hósdagur 31. juli 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 85 · 1. august 2014
8
VIKUSKIFTI
kærleikan
í bygdini
– Tað var strævið at goyma kærleikan, tá tað einasta, man ynskti,
var at fortelja øllum, at vit vóru par. Øll vistu, at vit vóru par, men
ongin tosaði um tað. Anna Abelsen av Eiði og bóltsnillingurin og ein av
kendastu profilunum hjá EB/Streymi, Hans Pauli Samuelsen, skulu giftast
16. august, men tey fingu eina heldur torføra byrjan á sítt parlag
Giftast
Óli Jákup Jacobsen
post@sosialurin.fo
Fimm ár er á muni millum 34 ára gomlu
Onnu og og 29 ára gamla Hans Paula.
Men tað nakað, sum hvørki teirra
hugsar um.
– Hon er og hevur altíð verið so ung
í sinninum, at eg síggi hana sum mín
javnaldra, sigur Hans Pauli um sína
komandi konu.
Saman hava Anna og Hans Pauli
dóttrina Sesiliu, ið føddist 20. september
2013, og saman við tveimum døtrum
hjá Onnu búgva tey á Eiði.
Varð happað í skúlanum
Anna er fødd í Grønlandi og búði har
fyrstu árini av sínum lívi.
– Mamma mín er grønlendsk,
og pápi mín er danskari, og eg búði
fyrstu tíðina í suðurgrønlendska bý
num Qaqartoq, sum á donskum kall
ast Juliannehåb. Mamma og babba fóru
hvør til sítt, og tá eg var sjey ára gomul,
møtti hon einum føroyskum timbur
manni, sum var komin til Grønlands at
arbeiða. Tey blivu síðani par og fluttu
til Føroya at búgva í 1987, og her havi
eg búð síðani, sigur Anna.
Anna flutti saman við mammu síni,
lítlusystrini og fosturpápanum til Eiðis,
har hon eisini byrjaði at ganga í skúla.
– Tað var løgið at flyta til Føroya.
Í byrjanini varð eg happað illa, og var
tað, tí eg ikki dugdi at tosa føroyskt.
Børnini gjørdu eisini gjøldur burtur úr
mínari útsjónd, sigur Anna, sum í dag
tosar føroyskt sum ein føroyingur.
–
Happingin
hevur gjørt Onnu
ótrúliga sterka, og
eg havi í veruleik
anum onki at siga í
húsinum her, skoytir
Hans Pauli skemti
liga uppí.
– Tá eg síðani
fekk
vinkonur,
gjørdist alt nógv
lættari og betri. Eg
skilti, at hini børnini
dugdu ikki danskt,
so eg var noydd til
at læra meg føroyskt. Øll børnini í
bygdini spældu síðani saman, og tað
var alt gott.
Anna tosar og skilir enn væl grøn
lendskt, hóast hon ikki hevur búð har í
27 ár. Hon dugir tó ikki at lesa og skriva
grønlenskt.
– Eg eri stolt av mínum grønlendska
samleika, sigur Anna avgjørd.
Tá vaksna gentan
møtti smádronginum
Søgan um Onnu og Hans Paula byrjar
í Haldórsvík fyri nógvum árum síðani.
– Fosturpápi mín hevði ein vinmann
í Vík [Haldórsvík, red.], og vit vóru ofta
har og vitjaðu. Meginpartin av sumru
num brúktu vit í Vík og somuleiðis
mong vikuskifti, sigur Anna.
Hans Pauli er føddur og uppvaksin í
Vík. Hann lærdi Onnu at kenna, tí hon
var so ofta og vitjaði í bygdini. Men
aldursmunurin gjørdi, at tey ikki kundu
eitast fyri at vera vinfólk tá á sinni.
– Eg minnist tað eina summarið í
Vík. Eg var 11 ára gamal og var farin
við bólti undir hond
oman á lítla fótbólts
vøllin í bygdini.
Tá kemur Anna –
sum jú er 16 ár og
í mínum eygum ein
vaksin tannaáringur
– framvið og sigur
»Hvussu nógv ár ert
tú? 9?«. Eg gjørdist
firtin og svaraði
»F**k you, eg eri
11« og gekk avstað,
greiðir Hans Pauli
flennandi frá.
Forlovað við
systkinabarninum
Í 2001 flutti Anna til Víkar at búgva.
Hon varð forlovað í bygdini og flutti
inn í hús saman við sjeikinum.
– Vit vóru saman í nøkur ár og fingu
eisini tvær døtur saman. Men í síðsta
enda gekk tað ikki millum okkum, sigur
Anna, sum tó skoytir uppí, at hon og
fyrrverandi sjeikurin hava eitt gott for
hold.
– Hann er ofta og vitjar okkum her á
Eiði, og vit finna øll væl út av tí.
Tá Anna flutti endaliga til Víkar,
komu hon og Hans Pauli at kennast
sum vaksin.
– Vit arbeiddu saman á flakavirk
inum í Vík. Eg byrjaði at arbeiða har í
2001, stutta tíð aftaná eg varð liðugur í
fólkaskúlanum sum 17 ára gamal. Anna
kom so eitt sindur seinni.
– Eg arbeiddi har, áðrenn Hans Pauli
byrjaði, men hevði verið í barnsburðar
farloyvi júst tá.
Hóast Anna var í einum parlagi,
funnu hon og Hans Pauli altíð væl út
av tí og vóru góð vinfólk.
– Tað hevur altíð verið góð kemi
millum okkara. Vit hava eitt sindur
sama humor, eru líka tvætlut og hava
nógv felags áhugamál, sigur Hans Pauli
og dregur millum annað fram EB/
Streym, sum bæði spæla við.
– Men har var onki ímillum okk
ara. Vit høvdu nógv at tosa um, men
hvørgin okkara hevði kenslur fyri
hinum, sigur Anna, sum gavst á flaka
virkinum summarið 2006. Hans Pauli
gavst hálvt ár seinni.
Fyrrverandi sjeikurin hjá Onnu, sum
hon hevur tvær døtrar við, er systkina
barn Hans Paula. Tá genturnar vóru
lítlar, var Hans Pauli altíð í familju
føðingardag.
– Í Vík koma øll hvørjum øðrum við,
so um onkur heldur okkurt, møtir næst
an øll bygdin. Hans Pauli plagdi eisini
at ganga inn til okkara, og tá døturnar
vóru 3 og 5 ár, vóru tær heilt forliptar
uppi í Hans Paula, tí hann var fótbólts
spælari. Harafturat dugir hann ótrúliga
væl við børnum og plagdi altíð at spæla
og tvætla við tær, sum tær settu stóran
prís uppá, sigur Anna.
Øll vistu tað
– ongin tosaði um tað
Meðan Anna og systkinabarn Hans
Paula enn vóru par, var Hans Pauli ofta
inni og vitjaði.
– Tað er týdningarmikið at sláa fast,
at vit ongantíð høvdu nakað koyrandi,
meðan tey vóru par. Eg havi sum so
altíð hildið Onnu vera fitta og vakra,
men onki meira enn tað. Eg vitjaði sum
vinur og familja. Ofta vóru vit nøkur,
Krógvaðu
VIT SKULU GIFTAST
tema í summarvikuskiftinum