing á hvørjum árið.
Spurdir um hvussu ofta hann
hevur verið á baki til kappríðing, sigur
Svenning at tað man liggja um einar
200 kappingar. Hann sigur víðari, at
sjálvt um kappríðing verður mettur
sum ein harður ítróttur, hevur hann
ongantíð verið í nakrari vandastøðu
og vil hann viðmæla øllum ið hava
møguleika til tess at royna hetta.
Vit spyrja sjálvandi eisini Svenning
hvussu leingi hann ætlar at halda
áfram at ríða kapp, Svenning er
skjótur at svara, at hann veit at
einaferð má hann leggja árarnar inn.
Men enn tekur hann so eina kapping
at gangin og at so leingi heilsan og
hugurin er har, ætlar hann at halda
áfram.
Ólavsøkuaftan
í
ár
verður
eisini serlig fyri Svenning Reinert,
hann hevur fingið heiðurin at ríða
fremst
í
ólavsøkuskrúðgonguni.
Føroymeistarin í tvíspor árið fyri,
hevur vanliga tann heiður at bera
flaggið, men Zacharis R. Jakobsen
hevur sjálvboðið latið flaggið til
Svenning,
hetta
fyri
at
kunna
hátíðarhalda hendan merkisdag við
65 árum í kappríðing.
Svenning fer til skrúðgonguna við
sínari egnu ryssu, hon eitur Brynja, er
19 ár og gult blandingsross. Hetta er
sama rossið sum Svenning fer at ríða
kapp við ólavsøkudag.
Mynd: Brandur í Dali
Svenning Reinert
riðið kapp í 65 ár
Takkarkvøða
Eg takki hjartaliga øllum, sum við gávum, blómum og vitjanum gjørdu mær 80
ára dagin so hugnaligan. Tøkk fyri talur og sangir. Ein serstøk tøkk til tykkum
vinir og familju, sum hjálptu mær so væl.
Sigrid Olesen
Nøvn