hósdagur 31. juli 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
“Tá ið teir sóu landið,
var tað ein vøkur sjón.
Birtist teimum í barmi
frælsistreysti og vón. –
Tindar og grønar líðir
dagaðu upp úr sjó.
Ljóðaðu undir bjørgum
tey kendu heimligu ljóð.”
Ja, føgur hevur sjónin ver
ið, tá hetta oyggjaland úti
í Atlantshavi á fyrsta sinni
kom fyri mannaeygu. Veður
lagið gjørdist um tað mundið
munandi fjálgari, og vit
kunnu bara ímynda okkum
grønskuna her á landi, tá
allur vøkstur óskalaður av
seyðabiti var sloppin at men
na seg.
Og so at stíga á land,
kenna
gróðrarangan
í
nasar og hoyra ljómin frá
túsundatals
fuglameingi
við strendur, undir bjørgum
og millum dalar og fjøll! Jú,
sanniliga hevur tað verið
hugaligt her at festa búgv
og hartil liviligt við eisini tí
veiðiríkidømi, sum svam í
dýpunum útfyri.
Í seinni øldum komu tíðir
við niðurgangi, tá kuldin seig
seg samanum í norðurhøv
um, og eitt nú Svartideyði
týndi stóran part av fólki
num.
Tað var tó júst um hesa tíð,
eftir 1400 , at føringar fóru
at fóta sær sum egin tjóð.
Føriska málið hevði tá fing
ið síni serstøku frámerkir
burtur úr tí fornnorrøna.
Dansurin var komin til land
ið, fekk her tíðliga sítt egna
lag, og við honum tók kvæða
skaldskapurin seg upp við
evnum úr altjóða mentanar
søgu.
Egið skriftmál fingu vit
tó ikki eins og at kalla allar
aðrar lutherskar tjóðir eftir
siðaskiftið. Men í samveru og
málsligum samskifti á sjógvi
og á landi - og tá serliga
kvøldsetuløturnar í royk
stovunum - vaks seg upp
ein frásøgu- og skaldskapar
mentan á mannamunni, sum
fólk uttaneftir í seinni tíðum
hava hámett og undrast á.
Tíðarinnar tonn hevur sett
síni brýndu merkir á kvæðir,
sagnir, skjaldur og orða
tøk, og okkurt er horvið í
gloymskunnar havi, tí skriv
ligur búni ikki var tøkur at
klæða hendan mentanararv
í til varðveitslu.
Men móti endanum av
18. øld gjørdi vágamaðurin
Jens Christian Svabo tað
bragd - umframt sítt stóra
savningar- og upplýsingar
verk - at leggja støði til eitt
skrivingarlag í samsvari við
málsliga veruleikan tá.
Í góða hálva øld víðkaðu
aðrir um hetta grundarlag,
og í 1845 helt V. U. Hammers
haimb, at nú var komið á
mál við einari føriskari rætt
skriving. Men longu árið eftir
fingu útlendingar uttan inn
lit í okkara viðurskiftir rent
hendan okkara mentanarliga
nýbygning um koll, og vit
fingu
eina
aftursøkjandi
stavseting burtur frá tí liv
andi málinum, sum hevur
verið og enn er okkum ein
meinur trupulleiki í skrivlig
ari framkomu og orðaskifti.
Nýggja tíðin førdi við
sær tørv á almennari skúla
skipan; men tá dansktmælt
ur fólkaskúli bleiv smoygd
ur inn yvir okkum, hóast
mentamenn
við
gamla
Grundtvig á odda staðiliga
mælti frá at fara við føring
um sum um teir vóru danir,
fekk hendan skúlaskipan
skaðiliga ávirkan á okkara
móðurmál.
Stutt eftir varð monopol
handilin avtikin, og nýggj
vindeygu úteftir vórðu latin
upp. Fiskivinna og handils
skapur tóku dik á seg, fólkið
gjørdist meira tilvitað um sín
samleika, og á jólafundinum
1888 og á trettandafundinum
eftir hann varð kós sett
fram móti vinnuligari og
tjóðskaparligari
menning.
Men hendan veking til egið
framtak og ábyrgd av egn
um
viðurskiftum
skapti
eina mótrørslu til varsemi
og afturhald, sum førdi til
tvíning og split beint eftir
næstseinasta aldarskifti og
gjørdist darvandi fyri sam
felagsmenningina.
Men nú eftir meira enn
hundrað ára oyðimarkar
gongd við flokspolitiskum
rembingum og tvídrátti man
í okkara tó so framkomna
samfelag
neyvan
nøkur
ósemja vera millum fólk - og
her fyri aftan á tingi - um, at
søtastur er sjálvgivin biti, og
at haldgóður framburður má
hvíla á egnum herðum.
Stórar eru ætlaninar fyri
framman, sum krevja semju
og gott politiskt áralag.
Ull var Føroya gull, seinni
bleiv tað fiskurin, men í dag
krevur samfelagið meira enn
nakrantíð bókligan kunn
leika og tekniskan førleika.
Tað vekir tí til bjartskygni,
at tað í skúlamálum er far
ið í holt við okkara størstu
byggiverkætlan nakrantíð:
Skúladepilin við Marknagil.
