hósdagur 24. juli 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 25. juli 2014
10
Siðsøga
við Óla Jacobsen
Tók ímóti
Fuglberg
vanlukkutúrin
Ein kollvelting í kokkingini umborð á sluppum var kjøtmaskinan!
Men Jógvan vildi vera maskinmeistari. Minnilig var uppruddingin av
Fuglberg eftir vanlukkutúrin, tá ið skipið fór runt í sjónum
S
um smádrongur minnist eg eisini,
at aftaná jól komu skiparar og
reiðarar at biðja fólk. Tað dámdi
mær sera illa sum smádrongur.
Hetta merkti, at nú fór pápi skjótt
avstað aftur.
Sum greitt frá í fyrra partinum fór eg fyrsta
túrin við Fame, har Jóan Magnus í Lamba var
skipari. Árið eftir førdi Jóan Magnus Irex hjá
Absalon á Skála, og fór eg við har.
Absalon var ættaður úr Syðrugøtu. Hann
handlaði fyrst í Gøtu, men helt, at tað vóru
betri møguleikar á Skálafjørðinum. Á Skála
bygdi hann eisini eitt stórt virki upp.
Vit sluppu í 1938 ikki avstað sum ætlað
vegna tað tiltikna ringa illveðrið tað várið.
Tað hevði annars verið av besta veðri fyrr
um várið, men knappliga øtlaði veðrið. Hetta
merktist ikki minst á Suðurlandinum, har
føroysk skip fingu ein umgang sum sjáldan
fyrr. Tað var í hesum illveðrinum, at Fossanes
gekk burtur við allari manningini.
Beiggi mín Olrik var tá við Marité, har
Óla Jákup Jensen, ættaður úr Kvívík, var
skipari. Teir fingu ein morgunin ein so stóran
sjógv, at stýrhúsið fór til sjós saman við Óla
Jákupi, sum var í stýrhúsinum. Men hann
kom tíbetur fastur í mesanskeytið, sum hekk
uttanborða, og teir fingu hann inn aftur. Hann
var stórur og prúður, umframt at hann var í
oljudansi og stivlum. So tað skuldi eitt ordans
tak at fáa hann inn aftur á dekkið. Óla Jákup
var annars sera virkin í Føroya Skipara og
Navigatørfelag og seinni, í 1957, gjørdist hann
landsstýrismaður.
Kjøtmaskinan var ein kollvelting
Eg var tvey ár við Irex. Vit vóru fleiri gjáar
menn við. Vit komu so til Søldarfjarðar og
skuldu so við Tróndi yvir um til Skála. Vit
vóru so komnir umborð, og vit stóðu tveir
á dekkinum. Tá kom ein bátur rógvandi at
borði, og ein maður rættir okkum eina kjøt
maskinu at taka upp á dekkið. Teir siga so
beinanvegin við hann: »Hvat skal tú gera við
hetta?« Eingin hevði tá sæð eitt slíkt tól um
borð á eini slupp. Hetta var kokkurin, Marius
Frederik Joensen úr Kollafirði, sum seinni
gjørdist verfaðir mín. Jú, hetta tólið skuldi
nýtast til at gera frikadellur við. Hann helt,
at tað líktist ongum, at menninir einki skuldu
fáa at eta afturvið morgunmatinum, sum van
liga bara var breyð og keks við margarini á.
Men hann mundi ikki fingið hendur á hesa
kjøtmaskinu. Absalon var kendur fyri at vera
ein góður reiðari. Men hann var kanska eitt
sindur konservativur.
Absalon var sjálvur í handlinum, og hetta
helt hann lítið um. Hann visti einki um, at
nakað skip fyrr hevði havt eina slíka maskinu.
Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum í dag,
men sum umstøðurnar vóru við kokking tá,
var hetta ein stórhending. Tað var ein stór
frikadella til hvønn mannin hvønn morgun.
Absalon fór nokk so skjótt á húsagang,
og vit kundu mist okkara pengar. Men tá fór
pápabeiggi mín, Sjúrður, til gongu út á Skála,
og hann kom aftur við øllum pengunum hjá
gjáarmonnum. Andreas í Tarti greiddi eisini
frá í FF-blaðnum í 2006, at Absalon gjørdi tað
hann kundi at tryggja monnunum sín part.
