Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ar, og vit mangla at síggja í verki, at verkætlanin eisini virk­ar. Áðrenn tað verður gjørt, kunnu vit ikki leggja upp­hiting av eini røð av al­ menn­um bygningum upp í hend­urnar á fyritøkuni.” – Eg skilji ikki, hvussu hann kann siga hatta. Fyri tað fyrsta, so hava vit ikki bið­ið um atgongd til allar al­ menn­ar bygningar, men um loyvi at hita bygningarnar hjá Landssjúkrahúsinum, Fróð­skaparsetrinum og Lær­araskúlanum, sum allir liggja nær hvørjum øðrum í vesturbýnum í Havn, og onkrar privatbústaðir og vinnubygningar í granna­lag­ num har. Fyri tað næsta, so ber valla til at prógva verk­ætl­ anina betri við royndum, enn vit longu hava gjørt. Vit hava tøl uppá alt og kunnu svara øllum spurningum. Jarð­ feingi vil millum annað hava stór­skalaroyndir, men tað er júst tað, sum verkætlanin er – hetta er talan um eina royndarverkætlan í fyrstu syftu, sigur Magni Laksá­foss. Í skjótt fýra ár hevur hann arbeitt við verkætlanini utt­ an løn, og tað hevur kostað hon­um heilt nógvar pengar. Hvussu nógv, tað hevur kost­ að honum, heldur hann tó fyri seg sjálvan. Langt á mál Til fánýtis er arbeiðið tó ikki, tí verkætlanin verður ikki slept, men bert sett í bíði­ støðu, so hon kann takast upp aftur, um føroysku mynd­ugleikarnir einaferð fara at sýna henni positivan áhuga. Men fyribils verður virk­ sem­ið flutt til Danmarkar og eina nýggja verkætlan har. – Har er í øllum førum sam­anhangur millum pol­it­ isk­ar orkuætlanir og prakt­ iskan orkupolitikk. Til døm­is bleiv tað 1. januar 2013 bann­ að við lóg í Danmark at hita nýggj­ar bygningar upp við olju­fýring. – Her heima orðaði lands­ stýrið í 2009 ein veð­ur­lags­ politikk, ið sigur, at olju­nýtsl­ an til upphiting á landi skal vera minkað niður í helvt í 2020 í mun til støðið í 2005. Tað gongur ongan veg, og við hita­pumpum verður málið so undir ongum umstøðum rokk­ið, tí vindorka kann ikki brúk­ast til hitapumpur. – Tí fer næstan øll orkan, sum skal brúkast til økta upp­hiting við hitapumpum, at koma frá tungolju á Sunds­verkinum, og lutfallið mill­um orkuframleiðsluna av ein­ari privatari dieselfýrdari olju­fýring og orkuna úr tung­ oljuni á Sundi til eina hita­ pump­umpu er eitt til eitt. Tað merkir, at vit í staðin fyri at nýta ein litur av dies­el í oljufýringini heima í kjall­ aranum fara at brúka ein litur av verri dálkandi tung­ olju á Sundi, sigur Magni Laksá­foss. Ingolf S. Olsen Í 2009 borðreiddi táverandi lands­stýr­iskvinna í inn­lend­ ismálum við einum ambi­ sjøsum veð­ur­lags­poli­tikki, hvørs aðalmál var, at før­ oyska útlátið av CO2 í 2020 skuldi vera minkað við 20 pros­ent­um í mun til støðið í 2005. “Veðurlagspolitikkur Føroya – um at skerja út­ lát­ið av veð­ur­lags­gassum” er heitið á orðaða poli­tikk­ in­um. Í honum eru mál fyri, hvussu nógv oljunýtslan skal mink­ast á ymiskum orku­økjum, og tá tað snýr seg um upphiting á landi er mál­ið, at oljunýtslan í 2020 skal vera minkað við einari helvt í mun til 2005. Men tað gongur seint. – Oljunýtslan er minkað nak­að til upphiting av set­ hús­um, so tað gongur rætta veg­in, men tað gong­ur seint – ógvuliga seint, sigur Suni Pet­ersen, deildarleiðari á Um­hvørv­isstovuni. Við ársenda í 2012 var olju­nýtsl­an til upphiting mink­að við umleið 17 pros­ ent­um í mun til 2005. Sjálvur ivast leiðarin á Um­hvørv­isstovuni stórliga í, at tað fer at bera til at røkka mál­inum, um at CO2-útlátið er minkað við 20 pros­entum í 2020 í mun til 2005. – So skal okkurt ógvuliga muna­gott henda heilt skjótt. Tað gongur seint at minka olju­nýtsl­una á landi, men skipini, fiski­flotin, er nógv tann størsti trup­ul­ leik­in, tá tað snýr seg um olju­nýtsluna. Vit síggja her, at olju­nýtslan á sjónum sveiggj­ar við gongdini í fiski­skapinum, sigur Suni Pet­e­rsen. Tað merkir so, at fram­ gongd í fiski­skapinum – ið jú er avgerandi fyri framgongd í búskapinum – arb­eiðir ímóti málinum í veð­ur­lags­ poli­tikkinum. Tað gongur seint Deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni ivast stórliga í, at tað fer at bera til at náa verðurlagspolitisku málini til tíðina. Um Føroyar skulu røkka málinum um, at CO2-útlátið er minkað við 20 prosentum í 2020 í mun til 2005, so skal okkurt ógvuliga munagott henda skjótt, sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. Magni Laksáfoss greiddi í Sosialinum 4. apríl frá Vitorku-verkætlanini, og at teir ætlaðu at rigga av. Nú er avgerðin ítøkilig. Á somu opnu kom Jarðfeingi við sínum grundgevingum fyri at vísa verkætlanini frá sær – ein grundgeving, sum Magni Laksáfoss í dagsins blað greitt vísir aftur.