hósdagur 24. juli 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 25. juli 2014
6
VIKUSKIFTI
Mitt inni í kirkjugarðinum stendur
ein súla við einum krossi ovast, og
presturin fór yvir til hesa súluna,
steðgaði á at signa seg og siga eina
bøn, men eg var so spent, at eg fekk
ikki bíðað. Eg visti frá teimum, sum
høvdu verið har, hvønn veg eg skuldi
fara, so meðan døturnar stóðu saman
við prestinum, fór eg víðari, og nú var
ikki trupult hjá mær at finna. Grøvin
var vís!
Ein rørandi løta
Hetta var ein sera rørandi løta. Eg legði
meg á knæ og stórgræt. Alt tað, sum eg
ikki hevði sagt í 70 ár, kom út. 22. des í
ár eru 70 ár, síðan pápi varð grivin har.
Í fyrstuni lógu teir onkra aðrastaðni,
men seinni lat ein greivi ella barónur
jørð til ein kirkjugarð. Tað er italienski
staturin, sum heldur gravirnar. Sami
steinur er uppi yvir hvørji einastu grøv.
– Eg hevði keypt blómur í Bologna
kvøldið fyri, men tað vardi eina góða
løtu, áðrenn eg fekk lagt tær. Til endans
reisti eg meg upp og fekk takkað prest
inum, og vit greiddu honum frá, at
hetta var pápi mín, og 70 ár vóru liðin,
síðan hann doyði. Hann bað tá eina bøn
uppi yvir pápa og fyri okkum trimum,
men hvat hann segði, veit eg ikki, tí
bønin var á latíni.
Vit fóru so útum og settu okkum
uttanfyri. Veðrið var av tí fagrasta.
Døturnar siga so við meg, at um eg
ynskti at fara inn aftur einsamøll, so
skuldi tað vera nú. Og sjálvandi, har
fari eg neyvan at koma aftur, so eg
fór innaftur, eg var nokk harinni í ein
hálvan tíma. Eg fekk so tonkt og sagt
við meg sjálva tað, eg vildi siga, og eg
fekk sagt farvæl. Eg havi ofta hoyrt og
lisið um føroyskar einkjur, har menn
inir sjólótust og ikki sóust aftur, og
hvussu ringt tað var hjá teimum, og
í hesi løtuni skilti eg tær so væl, tí tá
ið eg hevði verið á grøvini hjá pápa,
fekk eg frið.
Kenni tey mest frá brøvum
Upp á fyrispurning um Mary minnist
pápa sín, sigur hon, at hon minnist seg
hava sitið á knøunum hjá honum inni
hjá ommu síni í Skotlandi.
– Eg síggi rúmið fyri mær enn,
sigur Mary. Eg minnist leikutoyið, sum
omma hevði uppi í hornaskápinum, tað,
sum mær dámdi best at spæla við, var
eitt kaleidiskop, og so hevði eg fingið
eina dukku sendandi úr Føroyum.
– Pápi æt Robert Sutherland. Hann
var føddur 17. september í 1921. Hann
vaks upp í Beauly, ein lítil býur 10 míl
vestan fyri Inverness. Omma og abbi
arbeiddu hjá Lord Lovat, sum búði á
Beaufort Castle. Nakað burturfrá slott
inum liggja hesi smáu »farmcottages«,
smá hús, sum hoyra undir slottið. Eg
haldi, har eru seks hús, og omma og
abbi høvdu so tað eina. Tey høvdu
eitt stórt havastykki, har hevði omma
ein hópin av grønmeti vaksandi, og
nógv skuldi til, tí pápi og tey vóru 12
systkin, seks dreingir og seks gentur.
Tað, eg minnist, búði eisini maður og
sonur Margreth fastir inni har. Sonur
Margreth, æt Callum, og hann er
tann einasti, sum eg minnast rættiliga
hagani burtursæð frá pápa. Seinni havi
eg skrivað saman við ommu og abba
og øðrum í familjuni, so tað er mest
út frá brøvunum, eg kenni tey. Seinni
fluttu vit til Black Bridge, og har er
beiggi mín, Robert, føddur. Úr Black
Bridge minnist eg bara, at eldur var í
kaminuni, mamma hevði ansað ov illa
eftir, men hetta var sama kvøldið, sum
deyðsboðini av pápa komu, so tað var
ikki nógv at siga til. Hon hevur ikki
havt tankar fyri tí.
Mary greiðir frá, at pápi sín av
egnum vilja fór upp í herdeildina Lovat
Scout, men Lord Lovat eggjaði øllum
til at melda seg til. Ein av teimum eldri
beiggjunum, Hughie, var eftir heima,
tey fingu loyvi at behalda ein son, tí
hann skuldi hjálpa til á garðinum.
