Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 25. juli 2014 11 og fram sama dag, so eg mátti gista á Skála. Har var ein kona, sum tók móti vitjandi, og har slapp eg at gista. Morgunin eftir varð eitt satt ódnarveður við nógvum regni. Men fyri tað skuldi farast til hús aftur somu leið. Vertinnan smurdi mær ein góðan matpakka at hava við. Tann størsti trupulleikin kundi vera at koma um áirnar við hesum áarførinum, sum var. Serliga var tað trupult við Ljósá, sum var serliga stór. Eg ætlaði mær at svimja um hana, men so fann eg ein stein, sum eg kundi traðka á, og so var sloppið. Pápi gjørdist sum rímiligt er bangin um meg, og hann ringdi til Funnings, um tey har høvdu sæð ein ungan drong í hesum veðr­inum. Tað høvdu tey, og eg kom til húsa í øll­um góðum. So nógv varð lagt fyri tá í ørind­um, sum í dag høvdu blivið greidd við ein­um telduposti. Eg skuldi frætta aftur av Skála, um møgu­ leiki var fyri at fáa lærupláss, men tað gjørdi eg ikki. Tað næsta var at royna í smiðjuni hjá Samson í Klaksvík, og tað eydnaðist. Mammu­ beiggi mín, Petur Joensen, var giftur við Thalu dóttir Samson. Petur sigldi við Kjølbro, hann var ein tiltikin raskur maður. Lønin sum lærlingur var ikki tann stóra, tí kom tað væl við at hava spart eitt sindur upp. Tað vóru fleiri smiðjur í Klaksvík um hetta mundið. Ein tann elsta var tann hjá Samson, sum upprunaliga var á Vágsheygnum. Eftir at smiðjan varð flutt norður á Myrkjanoyri komu motorar eisini at vera umvældir har. Jákup Samson hevði fingið sær motorlæru uttan­lands, og tí var hann væl búgvin til hetta. Samson var ein kendur skilamaður. Hann hevði mong álitisstørv, og hann var eisini kendur deknur í mong ár. Í Klaksvík kom eg at búgva hjá eini konu av Strondum, hon var dóttir Jógvan á Høvdanum. Maðurin hevði tuberklar og ferð­aðist aftur og fram til Sanatoriið. Hjálpin var lítil í slíkum umstøðum, so tað bøtti eitt sindur um støðuna at kunna hava onkran búgvandi. Manningin á smiðjuni vóru brøðurnir Jákup og Andrass umframt seks lærlingar. Her var nógv at gera, eisini umborð á skipum. Tók ímóti Fuglberg Her lógu ofta nógvir trolarar á pollinum. Ein dagin í 1946 lógu nógvir og krokaðu, tí veðrið var av tí allar ringasta. Tá fer gamli Skálaberg sum tann einasti trol­arin út til fiskiskap. Skipari var Dávur í Gerðum. Fólk hildu hann vera óðan í høvd­ inum. Dagin eftir kemur hann inn aftur. Tá hevði hann havt samband við tann neyð­ stadda Fuglberg. Hetta er ein kend søga, tá ið Fuglberg, sum var bygdur í Danmark, var á veg heim til Føroya og kom í eitt so øgiligt ill­veður. Tað var so ringt, at Fuglberg snøgt sagt fór runt. Alt gekk fyri og skipið fór illa. Tað gingu trý samdøgur, til teir fingu motorin í gongd aftur, men allur proviantur var oyði­lagdur, so tað fekst ikki ein líkinda biti í fleiri dagar. Tá er tað, at teir fáa samband við Skálaberg, sum so fekk givið boðini víðari til Havnar og Klaksvíkar. Tá fór Norðbúgvin við Svenning Johannesen at leita, og teir funnu Fuglberg 160 fjórðingar í ein landnyrðing úr Kallinum. Teir sleipaðu hann so inn á Klaksvík, har teir komu sunnukvøldið 13. januar um 11 tíðina. Nógv vistu um hetta, og tað vóru nógv fólk á keiuni at taka ímóti, eg var eisini mill­um teirra. Vit á smiðjuni hjá Samson fóru so dagin eftir umborð at fáa skil á. Tað var alt ein hurlivasi. Skipið var jú nýtt, og tað var ný­málað í lastini. Tað var ótrúligt, at eitt skip kundi fara runt. Men vit sóu uppi undir dekkinum spor av tunnum, sum høvdu verið í lastini, so tað er eingin ivi um, at hetta var hent. Vit leitaðu eftir stongini, sum verður nýtt til svinghjólið, men tað var onga staðni at finna. Men samstundis sløddust epli, sum høvdu verið í lastini um alt skipið. Tá ið vit fóru at rudda eplini, funnu vit stongini mitt í epla­ rúgvuni. Kanska hevur onkur meining verið við, at Dávur fór út í hesum illveðrinum! Tað varð eisini sagt, at hann hevði dreymmann, tað vil siga, at hann varð ávaraður í dreymi. Men Fuglberg varð gjørdur í stand aftur, og hann sigldi í mong ár eftir hetta. Eg var eina ferð saman við Poul á eini bussferð í Skot­landi. Tá fortaldi hann meira um hesa ferð­ina. Hann var í stýrhúsinum, tá ið tað breyt. Tá ið ringast stóð til, væntaði hann ikki, at skipið fór at koma á rættkjøl aftur. Teir sum ann­ars vóru við, vóru Poul Jacobsen, sum var úr Svínoy, Símun Michael Zachariassen, ættaður av Kirkju og Thorvald Thomsen, ættaður í Norðragøtu. Eftir at eg var útlærdur á smiðjuni hjá Samson í Klaksvík fór eg á maskin­meistara­ skúla, har eg fekk prógv í 1947. Hesin skúli vardi í 13 mánaðir. Hann var ein partur av naviga­tións­skúlanum, har Jens Pauli í Dali var stjóri. Vit vóru níggju næmingar, og allir kláraðu tað, men tað var neyðugt at dríva á. Próv­dómarar vóru Vilhelm Nielsen, kendur bil­handlari í Havn, og Johan í Grótinum, sum var kendur smiðjumaður í Klaksvík. Hetta var byrjanin til eitt langt lív sum maskin­maður. Komandi partur: Jógvan var við Tre Søskende, sum er uttara skipið á myndini. Hitt er Saltaire. Skipini liggja við Müllers pakkhús og taka útgerð Fuglberg, sum koppaði sær á í sjónum Brøðurnir Jógvan, Olrik, Hans og Poul Christiansen Poul á Fuglberg saman við konuni Betta Um tvær vikur greiðir Jógvan hjá teimum arbeiðum, hann hevur havt sum maskinmeistari millum annað við nýggja Tjaldrinum. Komandi partur verður um ein annan gjáarmann, Dánjal Klein. Henda »kjøt­maskinan« var ein koll­velting hjá húsar­hald­unum í síni tíð. Tað var hon eis­ini umborð á sluppunum