Tað var lítið at fáa á Suðurlandinum um
hesa tíðina. Gongdin var, at skipini fóru runt
Ísland og royndu, har frægast var at fáa. So
heim at seta niður epli og skera torv. Og so
avstað aftur. Tað bleiv nakað av útróðri um
heystarnar hvørt ár. Men fiskurin var tá so
smáur, at tað var mest greipufiskur at hanga
upp.
Við Müller
Eg sigldi so tvey ár við Johan í Djónastovu
av Eiði. Tað fyrra árið var eg við Trý Systkin,
ella Tre søskende, sum hon æt. Hon var bygd í
Grimsby í 1882. Hon var ein av teimum fyrstu
sluppunum, sum fingu motor ísettan seinast í
1920-unum ella fyrst í 1930-unum. Hetta var
ein Eleve diesel.
Seinni fór eg við Misletoe, sum var bygd
í Grimsby í 1884. Hetta var undan krígnum.
Undir krígnum varð Misletoe søktur av týsk
um flogfari, og tveir mans vóru so illa skotnir,
at teir doyðu.
Hetta vóru bæði skip hjá Ebbu Müller.
Misletoe var tað størra av teimum. Johan
hevði ført Trý Systkin í nógv ár. Mær dámdi
væl Johan. Tá kríggið byrjaði legðist hann
upp á land.
Ebba Müller var kend sum eitt konubrot.
Hon var donsk og gjørdist tíðliga einkja.
Men hon tók við reiðarínum hjá manninum.
Eisini gjørdist hon enntá formaður í reiðara
felagnum.
Tað varð ringt at sleppa til skips undir kríg
num, tí skipini høvdu nógv minni manning
enn vanligt, men í 1943 slapp eg við Lítlu
Emmu. Hannebeiggi, sum hann varð kallaður,
var skipari.
Fyrsta túrin fingu vit last á Toftum. Hetta
var fiskur frá øllum Skálafjørðinum. Seinna
túrin fóru vit til Aberdeen, og tað varð selt
í Bretlandi. Vit vóru ikki álopnir, men óttin
var har alla tíðina. Eg minnist eina ferð, at
tað kom eitt flogfar aftaná okkum, sum vit
hildu vera ein týskara. Vit høvdu vápn at
verja okkum við. Eg haldi, at vit høvdu tvær
maskinbyrsur. Vit høvdu eisini eitt sokallað
rakettapparat. Her var ein fallskíggi, sum varð
skotin upp við einum veiri í. Hetta skuldi
ræða flogførini burtur við vandanum fyri at
fáa veirin í propellina. Sjálvur var eg yngsti
maður og varð settur til at hála í útloysaran,
tá ið skiparin segði til. Eg hevði, áðrenn vit
fóru, lært hvussu hetta skuldi gerast. Men
hetta gjørdist ikki aktuelt. Tá flogfarið legðist
eitt sindur á liðina sóu vit, at tað var enskt.
Hevði tað komið eitt sindur nærri, hevði verið
skotið eftir tí.
Vit vóru ikki út fyri nøkrum í Aberdeen,
men býurin tyktist at vera væl vardur. Har
sóust eisini nógvar sperriballónir.
Útróður við Gjógv undir
krígnum og so at læra
Tíðina, eg ikki sigldi, róði eg út við Gjógv, har
var nógvur útróður tá. At sleppa av við fiskin
var eingin trupulleiki. Tað kom bátur hjá
Sámal Peter Petersen úr Fuglafirði hvønn dag
eftir fiskinum. Í Fuglafirði varð hann koyrdur
umborð í eitt av skipunum hjá reiðarínum og
sendur til Bretlands. Men hetta gav kortini
ikki teir stóru pengarnar, og tað sum hetta
gav fór til húsið, soleiðis sum tað var vanligt
tá. Tað sama var fyrstu árini eg sigldi.
Tá eg fór at sigla undir krígnum samlaði eg
eitt sindur av pengum, tí nú skuldi eg fara at
læra. Eg hevði so góðan hug at gerast maskin
meistari. So tað ráddi um at fáa eitt lærupláss.
Tað var tó lættari sagt enn gjørt.
Fyrsta royndin var at fáa pláss á skipa
smiðjuni á Skála. So eg fór til gongu at bera
míni ørindi fram. Tað bar ikki til at koma aftur
Jógvan Christiansen 2. partur
So vakurt er við Gjógv