Teir fyrstu, ið komu til Føroya
Í fyrstuni var Robert í venjingarlegum
við Halkirk longur norðuri í Skotlandi,
men seinni fóru teir til Føroyar.
– Pápi og teir vóru teir fyrstu, sum
komu til Føroyar, hin 25. mai 1940. Teir
vistu ikki, at teir skuldu til Føroyar. Teir
hildu, at teir skuldu til Norðurnoregs,
men frøin umborð var stór, tá ið teir
skiltu, at teir vóru komnir til Føroyar.
Mamma og pápi møttust so í Havn –
»Love at first sight«, plagi eg at siga.
Eg rokni bara við, at tað mann hava
verið í eingilskmannadansi.
Mamma Mary, Elsa, var dóttir
Theodor Wilhelmsen og Johannu
Mariu. Tey búðu undir Varða. Elsa og
tey vóru fimm systkin. Arnold, sum
giftist við Jonu úr Vík, og Ulla, sum
giftist við Thorstein Askham, vóru
tey elstu. Hinar systrarnar giftust við
hvør sínum hermanni, Hanna giftist
við einum norðuríra, Mary við einum
eingilskmanni og Elsa við einum skota.
Allar tríggjar fluttu av landinum í
krígstíð, tað kann ikki hava verið lætt,
hvørki hjá familjuni, sum eftir var, ella
hjá teimum, sum fluttu.
Úr Føroyum ársgomul
– Eg mann hava verið um ársgomul, tá
ið vit fóru úr Føroyum, sigur Mary. Vit
fóru við einum troppaskipi og komu til
Invergordon. Ta fyrstu tíðina búðu vit
í Nairn, ein lítil býur í ein landnyrðing
úr Inverness, men seinni fluttu vit til
Beaufort. Pápi var í hernaðarlegum
norðanfyri, men seinni verður hann
sendur til Canada, har teir verða vandir
í alpinari skíðrenning. Eg havi hoyrt
søgur frá hesi ótrúliga longu tokferðini
úr Boston til Canada. Nærmasti býurin
æt Jasper, men sjálv venjingin fór fram
uppi í Rocky Mountains. Eg minnist,
at hann hevði keypt ymiskt til okkum
í Canada, millum annað koddavár úr
silki, har stóð skrivað á »To my wife«
og niðast stóð Jasper. Eg havi enn eitt
lummaturriklæði, sum hann keypti
haryvuri.
Eitt systkinabarn mítt, sum er fyrr
verandi løgreglumaður í Inverness, fekk
mær avrit av soldátarapappírunum hjá
pápa, og har síggi eg, at hann eina ferð
varð innlagdur, tí hann var særdur í
beinunum. Pápi verður so sendur til
Italia í flogfari til Napoli saman við
Dick Gordon, einum øðrum Lovat
Scout, sum eg seinni havi hitt mangar
ferðir. Men áðrenn teir fara, er pápi
eina stutta vitjan heima hjá okkum, og
tað er seinasta ferðin, eg havi sæð hann.
Tað mann hava verið tíðliga um
heystið, at teir fóru. Hann skrivaði brøv
til okkum, men tey vóru sensureraði, so
vit máttu gita sumt av tí, hann vildi siga
okkum. Hann nevnir tó í einum brævi,
at hann vildi ynskt, at teir vóru »up
there«, og tá meinti hann við Føroyar,
tí har hann var, var als ikki gott.
Minnist einki frá túrinum
Hin 22 des. 1944 doyr pápi, sum eg havi
greitt frá. Mary, mostir mín í Englandi,
og maður hennara Stanley koma við
toki til Skotlands og fáa okkum avstað
aftur við til Englands at halda jól. Eg
minnist onki frá tí túrinum, men mostir
hevur seinni fortalt mær, at vit vóru
sera vælkomin, vermamma hennara
var ógvuliga blíð við okkum, og vit
fingu bestu songina í húsunum at sova
í. Mary mostir hevði annars nógv um
at vera, tí hon var ein av teimum ungu
konunum, sum ikki hevði børn, og
sum mátti í vápnaídnaðin at arbeiða.
Mary mostir fekk hjálpt mammu við
eitt sindur av pengum, tí einkjupensión
var ongin. Eg veit, at mamma fekk eitt
lítið sindur av pengum, men hetta var
alt ov lítið at liva fyri. Mamma fór so
ein túr yvir til Belfast til Honnu, hina
systrina. Báðar hesar mostrar mínar
liva enn. Har leigaði mamma tvey rúm í
Belfast, og henni so líkt, so byrjaði hon
við at skrubba og skúra, so hvør pløging
varð vaskað, men kortini høvdu bæði
eg og beiggi mín fingið loppubit, og
tá mamma klagaði um hetta til húsa
vertin, fekk hon at vita, at hon kundi
givið loppureiðrunum frið.
