hósdagur 31. juli 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 85 · 1. august 2014
10
festivalurin við at
gerast sjónligur
Fólkatónleikarastevnan hevur verið í hæddini, nú hásummarið er farið
framvið. Stevnan fer fram kring alt landið, eisini á smáplássum, og
mánadagin 21. juli var árligi stevnudagurin í Mykinesi, og sigast má, at best
goymdi tónleikafestivalurin var sera væl vitjaður henda dagin á útoyggj
fólkatónleikarastevna
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fólkatónleikarastevnan hevur, saman
við Summartónum, mong ár á baki.
Men hóast hetta, so hevur hesin tón
leikafagnaðurin verið nevndur Føroya
best goymdi festivalur. Orsøkin er
sjálvsagt, at so mangar av konsertunum
hava verið á smáplássum, men høvuðs
staðurin hevur tó eisini fingið sítt.
Árligi stevnudagurin
Fólkatónleikarastevnan ferðast kiring
landið, og vanliga er ein dagur mið
skeiðis í juli settur av til tónleikatiltak
í Mykinesi.
Tá verður tónleikur spældur dagin á
tamb. Ofta verður byrjað eftir døgurða
niðri á lendingini, tá báturin kemur.
Seinnapartin byrja konsertir í kirkjuni
í Mykinesi, og hildið verður fram til
kvøldið kemur.
Nú er so eisini eitt høli komið í kjall
aranum í gistingarhúsinum, Kristians
húsið, og har endaðu frálíku fram
førslurnar á ársins tónleikarastevnu í
Mykinesi.
Stevnan helt tó fram, tí hjá tón
leikarunum stóð Havnin og Nólsoy
á skránni mikudagin og síðani aftur
ferðir á útoyggjum.
Tað er nakað heilt serstakt, tá tón
leikarar standa á einum grótgarði og
framføra. Fiól og floytur leika, og
elklaverið er sett á hallandi vøllin, og
styðjað av við einum gomlum hjóli frá
eini hjólbøru. Tónleikurin er ektaður,
nakin og viðbrekin, men tó renna
neystahurðarnar, grótlaðingin, blái
himmalin og tónarnir saman í eina
eind, ið riggar og er hugtakandi.
Sjónligari
Fólkatónleikarastevnan hevur mong ár
á baki, men hevur ikki verið millum
mest umtalaðu festivalar í Føroyum.
Hittinorðað hava nevnt stevnuna
Føroya best goymda, og kanska mest
gloymda, festival.
Tó tykist, sum er eittnú árligi tón
leikadagurin í Mykinesi væl vitjaður,
og fjøldin av áhoyrarum heldur veksur,
enn minkar. Rákið er kanska við at
venda.
Øðrvísi
Fólkatónleikarastevnan í Mykinesi í ár
var í allar mátar væleydnað. Í ár lut
tóku bert føroyskir tónleikarar, meðan
útlendsk nøvn hava verið at sæð á
breddanum onnur ár.
Men føroyska luttøkan borgaði fyri
góðsku, so neyvan sat nakar við kenslu
av, at nakað vantaði.
Fólkatónleikarastevnan og Summar
tónar eru avgjørt tiltøk, ið seta lit á
føroyska summarið. Og tað hava tey
gjørt í mong ár, kanska eini 20 -25 ár.
Og karmarnir, sum eitt nú í
Mykinesi, kann ein ikki ynskja sær
betri. Glað og blíð fólk, og so náttúran.
Upplagt er at seta saman eina ferð, har
eittnú tónleikur og náttúruupplivingar
smelta saman við felagskenslu, tá ein
saman við nógvum fólki er í einum
felagsskaåi, har tónleikur er miðdepil,
men ikki slepst so langt – í hvussu er
slepst ikki aftur til meldurin í stór
býnum uttan víðari.
Sjarma, tónleikur, náttúra og felags
skapur. Kanska kunnu hesi orð best lýsa
goymda festivalin, sum gerst alt sjón
ligari, nú hann eftir aldrinum er við at
gerast vaksin.
Best goymdi