Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 27. Juli fyri sjeyti árum síðan fingu Hjørdis omma og abbi, Zacharis á Argja­boða sítt næsta barn, Jógvan. Sonja er elsta systir, og eftir Jógvan pápa fingu tey Onnu og Dánjal. Omma ein 93 ára gomul, enn klokkuklár kempa, ættað av Malarenda í Nólsoy og upp­vaksin á Borðini, har 3 familjur búðu sum vitapassarar, til hon kom til Havnar í real­skúla og møtti síðan abba. Abbi var av Argjaboða, harav familju­navnið. Har bygdu tey sær heim. Fyri ommu var Argjaboði kanska ikki so langt frá alfararvegi sum Borðan, og tí hevur hon helst ikki hildið tað vera so fjaran bú­stað, sum onkur annar úr eitt nú Havn hevði hildið tað verið. Úti á Argjaboða vuksu so babba og systk­in hansara upp. Hetta var ikki eiti á ’barna­garði’, mitt í Guds veldigu og vøkru náttúru. Heimalív og arbeiði snúðu seg um sama ás, dag um dag, ár út og ár inn. Eitt samlív millum livibreyð, náttúru og frí­tíð. Har lógu trøðin og veltur bøur uttan um húsini. Garðalagið omanfyri var mark til hagan, har børn fóru við kúnni og - ikki minst - í torv við teimum vaksnu og síðan ann­an hvønn dag eftir torvi, tá tey vóru so fræg. Stutt var oman í fjøruna, tað mest spenn­andi spæliplássið, og eitt hanagleiv hjá einum skjótum dreingi var heim í Støðna, har bátarnir lógu á floti um summar­ið og uppdrignir um veturin. Hesi spæliplássini eru nú sjáldsom, men eisini fólk í mínum aldri minnast tað sum gerandis­ kost. Tað er ein framíhjárættur av hava upplivað ta tíðina. Babba, siga tey, var ein eygagóður og sera virkin smádrongur. Vit hava bert kent hann sum fyrikomandi og altíð í sving. Frá tí fyrsta elskaði hann at vera á báti. Tað gav at býta, tá hann bert 7 ára gamal sigldi bátin hjá abba úr Vágsbotni út í Støðna á Argjum, tí abbi mátti koyra shell­bil­in til hús. Babba var lítil á vøkstri, so tað var ikki meir, enn hann sá upp um skut­ in at stýra. Omma var sum vera man ikki blíð, tá hon frætti um hesa ’sjóferðina’. Men soleiðis fekk babba tíðliga at kenna ábyrgd. Sjógvurin hevði hansara brenn­andi áhuga, og abbi tók teg við, tá tað bar til. Mær er sagt, at tit eina av mong­um ferðum vóru við kalvalínu, tá tú lást frammi í rong og las katekismus og bíbliu­ søgu. Tá var arbeiði ein alneyðugur partur av gerandisdegnum frá ungum árum, um nak­að skuldi koma burturúr. Tú hevur verið av ágrýtnastu monnum, fyrst saman við abba okkara, pápa tínum, og líka til hen­da dag. Eftir lokna skúlagongd fórt tú við skúlaskipi. Síðan út at sigla sum aspirant­ur. Haðani á Sjómannaskúla og so út í stóru verð sum stýrimaður hjá Maersk. Tað verður í dag roknað millum størstu álitis­størv hjá ungum monnum. Tá var langt ímillum havnirnar og tele­fon­ir­nar. Okkurt hendinga fjarrit, og als eing­in fartelefon, telda ella I-net. Burtur mán­að­ir í senn. Tú hevur sagt okkum, hvussu strævið tað var sum tannáringur at koma fram til skip­ið í fjarari og fremmandari havn. Tú mátti renna aftaná tí stóra kuffertinum buss úr bussi, men fram komu tit bæði í øll­um góðum. Í dag er tað – sum alt annað – ólíka lættari. Eftir nøkur ár á sjónum legði tú aftur at landi. Tað var í 1970. Mamma var komin inn í myndina. Halgerð arbeiddi á Tjaldurs Apo­teki og er ættað úr Saksun, dóttir Annu­ fíu og Jákup Svartá. Abbi og omma í Saks­un vóru bóndafólk, og tað var funnin fress­ur hjá babba at sleppa út í náttúruna at hjálpa til í bø, haga og seyðaskorar har norð­uri. Babba og mamma vórðu gift í 1966. Vit báð­ar døturnar eru føddar, eg í 1968 og Ann í 1972. So tann unga familjan mundi draga babba upp á land aftur eftir sigling úti. Tað eru vit stak fegin og takksom fyri. Eitt tryggari heim og alskin foreldur við um­sorg­an fyri børnunum, og síðan fyri barna­børnunum kundu vit ikki ynskt. Heimkomin arbeiddi babba á bensin­pumpuni í Vágsbotni eina tíð, róði dúliga út, og eitt skifti skjeyt hann enntá stór­hval. Veiðimaðurin hevur alt lívið ligið fremst í babba, tá hann er sloppin til tað. Í 1974 fór hann í starv á Veðurstøðini hjá DMI, har hann arbeiddi í samfull 37 ár. Innløgumaður hevur babba altíð verið. Mangan fiskin hevur hann drigið og mangan nátan sligið. Hann hevur í mong ár røkt álitisstarvið sum grindaformaður á Argjum. Mong hava sitið væl heima hjá tær og mammu, eins og vinir og familja hava notið gott av tínum fongi. Arbeiðsamur hevur tú altíð verið, og serliga klárur at geva eina hjálpandi hond og taka eitt tak. Heimkærur ert tú sum fáur, og familjan hevur altíð havt størsta týdning. Altíð hevur tú stuðlað, ráðgivið og fylgt væl við, hvussu gongst eftirkomarunum, úti sum heima. Takk fyri tað, góði babba. Til seinast ynskja vit tær hjartaliga tillukku við sjeyti ára degnum, tær og mammu tey bestu ynski og Harrans signing eina vónandi drúgva framtíð. e Ein heilsan til babba á 70-ára føðingardegnum 27. juli 2014 Nøvn Tað er ikki øllum beskorið at hava eina oldurommu á lívi og uppaftur meiri sjáldsamt man tað vera at hava tvær oldurommur á lívi. Men tað er akkurát tað, Ása í Grund í Haldórsvík hevur. Í fjør summar fekk Anita Samuelsen og drongur hennara, Claus í Grund, eina dóttir, sum fekk navnið Ása í Grund. Hon hevur tvær oldurommur á lívið og her eru tvær myndir av teimum fimm ættarliðunum við báðum oldurommunum, og tey eru øll úr Haldórsvík. Aftast til vinstru: Harriet Samuelsen (omma - fødd 2. juli 1971), Magnus Pauli Hansen (langabbi - føddur 12. oktobur 1949), Anita Samuelsen (mamma - fødd 30. august 1991). Fremst: Brynhild Hansen (olduromma - fødd 26. august 1923) og Ása í Grund (barn - fødd 24. august 2013). Tvær ferðir fimm ættarlið Aftast til vinstru: Anita Samuelsen (mamma - fødd 30. august 1991), Harriet Samuelsen (omma - fødd 2. juli 1971), Súsanna Hansen (langomma - fødd 9. mars 1950). Fremst: Tensa Hansen (olduromma - fødd 11. august 1919), Ása í Grund (barn - fødd 24. august 2013)