hósdagur 24. juli 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ólavsøkuróðurin
Vestanstevna er farin aftur um bak, og tríggir føroyameistarar eru longu
kosnir. Men spenningurin er í hásæti í fleiri øðrum róðrum
Marita á Rógvi
Á Vestanstevnu vórðu tríggir
FM-vinnarar kosnir – Erla
Kongsdóttir í fimmanna
førum við kvinnum, Jarn
bardur í seksmannaførum
við
kvinnum
og
Drekin
Reyði í tíggjumannaførum.
Í hinum FM-kappingunum
er púra opið í stríðnum um
gullkrónurnar, sum verður
avgjørt á ólavsøku. Tískil er
lagt upp til eitt brak, tá ið
bátsmanningarnar spenna í
á síðstu stevnu í ár.
Ólavsøkuróðurin
Ólavsøkuróðurin
er
heilt
serligur. Fyrst og fremst
er teinurin einans 901,25
metrar í mun til teir 1000
metrarnar, ið hava verið á
teimum seks undanfarnu
stevnunum.
Harumframt
hava manningarnar hava
havt 18 dagar at fyrireika
ársins síðsta róður. Orsakað
av, at so long tíð er millum
vestanstevnu og ólavsøku,
kunnu úrslitini á ólavsøku
taka áskoðaran á bóli, tí hvør
hevur fingið mest burturúr
venjingini?
Hvør
bátur
fær formkurvuna at vera í
hæddini tann 28. Juli?
Eisini er ólavsøkan heilt
serlig, tí hetta er síðsta
stevnan í róðrarárinum. FM-
vinnararnir
og
ólavsøku
vinnararnir verða kosnir, og
Útvarpssteypið og Niklas í
Koltri-steypið verða latin fyri
heilt serlig avrik. Heilt serligt
er at standa sum FM- og ella
ólavsøkuvinnari framman
fyri eini mannamongd, ið
fagnar manningunum og
Ólavi kongi. Flestu rógvarar
munnu semjast um, at betur
kenslu fært tú ikki so rógvari
í Føroyum. Spurningurin er,
hvør fer avstað við ymsu
heitunum í ár?
5. mannafør gentur:
FM-stríðið í hesum róðri
stendur millum Drekan úr
Havnar Róðrarfelag og Silju
úr ÍF-Kappróðri. Báðir bátar
hava 36 stig, so tann bátur,
ið verður fremri gerst eisini
Føroyameistari.
Tískil
er
spenningurin í hásæti í hesi
kapping.
Drekin stóð seg best
á trimum teimum fyrstu
stevnunum,
meðan
Silja
veruliga hevur sýnt styrki í
seinastu trimum róðrunum.
Nú hava manningarnar 18
dagar at fyrireika seg, og
tað er avgerðandi, hvussu
venjingarætlanin
verður
snikkað saman. Við Per
Venned sum venjara, ið
hevur drúgvar royndir við
Nevinum Reyða, Páll Fanga
og Klaksvíkingi, hevur Silja
ein gløggan heila handan
venjingarætlanina.
Saman
við góðu gondini hjá Silju
bendir alt á, at tær eru favo
rittar at vinna bæði FM og
ólavsøkuróðurin.
5. mannafør dreingir:
FM-stríðið í hesum bólki
stendur
millum
Fípuna
Føgru og Blik. Fípan Fagra er
á odda við 41 stigum, meðan
Blikur hevur 37 stig. Fípan
Fagra hevur einans mist
eitt stig í hesum róðrarári,
og tað var á Eystanstevnu.
Eftir hendan róður, hava teir
sýnt sannførandi styrki á
vánni, og tað tykist sum tað
verður trupult at taka klaks
víksdreingirnar í ár. Tískil
er Fípan Fagra favorittur at
vinna bæði ólavsøkuróðurin
og FM-heitið. Men Blikur
hevur áður sýnt, at hann
kann hótta Fípuna – møgu
liga megnar Blikur hetta á
ólavsøku?
