hósdagur 24. juli 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 25. juli 2014
8
VIKUSKIFTI
Giftast eitt ár aftaná
ferðsluóhappið
16. mars í fjør gloymir Dánial ongantíð. Hann hevði júst sett damuna
av í Runavík, og á veg út á Toftir leggur ein bilur út fyri hann. Dánial
koyrir av vegnum, fer bóltandi oman eftir bønum og endar vitleysur í
sjónum í einum sundurknústum bili. Við lungum fullum av sjógvi, brotnum
ryggjargeisla og trimum heilabløðingum verður Dánial sendur akutt
til Danmarkar, har hann liggur í koma í eina viku. Í dag er hann so at
siga komin heilt fyri seg, og 5. august giftist hann við unnustuni Ró
Giftast
Óli Jákup Jacobsen
post@sosialurin.fo
Tað er eitt satt undur, at Dánial
Bertholdsen er millum okkara. Donsku
læknarnir søgdu, at hann var ein sól
skinssøga. Ein onnur sólskinssøga verð
ur um tvær vikur, tá Dánial giftist við
síni unnustu, Ró Kajsdóttir.
Einvegis forelskilsi
Ró og Dánial hittust fyrstu ferð eitt sep
temberhóskvøld í Klaksvík fyri skjótt
tveimum árum síðan í 2012, tá hon var
19 ára gomul, og hann var 18.
– Ungdómsmøti var í Betesda, og
ein vinmaður og eg vóru farnir. Eg sá
Ró millum hini fólkini og hugsaði við
mær sjálvum, at eg ætlaði at práta við
hana aftaná møtið. Eg tráspurdi vin
mannin, hvør hon var, hvar hon búði,
hvussu hon var og so framvegis, sigur
Dánial, sum í dag er 20 ára gamal og
er ættaður úr Klaksvík.
Men tað var ikki bara bara at koma
í samband við ljóshærdu gentuna úr
Saltangará.
– Eg fylgdist við eini vinkonu, og
vit rýmdu, beint sum møtið var av. Vit
fóru við bili yvir í Kiosk Vár at keypa
okkurt, sigur 21 ára gamla Ró.
Dánial visti, hvat hann vildi hava,
og tá hann sá Ró rýma, bað hann vin
mannin hjá sær ringja til vinkonuna hjá
henni, sum hann kendi væl.
– Man kann siga, at talan var um
kærleika við fyrsta eygnakast – frá
mínari síðu væl at merkja. Tá vinmað
urin hevði spurt, hvar tær vóru, fóru vit
báðir gangandi yvir í Kiosk Vár. Beint
sum vit skuldu til at fara inn, komu
tær út, og vit endaðu við at standa á
trappuni og práta eina góða løtu, sigur
Dánial.
– Satt at siga tosaðu Dánial og eg
onki serliga nógv tað kvøldið. Hann
tosaði nógv meira við vinkonuna, og
eg hevði mistanka, at hann var forliptur
uppi í henni.
– Men eg visti ikki, hvat vit bæði
høvdu skulað tosað um, tí eg kendi teg
ikki tá, er Dánial skjótur at skoyta uppí.
Ró hugsaði ikki nakað serligt um
Dánial tað kvøldið, men Dánial fekk
kenslur fyri Ró við tað sama.
– Vinmaðurin og eg fóru ein langan
biltúr aftaná prátið uttan fyri Kiosk Vár.
Eg trúgvi, at vit prátaðu í einar tveir
tímar, har vit løgdu eina ætlan, hvussu
hon skuldi blíva mín, sigur Dánial
flennandi.
– Eg fekk kanska ein lítlan mistanka,
tá eg loggaði á Facebook seinni um
kvøldið. Tá hevði eg longu fingið eina
vinarumbøn frá Dániali, sigur Ró.
Noyddi Ró til biltúrar
Dánial hugsaði at smíða, meðan jarnið
enn var heitt, og hann valdi at handla
skjótt.
– Vit koyrdu nokk so ofta biltúrar
um tað mundið, og eg hugsaði, at tað
var ein fínur máti at koma í samband
við hana uppá. Vinmaðurin hevði bil,
og eg fekk hann at skipa fyri biltúrum,
har Ró kundi koma við. Ella rættari
sagt, har vit noyddu hana at koma við.