Mamma treivst ikki, so hon fór við
ferjuni yvir aftur til Skotlands. Mamma
fortaldi mær, at á túrinum úr Belfast og
yvirum sat hon í salongini við Robert
á knøunum, meðan soldátar gingu
úti á dekkinum við mær, tí eg hevði
kikhosta.
Aftur til Føroya
Í Skotlandi fekk mamma samband við
Sofus Poulsen, føroyska umboðsmannin
og bað hann siga sær frá, um onkur
føroyskur trolari kom til Skotlands. Hon
fær so boð ein dagin, og fer avstað við
tveimum smábørnum og einum stórum
strákufferti, men trolarin var farin.
Tað mann hava verið eitt sera stórt
vónbrot, men seinni fekk hon so boð
um ein annan trolara, sum vit so sluppu
við. Gubbi mín Arkibald Askham, var
maskinmaður við, og hann bað teir
bíða eftir hesi einkjuni við tveimum
smábørnum. Skipið hoyrdi heima á
Tvøroyri, eg haldi púra vist, at tað
var Leivur Øssurson. Eg minnist, at
eitt band var spent frá koyggjuni hjá
mammu og yvir í mína koyggju, har
ein blikkspann hekk á. Hon mann hava
verið ætlað til okkum at spýggja í.
Vit komu so á Tvøroyri, og eg havi
so fingið at vita, at haðani kom so
Óla Johan Viberg á nátt við okkum til
Havnar. Vit komu á havnarskrivstovuna
í Havn kl. 6.00 um morgunin. Tað bleiv
ringt til Ullu mostir, at Elsa var her
við báðum børnunum, og Arnold rann
hvørt fótaspor oman á bryggjuna.
Vit komu heim í november mánaði
1945. Tað fyrsta, eg minnist herheima,
var, at vit fóru at vitja ommu, sum lá
á hospitalinum. Hon hevði havt náta
sjúkuna og hevði fylgisjúkur orsakað
av hesum. Eg flutti inn til Ullu mostir
og Torstein at búgva, meðan mamma
og Robert fluttu inn til abba.
Eg fór í Nonnuskúlan at ganga og
seinni í realskúlan. Onkuntíð, tá ið eg
kanska var ósamd við onkran, kundu
tey siga við meg, at eg ongan pápa átti,
men eg bleiv ikki happað, soleiðis sum
børn ofta verða í dag. Mamma mátti
arbeiða sera nógv, so eg sá ofta lítið til
hana. Hon arbeiddi í kolasøluni og gekk
við rokningum. Umframt tað, skuldi
hon eisini taka sær av abba, so ikki
kann sigast annað, enn at hon var ófør.
Giftist við pennavininum
Áðrenn kríggið hevði mamma havt ein
brævavin á Bornholm, og nú aftan á
kríggið fara tey at skriva saman aftur.
Tað er Einar, sum mamma seinni
giftist við. Pápi – Einar – flutti heim
til Føroyar, hann arbeiddi hjá Kampsax,
og hann var við til at leingja Molan, og
eisini oljukeiin og øll vestara bryggja,
har Saltsølan liggur, varð bygd tá.
Tá ið eg var 13 ár fluttu vit niður at
búgva, inntil eg sum vaksin flutti heim
aftur. Eg giftist við Asbjørn Stenberg,
sum er úr Sandvík, og vit bygdu hús
okkara ovast á trøðini hjá abba – undir
Varða. Mamma og pápi fluttu eisini
heim aftur í 80´unum. Pápi mann hava
vitað, at honum var ikki langt lív lagað,
og tí vildi hann, at tey komu heim aftur.
Gud havi lov fyri at tey komu, tí eg
dugi ikki at fyrstilla mær mammu
einsamalla í eini íbúð í Danmark.
Pápa dámdi væl urtagarðsarbeiði, og
hann eigur stóran part av havanum
hjá okkum í Havn. Nú eru tey so bæði
deyð og somuleiðis beiggi mín, Robert,
sum doyði 57 ára gamal fimm ár undan
mammu.
Samanumtikið kann sigast, at við
hesum túrinum til Italia saman við
døtrunum, havi eg fingið tikið saman
um lív mítt og sagt farvæl á virðiligan
hátt við ein part av tí.
Eg havi altíð ynskt at sleppa á grøvina hjá pápa, sigur Mary,
men tað kom ikki í lag fyrrenn nú, 70 ár eftir at hann doyði
Gravsteinurin á grøvini. Tað er italski
staturin, sum heldur kirkjugarðin
mynd: privat
mynd: privat