Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur HB-leikarar fírdu ikki fyri at taka dystin upp. Við Fróða Benjaminsen var stríðsøksin frammi og stundum eisini fangaðu gestirnar á sálarliga økinum, sum skapti klandurstøður. Alt telur – um tað er tað, sum skal til! Óttaleyst avrik. Makedonski dómarin tosaði sama mál sum leikararnir hjá Partizan Beograd, og tað var heldur margháttiligt og setti HB-leikararnar uttanfyri. Neyvan gav hann teimum nakra gávu, men tað skapti iva – hetta kundu øll verið fyri uttan. Heini fekk fipurspreinging Heini Vatnsdal var óheppin og mátti lata seg útskifta longu í 22. minutti. Orsøkin var, at hann fekk eina fipurspreinging í leggin. Enn er ikki tíðarmál sett á skaðan, men væntað verður, at ein slíkur skaði kann kosta honum ein mánaða frá fótbóltinum. HB-verjuna og legði bóltin í málið til 1-1. Hetta gjørdist eitt snú­ nings­punkt í dystinum, tí tað sást, at Partizan setti leik­ ferðina eitt vet hægri sum dyst­urin leið. HB-leikarar vóru tó ikki eiða­sørir og serliga var ein væl upplagdur Fróði Benjamin­sen við í nógvum – bæði upp­spølum og næskum skot­royndum. Nakrar ferðir var tætt við eftir skot útifrá, men bólturin fór ikki inn og tíðin tikkaði til fyrimuns fyri Partizan. Partizan avgjørdi Seinastu løtuna gjørdi Partizan Beograd bart. Eitt korter fyri leiklok var tað Danko Lazovic, sum legði gestir­nar á odda 2-1. Hann varð hegnisliga spældur leys­ ur og rak framvið ein fram­ storm­andi Teit M. Gestsson í HB-málinum. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, var tað inn­skifti Petar Grbic, sum breyt ígjøgnum og økti til 3-1 til Partizan Beograd, sum eisini gjørdist endaliga úrs­ litið. HB framdi samanumtikið eitt gott avrik, men teir megn­aðu ikki at binda um ella at økja um leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær. Veru­leikin var helst bara, at hetta var styrkismunurin ímill­um liðini. albinus@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen HB Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen – Levi Hanssen, Tróndur Jensen (74. Poul Ingason) Fróði Benjaminsen ■, Heini Vatnsdal (22. Bartal Wardum) Kristin R. Mouritsen (82. Andrew av Fløtum) – Jóan Símun Edmundsson ■ FK Partizan Milan Lukac – Branko Ilic, Milos Ostojic, Vojislav Stankovic, Vladimir Volkov – Predrag Luka (66. Petar Grbic) Darko Brasanac, Nikola Dricic, Nikola Ninkovic – Petar Skulatic (73. Sasha Ilic ■), Danko Lazovic ■ (78. Ismael Fofana) Havi róst leikarunum Ein dreymur at skora Heðin Askham, venjari hjá HB, segði seg eftir dystin hóast alt vera nøgdan við av­rikið. – Ja, tað eri eg faktiskt. Nú eg hyggi í bakspeglið, so spældu vit faktiskt ein góð­an dyst. Sjálvandi eri eg harmur um at vit ikki halda leiðsl­una, men summar løtur fella vit út og eru sárbærir. Vit blivu blottaðir og taptu dystin tá. Annars kundu vit ført við meiri enn einum í fyrra hálvleiki, og við eitt lítið sindur av hepni kundu vit eisini hildið tað longri í seinna hálvleiki, sigur Heðin Askham vísandi til í fyrsta lagi útjavnandi málið, sum kom longu tá ið fýra minuttir vóru farnir av seinna hálv­ leiki. – Eg havi róst teimum fyri eitt gott avrik. Eg harmist um at vit taptu 1-3, men tað var eitt gott avrik – serliga í fyrra hálvleiki – men vit strídd­ust og strevaðust allan dystin. Samlaða avrikið í Champions League hevur verið nøktandi, og tað verður vón­andi enn betri næstuferð. Spæl­ararnir hava hóast alt fingið fýra týdningarmiklar dystir í beinini, segði hann at enda. albinus@sosialurin.fo Bartal Wardum. Tað er navnið á tí einans 17 ára gamla mið­vallaranum, sum legði HB á odda 1-0 ímóti FK Partizan í 2. umfari av Champions League. Hann varð innskiftur í 22. min­ utti fyri ein skaddan Heina Vatnsdal, og 13 min­uttir seinni rann hann seg leysan í málteiginum og legði HB á odda 1-0. Ein dreingja­ dreymur hjá blaðunga leik­ aranum, viðgongur hann. – Ja, tað er tað so heilt sikkurt. Eg rokni við at eg, eins og nógvir aðrir dreingir, hava droymt ella droyma um at skora í Champions League, segði Bartal Wardum í práti við in.fo eftir dystin. Bartal Wardum hevur í ár fyri tað mesta spælt á U18- og næstbesta liðnum hjá HB, men hann venur við Effo-hópinum og hevur eis­ ini fingið nakrar minuttir á besta liðnum. Hann spælir mitt á miðjuni, men onnur ár í ungdómsdeildunum og á ung­dómslandsliðum hevur hann eisini spælt nógv í mið­ verjuni. Bartal Wardum: Heðin Askham: