Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur 4 Teitur M. Gestsson Var prísgivin í tveimum málum, nakað seinur út í 1-2-málinum. Hevði tó nakrar stórbjargingar og uppiborið yvir miðal. 2 Jógvan Rói Davidsen Tordi at koma langt fram, men haltaði í verjupartinum og serliga við at dekka upp. Misti sín mann í 1-1-málinum og ov ofta yvirspældur. 4 Jóhan T. Davidsen Stýrdi HB-verjuni, og tað kom hann væl frá. Tók eisini nøkur góð trekk frameftir vøllinum. 4 Rógvi Holm Tók av álvara ábyrgd í verjupartinum og ruddaði ein heilan hóp av bóltum burtur. 3 Pál M. Joensen Kom, eins og hin bakkurin, langt fram. Í verjupartinum kom hann tó betur frá tí og hevur uppiborið miðal. 3 Levi Hanssen Rann nógv og lá framvið, men tað kom ikki nakað avgerandi frá hansara fótum. 3 Tróndur Jensen Legði brikkarnar í miðvallar­ spælinum spakuliga, men skilagott. 4 Fróði Benjaminsen Var enn sum áður slítarin á miðvøllinum. Hesaferð átti hann eisini góðar spælingar og nakrar næskar skotroyndir. Heini Vatnsdal (Ov stutt inni) 3 Kristin R. Mouritsen Stóð í kvikleika og bóltførleika mótstøðuleikarunum mát. Gagnnýtti tað í ein mun, men ikki til fulnar. 3 Jóan Símun Edmundsson Dygdargóðar nertingar fremst á vøllinum og átti fót í bestu samanspølunum. Var eisini árvakin og fangaði nakrar bóltar í vandastøðu. 4 Bartal Wardum (innsk. í 22min.) Allatíð spælbarur og flutti bóltin trygt, tó mest til síðuna og aftureftir. Óttaleyst og vaksið avrik. Kom eisini á máltalvuna. spælarameting Pætur Albinus HB rýkur harvið úr 2. umfari í Champions League og má bara ásanna, at teir hóast gott avrik møttu ov stinnari mótstøðu. Tað var ein at kalla ómøgu­lig uppgáva, sum HB hevði á Tórsvølli týskvøldið, har teir skuldu royna at venda einum 0-3-tapi frá fyrra dystinum ímóti ser­ biska stórfelagnum, Partizan Beograd. Gestirnir vóru vegna seink­ingar ikki í Føroyum fyrr enn seint kvøldið fyri dystin, og náddu teir einans eina lætta venjing um morgun­in sjálva dystardagin. HB hevði aðrar trupul­ leikar at dragast við. Alex José dos Santos var ikki við vegna leikbann, meðan René S. Joensen sat uttanfyri við skaða. Hinvegin kundu teir fegnast um, at Levi Hanssen aftur var tøkur. HB margháttiliga tætt Talan var um eina ótrúliga harðliga byrjan, har bæði liðini dystaðust um at leggja trýstið á frá miðvøllinum og frameftir. Tað gekk ikki friðarliga fyri seg. Tað var stutt ímillum floytini hjá make­donska dómaranum, Dimitar Meckarovski, men rætt var. Eingin spardi seg og tað vóru nógvir harðligir nær­dystir. Leikliga gekk tað skjótari fyri seg hjá gestunum, sum høvdu nakrar skotroyndir úti­frá og hornaspørk. HB megn­aði hinvegin eisini at mynstra seg frameftir og skapa nakrar vandastøður. Tættastur var Jóan Símun Edmundsson, tá ið hann fekk vart fyri einum útsparki hjá serbiska málverjanum. Bólt­ urin stakk ímóti málinum, men málverjin megnaði at tuska aftur og sparka hann burt av sjálvari mál­strikuni. Ein heldur marg­háttilig støða, sum bara var senti­ metrar frá at geva HB eina dreyma­byrjan. Hetta hendi nevn­iliga tá ið 14 minuttir vóru spældir. Innskiftarin sló til Tá ið góðir 20 minuttir vóru leiktir mátti Heini Vatns­ dal av vøllinum við skaða. Í hansara stað kom ein­ans 17 ára gamli Bartal Wardum. Hetta var ein løta, har Partizan Beograd var betra liðið. Skjót uppspøl góvu góðar møguleikar til Petar Skuletic og Predrag Luka, sum við høvdinum og fót­ inum báðir misnýttu sínar møgu­leikar. So átti HB tørn og tað bragdaði tíggju minuttir fyri hálvleikssteðgin. Jóan Símun var aftur á lúr og fangaði ein bólt frá aftasta manni hjá Partizan Beograd. Hann gjørdist púra leysur, men tað var ov spískt og mál­verjin bjargaði bóltinum til síðis. Hann kom tó ikki longri enn at Kristin fangaði bóltin. Hann spældi bóltin til Pál, sum legði bóltin innfyri, har Bartal Wardum var púra leysur og ískaldur stút­aði bóltin í málið. Helst ein dreymakensla hjá 17 ára gamla kropsliga sterka mið­ vallar­anum, sum einans skuldi nýta 13 minuttir á vøll­inum til at finna vegin til málið ímóti serbiska stór­ felagnum. Hetta gjørdist høvuðs­ søgan í fyrra hálvleiki, sum eisini løtuna til hálvleiks var merktur av hørðum spæli og nógvum fríspørkum. Á odda 1-0 mátti sigast at vera ein ynskilig støða hjá HB, sum vardi væl og hevði dirvi at koma langt fram á vøllin at skapa tað, sum skuldi til at hvøkka serbisku leik­ararnar. Partizan repaði seglini Seinni hálvleikur var bara nøkur sekund gamal, tá ið Petar Skuletic kom at standa púra leysur. Heppið fyri HB, so rakti hann í stongina og út. Hetta var tó bara eitt ávaringarskot, tí løtuna seinni hevði Partizan Beograd lagt eitt trýst langt frammi á vøllinum. Hetta gav úrslit longu tá ið fýra minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Danko Lazovic legði flatt innfyri úr høgru, har Nikola Ninkovic smeyg sær inn um Partizan Beograd hevði tað ikki lætt á Tórsvølli týskvøldið, har HB gav stórfelagnum skarpan gang og eisini legði seg á odda 1-0 við máli frá blaðungum spælara. Samlaði sigurin var tó ongantíð í vanda hjá gestunum, sum at enda settu leikferðina upp og vunnu henda seinna dystin 3-1 Mótstøðan var bara ov stinn 1 til 6 (1-0) 1-3 HB - Partizan Beograd (1-6 samanl.) 1-0: Bartal Wardum, 35. 1-1: Nikola Ninkovic, 49. 1-2: Danko Lazovic, 75. 1-3: Petar Grbic, 90. Dómari: Dimitar Meckarovski (Makedonia) Áskoðaratal: 1151 Sluppu undan bulgarskum túri Hevði HB megnað at spælt seg víðari, hevði bulgarska liðið Ludogorets Razgrad bíða teimum í triðja umfari. Ludogorets gjørdi í fjør skreytir av sær í fjør, har teir komu í 1/16-finaluna og á vegnum vunnu á liðum sum PSV Eindhoven og Lazio. H E S A V I K U N A