– Tað eina kvøldið síðst í september
stóðu teir uttan fyri húsini hjá okkum
og komu inn eftir mær. Eg hevði onki
annað val enn at fara við. Men okay,
eg tímdi eisini væl við, sigur Ró við
einum smíli.
Í byrjanini koyrdu ungu fólkini ein
ans biltúr í vikuskiftunum, men skjótt
vant tað upp á seg, og komin inn í
november mánað bleiv tað til næstan
hvørt kvøld.
– Tað vóru ymisk fólk, sum vóru
biltúr. Tey einastu, sum altíð vóru
við, vóru vinmaðurin, Ró og eg, sigur
Dánial, sum hevur eina mostur á
Toftum, sum hann ofta svav hjá, tá
hann hevði verið biltúr í Eysturoynni.
Hóast Dánial og Ró sóust næstan
hvønn dag til biltúrar, var tað yvirrask
andi lítið samskifti, tey høvdu gjøgnum
telefon og internetið.
– Ikki fyrr enn í december byrjaðu
vit so smátt at senda sms’ir til hvørt
annað. Tá hevði eg fingið kenslur fyri
Dániali. Tær komu spakuliga, men tær
komu so til síðst, greiðir Ró frá.
Tvey í bilinum
Dánial skuldi við familjuni halda jól
í Suðurjyllandi. Tá gjørdist Facebook
lívlinjan til Ró.
– Vit vóru niðri í eina viku, og eg
kjattaði við Ró hvønn dag hesar dagar
nar. Ella rættari sagt hvørt kvøld, tí
ljósu tímarnir á degnum vóru rættiliga
upptiknir við øðrum, sigur Dánial.
– Eg gleddi meg til at seta meg við
telduna og vita, um nøkur nýggj boð
vóru komin. Tað er nokk so stuttligt,
at vit byrjaðu at senda sms’ir, áðrenn
vit byrjaðu at skriva á Facebook. Men
soleiðis var tað so hjá okkum, staðfestir
Ró.
Tá Dánial kom aftur úr Danmark,
var tað liðugt við at hava fullan bil, tá
koyrt varð biltúr.
– Nú kundi man sum so siga, at vit
veruliga fjasaðust, og vit byrjaðu at
koyra biltúrar einsamøll. Harafturat
byrjaðu vit at hyggja meira og meira
eftir filmi. Dánial vil vera við, at tað
fyri tað mesta var gentufilmar, sigur
Ró flennandi.
– Eg visti um hetta mundið, hvat
klokkan hevði sligið. Vinkonurnar hjá
Ró høvdu eisini fortalt mær, at hon var
forlipt uppi í mær, sum gav mær eina
rættiliga góða kenslu. 1. februar 2013
spurdi eg so Ró, um vit ikki bara skuldi
gera tað officielt.
Tað er synd at siga, at kunngerðin
um nýggja parlagið loypti hvøkk á
nakran.
– Øll sóu tað koma og bíðaðu bara
eftir tí, sigur Dánial.
Ferðsluóhappið
Alt koyrdi, sum tað skuldi. Dánial og
Ró vóru ung, forelskað og glað. Men
so hendi tað.
– Tað var 16. mars. Eg hevði sett Ró
av við Kiostk Vár í Runavík, har hon
arbeiddi. Eg koyri so víðari og skal út
á Toftir, har mostir mín býr. Snaraður
út úr rundkoyringini og koyrandi út
móti Toftum leggur ein bilur beint út
fyri meg, sum ger, at eg blívi kløkkur
og missi tamarhaldið. Hetta var tíðliga
á seinnapartin, og veðrið var gott,
men júst í hesum svinginum var sýnið
rættiliga vánaligt. Fyri at ikki raka bilin
royni eg at draga rundan um hann,
men koyri upp á autoverndina og fari
so bóltandi oman eftir bønum, greiðir
Dánial frá.
Dánial snýtti deyðan
VIT SKULU GIFTAST
tema í summarvikuskiftinum