hósdagur 31. juli 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
spurningar og svar
Pisudagar eru hentir
hjá tær, ið fert
undir hægri lestur
uttanlands í heyst
Á hvørjum ári fara hundraðtals
føroyskar pisur undir víðari lestur,
bæði í Føroyum og uttanlands.
Hetta er ein sera spennandi tíð, ið
krevur nógva fyrireiking, og sum
eisini hevur nógvar spurningar
við sær. Tí skipa MFS (Meginfelag
Føroyskra Studenta), ASK (Altjóða
Skrivstovan) og Eik fyri Pisudøgum
á hvørjum ári. Tiltakið er ætlað tær,
ið fer undir víðari lestur uttanlands,
og endamálið er at geva tær høvi
at seta spurningar, fáa góð ráð og
tosa við onnur, ið eru í somu støðu
sum tú, soleiðis at tú kemur so væl
frá byrjan sum gjørligt. Aftur í ár
verður eisini høvi at hitta umboð
fyri Ráðgevingina fyri føroyingar
í Danmark, og umboð fyri Leinkj
an.fo.
Tiltakið verður mánakvøldið 4.
august kl. 19.30 á deildini hjá Eik í
Klaksvík og týskvøldið 5. august kl.
19.30 á Ungdómsdeildini hjá Eik í
miðbýnum í Havn
Skráin
•
Umboð fyri Eik geva tær góð
ráð um fíggjarlig viðurskifti,
m.a. hvussu tú stovnar eina
NemKontu og týdningin av at
leggja eina góða fíggjarætlan.
•
Umboð
fyri
MFS
greiða
frá
ymiskum
praktiskum
viðurskiftum og hvussu tú
sum lesandi kanst fáa gleði
av MFS. Eisini verður høvi
at práta við MFS-umboð úr
ymsum londum.
•
Umboð
fyri
Vinnuhúsið
greiða frá nýggja spennandi
átakinum 'Leinkjan.fo', sum
skal binda føroyskar fyritøk
ur og fólk undir útbúgving
tættari saman.
•
Randi Johannesen, ið dag
liga ráðgevur føroyingum í
Danmark, gevur tær góð ráð
um m.a. skattafrádrátt, ferða
ískoyti, lestrarstuðul og bú
staðarviðurskifti.
•
Holger
Arnbjerg,
ið
hev
ur drúgvar royndir við at
vegleiða lesandi, fer at greiða
frá, hvussu tú kanst brúka
ASK í sambandi við hægri
lesnað – bæði áðrenn og aftan
á at tú ert farin í gongd. Har
afturat hevur hann nógv góð
ráð um, hvussu tú kemur væl
frá lestrarbyrjan.
•
Eftir
framløgurnar
verða
luttakararnir
bólkaðir,
alt
eftir hvar tey fara at lesa. Í
bólkunum verður høvi at tosa
við onnur ung, ið eru/fara
uttanlands í lestrarørindum
og
seta
ASK,
MFS,
Eik,
Leinkjuni og Ráðgevingini
nærri spurningar.
•
At enda verður møguleiki at
“mingla” og fáa sær okkurt
leskiligt til góman.
Spurningur 1
Hvussu nógv eru tikin upp á Fróðskaparsetur Føroya í ár og
hvat var lægsta miðaltalið á kvotu 1?
Føroyingurin
Svar til Føroyingin:
Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri
Føroya var úti, vóru 366 umsóknir innkomnar. Av teimum
hava 250 fingið bjóðað lestrarpláss.
Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soljóðandi:
Bachelor-nám
Sjúkrarøktarfrøði:
22 – lægsta miðaltal í kvotu 1: 8,6
Lærari:
35 – lægsta miðaltal í kvotu 1: 8,4
Námsfrøði:
35 – lægsta miðaltal í kvotu 1: 7,7
Á hinum útbúgvingunum vórðu øll tey, sum luku treytirnar,
tikin upp.
Lívfrøði:
16
KT-verkfrøði:
29
Føroyskt (BA og hjánám):
23
Politik og umsiting:
17
Søga:
19
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging:
27
Master-nám
Master í Føroyskum:
9
Master í lóg:
18
Eftir 4. august, tá freistin at lata inn váttan um innskriving
er úti, ber tað til at søkja um tøk pláss, um mann lýkur
upptøkutreytirnar.
Vinarliga Bjørg og Holger
Spurningur 2
Kunnu tit geva mær góð ráð og vegleiðing til, hvussu eg kann
fáa eina góða byrjan á mín komandi lesnað?
Tann spenta
Svar til tí spentu
Kom væl í gongd frá lestrarbyrjan:
•
Finn skjótt saman við góðum lestrarfeløgum
•
Far til tímar og slepp tær undan (ov nógvum) arbeiði í
lestrartíðini
•
Tak ábyrgd fyri egnari læring
•
Legg til rættis og raðfest títt arbeiði og frítíð
•
Ver kritisk/ur – ikki neilig/ur – men granskandi
•
Ver virkin í lestrarumhvørvinum
•
Halt frí frá bókunum/lesnaðinum av og á
•
Hugsa um starvslæru- og skiftismøguleikar undir
lesnaðinum
•
SPYR teg fyri, áðrenn tú rennur teg fasta/n…
•
Fyrireika teg til at læra nýggj ting við einum øðrum slagi
av lærarum og á ein nýggjan hátt og meiri sjálvstøðugt
enn áður.
•
Skiftið kann vera stórt – eisini hvat próvtølunum
viðvíkur
•
Men tað eru nógv, ið fegin vilja hjálpa tær
GÓÐAN LESIHUG
GG! HALT TÍÐARFREISTIRNAR!
Vinarliga Bjørg og Holger
Pisudagar 2014