Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen – Um føroysku mynd­ug­leik­ ar­nir viðgjørdu okkara ætlan og umsókn í álvara og fylgdu til­mælinum hjá Landsverk, so skuldu vit farið í gongd longu í dag. Men so er ikki. Vinnu­ málaráðið og Jarðfeingi hava so týðuliga víst okkum, at tey ikki vilja vita av okkara orku­ loysn. Tí er endaliga avgerðin nú tikin, og vit nú fara at mið­savna okkum um eina aðra verkætlan í Danmark. Tað sigur Magni Laksá­ foss, stigtakari til orku­verk­ ætl­anina Vitorka. Saman við verk­frøð­ing­ un­um Thormann Kruse og Tor­kil Zachariassen fór hann seint í 2011 undir føroysku Vit­orku-verkætlanina, hvørs enda­mál er at framleiða hita úr vindorku so bíligt sum gjør­ligt. Tá hevði Magni Laksá­foss júst tikið seg úr politikki, eftir at hava um­ boð­að Sambandsflokkin í bæði Løgtinginum og í lands­ stýr­inum. Bæði sum politikari og sum búskaparfrøðingur hev­ur hann fingist nógv við orku­spurningar, serliga tá tað snýr seg um at finna alt­ ernativ til dálkandi og støð­ ugt dýrkandi oljuna. Avbjóðing Vindorka er ein óstøðug orku­ kelda, og stóra avbjóðingin er, hvussu orkan kann goymast at brúka, tá ongin vindur er. Verk­ætlanin hjá Vitorku snýr seg um at goyma orkuna sum heitt vatn. Tøkniliga ein ein­ føld skipan, har vatntangi við hitalikami verður settur upp í húsunum, og tá orkan frá vindmyllunum ikki verð­ur brúkt til upphiting bein­an­ veg­in, hitar hon hitalikamið og harvið vatnið í tanganum upp. Skipanin er roynd og ana­ lys­erað, soleiðis at Vitorka kann skjalprógva, at hon rigg­ar, er nógv bíligari enn hitapumpuloysnir og kapp­ ingarfør í prísi við tradi­sjon­ ella upphiting við oljufýring. Eis­ini hevði Vitorkað fingið av­talu í lag við eina týska fyri­tøku um bæði fígging og tøkni­ligt samstarv. – Men tað er ikki nóg mik­ ið fyri føroysku mynd­ug­ leik­arnar. Landsverk hevur við­mælt verkætlanina, men Jarðfeingi sigur nei, og Vinnumálaráðið tyk­ist ikki vilja taka nakra støðu yv­ir­høvur. Endaligi mønu­ sting­urin kom, tá Fíggj­ar­ mála­ráðið seint í fjør kravdi, at allar orku- og um­hvørv­is­ verk­ætlanir skulu bjóðast út. Vit áttu helst at havt pakkað sam­an longu tá, men vit hava kort­ini vóna líka til nú, sigur Magni Laksáfoss. Tómur politikkur Um viðferðina frá almennu mynd­ugleikunum í Føroyum sig­ur hann stutt og greitt: – Eg kenni meg væl og virði­liga hildnan fyri gjøldur. Teir kundu havt sagt okkum beinanvegin, at teir ikki vildu geva okkara verkætlan ein møgu­leika, tí tað er nærum skjal­fast, at Jarðfeingi, sum varð­ar av orkuumsitingini og er tilmælandi myndugleiki ikki vil hoyra um annað enn hita­pumpur, sigur Magni Laksá­foss. Hann undrast á, at ongin sam­an­hangur tykist vera mill­um tað, politikararnir siga seg ætla, og tað, ið veru­ liga verður gjørt. – Vit hava ein orðaðan orku­politikk og ein veð­ur­ lagspolitikk, og Vinnu­mála­ ráð­ið sigur seg leggja dent á íverksetan. Men tað, sum vit uppliva, er, at viljin ikki er har, tá til stykkis kemur. Held­ur tvørturímóti. Vit hava rent okkum ímóti alla stað­ir uttan hjá Landsverk frá fyrsta degi, sigur Magni Laksá­foss. Hann er ovfarin av grund­ gev­ingunum hjá Jarðfeingi fyri ikki at vilja tilmæla verk­ ætl­anini hjá Vitorku. Í Sosialinum 4. apríl segði Kári Mortensen, orku­ser­frøð­ ing­ur hjá Jarðfeingi, millum ann­að soleiðis: “Trupulleikin er, at Vit­ orka biður um atgongd til all­ar almennar bygningar, sum tey skulu hita við teirra alt­ernativu orkuloysn. Tað kann eg sum myndugleiki ikki viðmæla (...). Verkætlanin hev­ur ikki prógvað seg enn. Alt ov fáar royndir eru gjørd­ Vindorkufelagið Vitorka víðkar virksemið til Danmarkar, og setir føroysku verkætlania í bíðistøðu. Magni Laksáfoss, ið stovnaði felagið, dylir ikki, at hann er sera vónbrotin av viðferðini, Vitorka hevur fingið frá føroysku myndugleikunum. Magni Laksáfoss er vónbrotin av viðferðini frá føroysku myndugleikunum: – Eg kenni meg væl og virðiliga hildnan fyri gjøldur. Teir kundu havt sagt okkum beinanvegin, at teir ikki vildu geva okkara verkætlan ein møguleika, tí tað er nærum skjalfast, at Jarðfeingi, sum varðar av orkuumsitingini og er tilmælandi myndugleiki ikki vil hoyra um annað enn hitapumpur, sigur hann. Vitorka víðkar virksemið til Danmarkar Vitorka