hósdagur 24. juli 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 25. juli 2014
7
Fanga eitt síl
Størstu vøtnini í Føroyum finnur tú í Vágoy, og har eru ríkir møguleikar at stressa av og fanga
eitt síl ella bæði tvey. Sørvágsvatn/Leitisvatn er ómakaleyst at koma til, náttúran er vøkur, og
við so mongum sílum má tað vera mest gevandi løtan, tú gevur tær sjálvum. Fjallavatn liggur
vakurt og friðsælt, og har eru nógv stór og góð síl at fanga. Hviltkinnavatn og Vatnsdalsvatn
liggja meira fjald og hava færri síl, men hinvegin er náttúran einastandandi, og túrurin er
ógloymandi vakur. Fiskikort krevst fyri at fiska á vøtnunum, sum tú kanst keypa á Vága
Kunningarstovu.
FÁ MEIRA AT VITA Á VÁGA KUNNINGARSTOVU
Útferð við
skúlaskipinum
Draganum
Kom við á útferð við stásiliga skúlaskipinum
Draganum. Sjónin, ið møtir tær á veg norður undir tey
stórslignu fuglabjørgini á Kalsoynni og Kunoyarnakki,
er ótrúliga flott og stórbær. Tú kanst ikki annað enn
gerast stoltur av tínum landi, tá tú situr umborð á
Draganum og eygleiðir Føroyar frá síni bestu síðu.
Umborð á Draganum er hugnaligt lugarprát, góð súpan
og heitt kaffi at fáa. Túrurin verður gjørdur hvønn
fríggjadag og varir millum tveir og tríggjar tímar.
FÁ MEIRA AT VITA Á
NORÐOYAR KUNNINGARSTOVU
Kvøldseta í Dali
Fólkalívsmyndin „Kvøldseta“ kann gerast veruleiki, um vitjað verður í Dali. Her skipar
bygdarfólkið fyri kvøldsetu í bygdarhúsinum Eiriksgarði, har børn, ung, tilkomin og gomul
savnast at spinna, karða, nappa, binda og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk
barnaspøl. sagt verður frá søgu, sagnum og ævintýrum, og sungin verður onkur miðaldarvísa
ella okkurt skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali. Eisini verður boðið
breyð við góðum føroyskum viðskera.
FÁ MEIRA AT VITA Á
SANDOYAR KUNNINGARSTOVU
Útferð til
Mykinesar
Mykines má vera kendasta oyggj í
Føroyum – og tað er ikki av tilvild, tí
oyggin er ein sonn náttúruperla. Hvørt ár
tyrpast ferðafólk á oynni fyri vestan, bæði
útlendsk og føroysk. Mykines er kend fyri
sítt ríka fuglalív, súluna og lundalandið,
fyri vakra náttúru og fyri brúnna um
Hólmgjógv. Við staðkendum ferðaleiðara
eru tit í góðum hondum. Túrurin varir á
leið 7½ tíma, og við í prísinum á 750
krónur er sigling og ferðaleiðari.
FÁ MEIRA AT VITA Á
VÁGA KUNNINGARSTOVU
Til gongu millum dalar og fjøll á Streymoynni
Streymoyggin hevur bæði høg fjøll, djúpar dalar og nógvar fjallagøtur. Serliga eru tað túrarnir fyri vestan, til Kirkjubøar og eftir gøtunum kring Tórshavn, sum verða gingnir. Fyri vand gongufólk er
túrurin fyri vestan einastandandi, og fjallagøtan til Kirkjubøar er ein lættur túrur, sum er væl egnaður til familjur. Túrurin úr Havn til Kirkjubøar kostar 200 krónur, meðan túrurin fyri vestan kostar
300 krónur.
FÁ MEIRA AT VITA HJÁ VISIT TÓRSHAVN
Ferðast
í Føroyum
Lagt til rættis: Óli Jákup Jacobsen