Vónríkt er tað somuleiðis,
at Fróðskaparsetrið støðugt
økir um síni tilboð, og at vit
soleiðis fáa ment eitt fjøl
broytt
lesnaðarumhvørvi
á høgum stigi, har føriskur
ungdómur
kann
leita
sær til hægri lesnað og
annars verða gróðursettur
í heimalendi, áðrenn søkt
verður til serútbúgvingar
aðrar staðir, og har lesandi
uttanífrá eisini eru væntandi
at seta dám á.
Við teirri miklu tunnils
ætlan, har tey størru bú
staðarøkini
fyri
norðan
verða nærri knýtt at høvuðs
staðnum, verður skapt eitt
samanhangandi,
ríkari
býarumhvørvi til framburð
og trivnað ikki minst hjá
teimum ungu. Við øktari
útbygging av samferðslu
kervinum fer hetta eisini at
hava mennandi ávirkan á
viðurskiftini úti um landið.
Viðvíkjandi lívsinnihaldi
kemur eisini tað listarliga inn
í myndina.
Skaldskaparliga hava vit
verið væl við frá fornari tíð
og hava ment okkum mun
andi síðan tá.
Tíðliga fóru føringar at
spæla sjónleik bæði á bygd
og í bý. Men skammiligt er
tað , at okkara høvuðsstaður,
sum longu í 1926 við nóg
illa 3.000 íbúgvum fekk sítt
prýðiliga
Sjónleikarhús,
í
dag við brátt 20.000 íbúgvum
ikki enn hevur fingið í lag
virðiligar hølisumstøður til
sjónleik. Kortini uppliva vit
regluliga leiklistarlig avrik á
professionellum stigi.
Myndlistin man, saman
við bókmentum, vera tann
listargreinin, har vit hava
gjørt mest vart við okkum.
Líta vit at tí tónlistarliga, so
uppliva vit í hesum árum eina
blóming sum aldri áður - bæði
til klassiskar og traditionellar
framførslur og til skapan
og fremjan av rytmiskum,
improviserandi eins væl og
nútíðar skrivaðum tónleiki.
Gleðiligt er tað, at Havnin nú
fær sín nýggja musikkskúla,
sum eisini fer at geva íblást
ur út í alt tað føriska musikk
skúlaøkið.
Eisini filmslistin er við at
vinna fram í Føroyum. Fleiri
talent hava longu gjørt vart
við seg á so høgum stigi, at
tey veruliga eru við til at seta
Føroyar á heimskortið. - Her
kundi eisini verið borið við
ítróttarlig og onnur føroysk
brøgd á sjógvi og á landi.
Men
undirstøði
undir
allari tilveru er eitt vinnulív,
sum gevur nøktandi fíggjar
ligt avkast.
Landbúnaðurin, sum í
øldir bar øllum uppi, tykist at
vera komin á fallandi føtur.
Men uttan mun til, hvussu
útlitini her kunnu vera, so
hevur tað harmað mang
an at síggja forna Førja-
gullið víða hvar at fara upp
í royk. - Áhaldandi dygd
arverk til innsavningar og
góðskingar hava privatfólk
í mong ár framt á hesum
øki - listarhandverk burtur
úr førisku ullini eru vorðin
gitin um allan heim, og
ikki er tað lítið valaverk,
sum føriskar kvinnur víða
hvar nýskapandi hava lagt
úr hondum. Tí er tað so
umráðandi, at eisini ullar
dygdin verður havd í huga í
einum møguliga nýskoðað
um seyðahaldi, og at hond
verður tikin um tað, sum
vunnið er fram til.
Fiskivinnan er og verður,
saman
við
fiskaalingini,
framhaldandi
okkara
høvuðsvinna. Nú nýggj fiski
vinnulóggáva skal á ting
borð, er at ynskja eftir, at
úrskurðurin eftir ta torføru
politisku telving, sum her er í
vænti, verður ein burðardygg
og samhaldsføst skipan, sum
á besta hátt ber okkara sam
felag framá til eina socialt
trygga og virðiliga framtíð.
Men ongantíð á árinum
er fjøldin meira sinnað til
semju og hugnaliga sam
veru enn á okkara tjóðar
hátíð. Kenningar hittast,
vinarløg birtast, og yvir
øllum streymar ein ylur til
jaligar og spennandi felags
upplivingar. - Prýðiligur
er høvuðsstaðurin í sínari
skrúð, og prýðiligan dám
setur skarin av yngri og eldri
fólki á í sínum fagra tjóð
búna. Jú, á ólavsøku eru vit
sjónliga føringar meira enn
nakrantíð. Men ynskiligt
er, at ein sinnilig tjóðskapar
kensla heldur sær eisini inn í
gerandisdagin.
“Hvar enn tín fótur fjakk
ar, hvar enn tú festir búgv,
ber altíð títt føðiland í
minni”. Soleiðis yrkti Gulak
Jacobsen, og í sama anda lata
vit nú unga skaldið Fríðrik
Petersen eiga seinastu orðini
í hesari setanarrøðu:
“Mítt føðiland! Tað ynski
mær
í hjarta er,
at lukkan góð má fylgja tær
á tíni ferð,
so leingi sólin roðar í fjøll
um morguntíð,
og skuggi fer um grønan vøll
og bratta líð.
Gud signi mítt føðiland
Føroyar.”
Takk fyri! – og góða
ólavsøku 2014!
Fjøldin sinnað til semju og samveru
Setanarrøðan hjá Ólavi Hátún á ólavsøku