5. mannafør kvinnur:
Í hesum bólki vann Erla
Kongsdóttir
FM-heitið
á
vestanstevnu. Spenningurin
er tískil, hvør vinnur ólav
søkuróðurin. Erla Kongs
dóttir er favorittur, tí báturin
hevur vunnið greitt á øllum
stevnum. Nærmastu kapp
ingarneytarnir hava verið
Havfrúgvin og Sílið. Við so
royndari manning kann ein
vænta, at Sílið veruliga fer
at hótta Erlu Kongsdóttir.
Tað er ikki óhugsandi, at
Sílið eisini kann vinna á
Erlu Kongsdóttir. Spurning
urin er, hvussu nógv Sílið
megnar at betra seg innan
18 dagar. Mann skal heldur
ikki gloyma Havfrúnna, sum
hevur lagt alla orku í fyri
reikingina til ólavsøkuna
longu eftir fjarðastevnuróð
urin.
6. mannafør kvinnur:
Eisini í hesum bólki er
FM-stríðið longu avgreitt.
Jarnbardur
er
føroya
meistari, og spenningurin
er tískil, hvør verður ólav
søkuvinnari. Í hesum róðri
er Jarnbardur greiður favo
rittur, men ein skal ikki
gloyma
Sølmund,
sum
hevur sýnt gott róðrarlag
seinastu róðrarnar. Eisini
verður spennandi at síggja,
um Páll Fangi kemur undan
kavi
til
ólavsøkuróðurin,
ella um gomlu Jarnbarda
legendurnar á Herningi gera
eitt comeback eins og í 2012.
Tær kunnu um nakar hótta
Jarnbardi. Tað vístu tær í
Miðvági, tá tær róðu bestu
kvinnutíð, hóast tær rógva
sum »masters«.
6. mannafør menn:
Í hesi kapping stendur FM-
stríðið millum Hvessing og
Jarnbard, sum hava ávíkavist
38 og 33 stig. Hvessingur
hevur sýnt besta róðrarlag
í ár. Tað sýnist, sum einasti
veruligi
kappingarneytin
hjá Hvessingi er Páll Fangi,
og hann rør væntandi ikki
á ólavsøku, tí Klaksvíkingur
væntandi
verður
mann
aður. Rør Páll Fangi ikki, er
mest sannlíkt, at Hvessingur
vinnur bæði FM og ólavsøku
róðurin, tí Jarnbardur hevur
ikki sýnt somu styrki eins og
á norðoyastevnu.
8. mannafør:
Í
áttamannafarsróðrinum
stendur FM-kappingin mill
um Kvívíking og Knørr,
sum hava ávíkavist 40 og
35 stig. Kvívíkingur hevur
vunnið fýra róðrar greitt,
meðan Knørrur og Mið
vingur hava vunnið hvør sín
róður. Tað skal ganga illa,
um Kvívíkingur ikki gerst
føroyameistari.
Ólavsøku
róðurin er púra opin, tí allir
bátar hava sýnt megi og veik
leikar. Tað tykist tó, eins og
Miðvingur hevur betrað seg
mest, meðan Knørrur ikki
hevur betrað seg eins nógv.
Rakar Kvívíkingur dagin,
kann hann uttan iva vinna
ein greiðan sigur. Eisini í
hesum bólki er avgerðandi,
hvussu manningarnar fyri
reika seg fram til ólavsøku.
10. mannafør:
Í tíggjumannafarsróðrinum
er Drekin Reyði Føroya
meistari. Spenningur hevur
ikki verið í hesum róðri í
ár, men á ólavsøku kunnu
bæði
Vestmenningur
og
Klaksvíkingur hótta Drekan
Reyða. Rør Klaksvíkingur á
ólavsøku, kann hann uttan
iva eins væl vinna róðurin
og Drekin Reyði.
post@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
upptakt kappróður