hósdagur 31. juli 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 85 · 1. august 2014
9
sum gingu inn til teirra og hugdu eftir
filmi. Mær dámdi og dámar væl enn at
hyggja eftir filmi, so tað var onki løgið
í tí, sigur Hans Pauli avgjørdur.
Í 2009 valdu Anna og táverandi
sjeikurin at fara hvør til sítt, men brotið
hevði onki við Hans Paula at gera.
– Genturnar ynsktu at búgva í Vík,
har tær høvdu búð allan sín uppvøkstur,
so vit tríggjar fluttu í onnur hús í Vík.
Hans Pauli byrjaði nú at fáa veru
ligar kenslur fyri Onnu, sum hann
longu kendi væl frá fleiri ymsum
samanhangum.
– Eg helt fram at hyggja eftir filmi
saman við Onnu. Áður fór eg at hyggja
eftir filmi fyri at síggja ein góðan film,
men nú var tað meira fyri at síggja
hana, sigur Hans Pauli.
– Kenslurnar hjá mær komu eisini
rímiliga skjótt. Tað var rættiliga lætt
hjá okkum at nærkast hvørjum øðrum,
tí vit kendust jú longu so væl. Okkara
parlag byrjaði at útvikla seg um veturin
2009, sigur Anna.
Men tað var ikki lætt hjá Onnu og
Hans Paula at lata parlagið útvikla seg.
Vík er ein lítil bygd, og teir báðir eru
systkinabørn.
– Vit høvdu eitt loyniligt fjasarí í
langt yvir eitt ár. Har vóru so nógv
ymisk viðurskifti at taka atlit til, og
valdu vit tí at hava eitt parlag í tí dulda,
greiðir Hans Pauli frá.
– Øll vistu tað tó, og vit vistu, at øll
vistu tað. Ongin segði bara nakrantíð
nakað. Á ein hátt var talan um eitt
tabuparlag, sigur Anna, sum heldur, at
tað var strævið at krógva seg og kær
leikan fyri umheiminum.
– Hóast øll vistu tað, lótu vit sum
onki. Tá genturnar hjá Onnu høvdu
føðingardag, fór eg í føðingardag sum
systkinabarn pápan. Í bakspeglinum
tykist hetta løgið, men vit føldu tað
vera rætt við atliti til støðuna, sigur
Hans Pauli.
»Flýddu« til Eiðis
Á nýggjárinum í 2010 valdu Anna og
Hans Pauli at gera parlagið alment. Tá
høvdu tey í yvir eitt ár livað í einum
»loyniligum« parlagi.
– Tað var ein øgiligur lætti, og øll
vóru glað. Hetta kom ikki sum nakað
yvirraskilsi fyri nakran, og fólk tóku
væl ímóti kunngerðini.
Hóast parlagið nú var alment, var
tað hart hjá Onnu og Hans Paula at
búgva í Vík, tí tey føldu, at tey kundu
ikki liva frítt. Í mars 2011 flutti Anna
aftur til heimbygdina Eiði.
– Hans Pauli flutti við okkum til
Eiðis. Genturnar vóru blivnar ordiliga
góðar við Hans Paula, so tær vóru
glaðar um, at Hans Pauli flutti við
norður, sigur Anna, sum nú føldi, at
hon kundi liva eitt vanligt lív.
Í dag er Hans Pauli fosturpápi at
gentunum hjá Onnu.
– Tað gongur ordiliga væl. Tær virða
meg og tað, sum eg sigi, hóast bæði
tær og eg vita, at eg ongantíð skal taka
leiklutin hjá pápanum. Uttan at taka
munnin ov fullan kann eg siga, at tær
altíð hava verið góðar við meg og eg
við tær, sigur Hans Pauli.
Filmromantiskt fríggjarí
Á nýggjárinum í fjør legði Hans Pauli
seg á knæ. Inspiratiónina til fríggjaríið
hevði hann fingið frá teimum mongu
filmunum, hann hevur sæð gjøgnum
ár og dag.
