Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 25. juli 2014 9 Dánial minnist onki sjálvur frá óhappinum, so tað, ið hann veit, hevur hann frá øðrum. – Bilurin bóltaði tríggjar ferðir, áðr­enn hann 60 metrar seinni endar á tak­inum í sjónum. Eg var rættiliga heppin í óhappinum, tí bilurin lendi á ein­um steini í sjónum, sum gjørdi, at bil­urin ikki sakk. Hevði eg verið lendur nakrar fáar metrar til aðru síðuna, hevði bilurin farið undir, og eg kundi lættliga verið druknaður. Dánial hevði mist vitið og lá bløðandi við høvdinum undir sjónum. Tíbetur handlaði hin bilførarin skjótt og fór rennandi oman til Dánial. – Komin oman til mín loysir hann trygdarbeltið hjá mær og fær meg úr bilinum. Hann fær meg upp á turt, og bangin fyri at eg hevði brotið nakkan, leggur hann seg á ein stein í fjøruni, meðan hann heldur um meg, so eg liggi stúttur, sigur Dánial. Sjúkrabilurin er á staðnum so at siga við tað sama. Tað vóru ikki gingnir meira enn 5 minuttir, áðrenn hann var har. Dánial varð koyrdur beint á Lands­ sjúkra­húsið, og seinni um kvøldið verður hann flogin á Ríkissjúkrahúsið í Keyp­mannahavn. Eg visti, at tað var Dánial Ró var júst farin til arbeiðis í Kiost Vár í Runavík, tá óhappið hendi. – Tá eg hoyrdi sjúkrabilarnar fara ýlandi móti Toftum, kendi eg á mær, at okkurt var galið. Eg ringdi á telefonina hjá Dánial, men hann svaraði ikki, og tá visti eg, at tað var honum, okkurt var hent við, sigur Ró. Mamma Ró arbeiddi eisini í Kiosk Vár, og Ró lænti bilin hjá henni at koyra út á Toftir. – Komin til ólukkustaðið sá eg, at okkurt var hent uttan at síggja nágreini­liga júst hvat, ið var hent. Har vóru nógvir bilar, og eg valdi at koyra til mostur Dánial at vita, um hann var komin fram. Ongin bilur í túninum. Eg fór inn og segði við mostur hansara, at Dánial hevur verið út fyri einum óhappi. Tær fara síðani til ólukkustaðið, og tá tær síggja bilin, fara tær í sjokk. – Sjálv gjørdist eg meira forvirrað enn nakað annað. Men sjálvsagt varð eg eisini sjokkerað. Vit settu okkum í bilin og fóru suður til Havnar at vera rundan um Dánial. Dánial, sum var í koma, fór niður á Ríkissjúkrahúsið sama kvøld saman við mammu síni. Tit skulu vænta tað ringasta Læknarnir í Danmark kundu skjótt stað­festa, at Dánial hevði fingið tríggjar heila­bløðingar, brotið ryggjargeisla og hevði full lungu við sjógvi. Teir góvu ikki Dániali nógvan kjans at koma seg. – Teir søgdu við mammu, at hon ikki skuldi vænta nakað, so tit kunnu ætla, at hetta var tungt hjá mammu og restini av familjuni. Dánial lá í koma í eina viku, áðrenn hann varð vaktur. – Tað var rættiliga løgið at vakna. Eg var sjálvsagt nakað forvirraður, tí eg visti ikki, hvar eg var. Tað føldist bara, sum um eg hevði sovið. Tvær sjúkra­ systrar greiddu mær frá, hvat var hent, og eg var róligur so at siga alla tíðina, sigur Dánial. Dánial var ongantíð bangin fyri, um hann fór at yvirliva, ella um hann fór at gerast lammaður. Tað sama var gald­ andi fyri mammuna og fyri Ró. Øðrvísi var tó við pápanum, sum varð rættiliga bangin um framtíðina hjá soni sínum. – Longu eina viku aftaná eg var blivin vaktur, varð eg útskrivaður. Læknar­nir vóru yvirraskaðir yvir fram­ gongd­ina og søgdu, at eg var sera, sera heppin, og at hetta veruliga var ein sól­ skinssøga, sigur Dánial. Dagin eftir útskrivingina fóru Dánial, Ró og familjan til Føroya. Dánial gekk við kraga í tríggjar mán­ aðir, men í dag hevur hann onki mein av ferðslu­óhappinum. Falskar søgur á Facebook Heima í Føroyum fylgdu tey væl við, hvussu tað gekst Dániali. – Norðlýsið skrivaði um meg, og hvønn dag skrivaði mamma ein upp­ dater­ing á Facebook, hvussu eg hevði tað. – Á mín facebookprofili kom knapp­ liga serstakliga nógvur aktivitetur. Eg haldi, at eini 500 fólk skrivaðu á veggin hjá mær, meðan eini hundrað skrivaðu mær privat boð. Harafturat fekk eg einar 50 vinarumbønir. Men eg góðtók næstan onga vinarumbøn, tí eg visti, at nógv bara vildu hava meg sum vin, tí okk­urt var hent mær. Facebook varð ikki bara nýtt til at vísa góðynski. – Tað floreraði við følskum søgum, um hvat var hent. Fleiri vildu vera við, at eg var deyður, meðan onnur vildu vera við, at eg ongantíð fór at ganga aftur. Tað var eitt sindur løgið at hoyra hesar søgur, sum eg ikki kundi kenna aftur, sigur Dánial. Keypti ringin, meðan Ró sat í bilinum Í dag er Dánial heilt komin seg, og nógv er hent í lívunum hjá Dániali og Ró síð­ an óhappið. Fyrr í ár fingu tey ein son. – Hann eitur Niels eftir abbanum í Klaksvík. Hann hevur verið eitt satt vælsignilsi, og verður hann fittari og fittari fyri hvønn dag, sigur Ró smílandi. Dánial var ikki serliga romantiskur, tá hann legði seg á knæ. – Sum vit koyra í Klaksvíkini í fjør­ summar, steðgar Dánial uttan fyri gull­ handlaran. Hann fer inn og kemur út aftur við eini lítlari eskju. Tá visti eg sjálv­sagt, hvat skuldi henda næst, sigur Ró flennandi. – Hann koyrir síðani niðan á Háls, biður meg koma úr bilinum og leggur seg á knæ. Eg flenni alla tíðina, tí eg haldi hetta vera ein rættiliga stuttligur máti at gera tað uppá, men eg svari so sjálv­sagt »ja«. Ró og Dánial giftast týsdagin 5. august í Betesda í Klaksvík, og verður veitslan fyri innbodnum í Skálanum. Tá ný­gifta parið kemur aftur av brúðarferð í Turka­landi, flytur lítla familjan í eina íbúð í Norðragøtu. Ilt er at siga, hvat fram­tíðin hevur at bjóða, men í fyrstu atløgu fer Dánial í læru sum maskin­ smiður, meðan Ró fer at byrja upp á síðsta árið í Hægri Handilsskúla. mynd: sigmar mørkøre