– Eg ætlaði satt at siga at fara á
knæ á hennara føðingardegi í fjør,
men ringarnir úr Danmark vóru so
nógv seinkaðir, at tað læt seg ikki
gera.
– Men eg valdi so at gera tað á
nýggjárinum í staðin. Eg vildi gera
nakað eyka burturúr, so eg hevði fyri
reikað meg væl. Onkur vildi kanska
hildið, at eg var eitt sindur sukursøtur,
tí eg ynskti ein slíkan filmromantik,
men tað passaði væl til mín og til Onnu,
sigur Hans Pauli.
Klokkan 23 nýggjársaftan spurdi
Hans Pauli Onnu, um hon ikki líka
skuldi ein túr niðan til systir sína. Hann
skuldi vera eftir heima at ansa lítlu
dóttrini, sum bara var góðar tríggjar
mánaðir.
– Eg hevði ongan mistanka og helt,
at hatta ljóðaði sum ein rímilig ætlan
fyri kvøldið, sigur Anna.
Meðan Anna var og vitjaði systrina,
hevði Hans Pauli úr at gera at fyrireika
fríggjaríið.
– Onnu dámar ótrúliga væl orkide’ir,
so eg gjørdi eina gøtu frá gongini og
inn í stovuna burtur úr orkide’um.
Harafturat tendraði eg eini 120 fýrfats
ljós, og inni í stovuni hevði eg so gjørt
eitt hjarta úr somu blómum og ljósum.
Tað var ikki bara bara, tí á øllum ljós
unum skuldi eg boyggja veikin upp og
síðani tendra hann, so eg tuskaði aftur
og fram í einar 20 minuttir. Um tað ikki
var nokk, so byrjaðu tey fyrstu ljósini
at sløkna, áðrenn eg var komin runt at
tendra øll, sigur Hans Pauli flennandi.
Men tað gekk, og Hans Pauli hevði
latið seg í klædning, og alt var klárt. Nú
var bara eftir at bíða eftir Onnu.
– Nakað aftaná midnátt kom eg
so heim. Tað fyrsta, eg hugsaði, tá
eg opnaði hurðina, var, at har var so
óalmindiliga heitt. Tað var sum at koma
í ein hitamúr. Síðani fylgdi eg blómu
gøtuni og sá, at Hans Pauli stóð í ein
hjarta mitt í stovuni, fór á knæ og segði
nøkur vøkur orð.
– Eg gjørdist ógvuliga rørd, og eg fór
at gráta. Løtan var fantastisk og hevði
ikki kunnað verið betri, sigur Anna,
sum sjálvsagt segði »ja«.
Hans Pauli hevði eisini eina kenslu
borna løtu.
– Sum eg stóð har, bleiv eg rørdur, og
talan ljóðaði ikki heilt, sum tá eg hevði
vant hana framman fyri speglinum.
Giftast á føðingardegnum
Vígslan hjá Onnu og Hans Paula verður
í Víkar kirkju 16. august. Veitslan verð
ur í EB húsinum á Eiði, har tað verður
vælkomst.
– Anna fyllir 35 ár tann dagin, so
hetta verður ein samanrenning av føð
ingardegi og brúdleypi, sigur Hans Pauli.
– Vit hava valt at hava vælkomst, so
kunnu øll tey, ið ynskja at gleða okkum,
koma í brúdleyp. Tað setir sjálvsagt
krøv til matgerðina, men tað man fara
at ganga, sigur Anna, ið kann avdúka,
at tey fara at hava kalt borð við øllum
tí góða úr føroyska køkinum.
Aftaná brúdleypsdagin heldur
dagliga lívið hjá familjuni á Eiði fram.
Hans Pauli fer at seta sjøtul á sítt triðja
ár sum elektrikaralærlingur, meðan
Anna, sum er útlærdur frisørur, fer at
royna seg við eini frisørsalong á Eiði.
myndir: sigmar mørkøre