Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Siðsøga við Óla Jacobsen Enn ein áhugaverdur gjáarmaður Tað eru nógv spennandi fólk, sum eru komin frá Gjógv. Ein teirra var Dánjal Klein, sum skal verða lýstur í hesum parti, áðrenn komið verður til seinasta part hjá Jógvan Christiansen D ánjal var føddur 1. januar 1883. Hann var ættaður úr hús­inum uppi í Geil og var yngsti sonur Johan Klein í Sjúrðastovu, f. 1838. Mamman var Olivia Angelika Fredriksdatter Joensen, f. 1845. Dánjal fekk eina harða byrjan i lívinum. Hann var 1 ára gamal, tá ið hann misti pápan. Pápi hansara var á sama aldri, tá ið hann misti pápa sín. Dánjal var evnaríkur unglingi. Hann hevði ætlanir um at lesa, men her spældi lagnan eisini inn. Beiggi hansara, Óla Christian, doyði frá 5 børnum, og eingin uttan Dánjal var at taka við sum forsyrgjari. Hann tók hesa ábyrgd á seg, so var hansara lívs­leið løgd. Eisini var ein triði beiggi, Jóan Petur, sum á ungum árum fór til Amerika, har hann var við í »gullgravararúsinum«, sum tá var. Sein­ ast tey frættu frá honum hevði hann ætlanir um at fara til Suðurafrika í somu ørindum. Konan doyði frá níggju børnum Dánjal giftist í 1915 við Helenu, f. Christiansen úr Mittúni á Kirkju. Hann lat um somu tíð húsini byggja á Heygnum við Gjógv. Dánjal og Helena fingu 9 børn. Helena doyði í 1934 í barsilssong við tí tíggjunda barninum, sum eisini doyði. Hetta var ein ring støða hjá einum manni – at standa einsamallur einsamallur við 9 børn­ um. Einasti møguleikin at forsyrgja børn­ unum var at fara til skips. Tískil fóru fimm av børnunum út til onnur at vera. Næstringar og onnur góð fólk bjóð­aðu sær at taka sær av teimum. Teir elstu dreingirnir, Leivur og Kjartan, vóru farnir til skips. Tann elsta dóttirin, Brynhild, var 12 ára gomul. Hon varð heima og tók húsið uppá seg, har yngsti beiggin, tvey ára gamli Guttorm, eisini varð verandi. Hetta hevur verið ein ótrúlig ábyrgd at leggja á eina so unga gentu. Gunnhild, sum var 10 ár, og átta ára gamla Torgerð, fóru til Eiðislæknan, tann kenda R.K. Rasmussen at vera. Rasmussen hevði eisini eitt sera stórt hjarta. Hann var ógiftur, men hevði eina húshaldirsku. Hann tók til sín fleiri børn, sum høvdu mist forsyrgjara. Gunnhild mintist væl, tá ið hon í kram­ búðini á Eiði fekk nýggj klæðir, sum læknin rindaði fyri. Tá løgir vóru kom pápin at vitja. Tá ið Gunnhild hevði fylt 14 ár, fór hon aftur til Gjáar at halda hús hjá pápanum. Her búði fram­vegis tann yngsti beiggin Guttorm. Hjørdis fór út á Kirkju, og Fríðborg og Bergfríða fóru til Klaksvíkar at vera. Fór at handla og aftur til skips Rættiliga tíðliga í tíðini fór Dánjal at hava handil. Hann rak úthandilin hjá Olaf á Stong­unum í Klaksvík. Í hesum sambandi keypti hann eisini fisk. Her kom eisini stund­ um nógvur fiskur uppá land. Fyrst í farnu øld vóru 6 áttamannafør í bygdini við tilsamans 48 monnum. Hetta gav nógv virksemi í bygdini. Tá hesin handilin helt uppat vórðu hølini seinni nýtt til dansistovu og samkomuhøli. Dánjal fór síðani aftur til skips. Sagt varð um hann, at hann var av raskastu monnum. Hann kundi spretta til tveir flekjarar, har tað er vanligt við einum. »Sleppur Dánjal ikki við, so…« Í 30-unum var Dánjal í fleiri ár við »Polo« hjá Símuni Poulsen í Svínoy. Símun hevði í nógv ár gjáarmenn við sær. Tað var sera væl millum Símun og Dánjal. Poul Jacobsen í Svínoy sigldi nógv ár við »Polo«. Og tað var vist í 1937, at hann var saman við Dánjal. Poul læt eisini sera væl at honum. Dánjal var raskur, og hann var sera væl dámdur umborð. Hann visti nógv og dugdi væl at greiða frá, so manningin sat við andakt og lurtaði, tá stundir vóru til tess. Men hann legði ikki fingrarnar ímillum, og hann segði sína meining, tá tørvur var á tí. Afturfyri fekk hann eisini dyggan stuðul frá sínum skipsfeløgum, tá á stóð. Hetta kom eisini at standa sína roynd júst hetta árið. »Polo« var í Grønlandi og fiskaði við bátum. Tað nýggja var, at »Polo« nýtti maskinbátar, meðan tað vanliga hevði verið at nýta árarnar. Júst hetta framstig gav høvi til eina trætu við reiðaríið um býtið av veiðuni. Ósemja var eisini um, hvør ið skuldi gjalda fyri bensinið. Manningin valdi Dánjal at tingast við Kjølbro, sum var reiðari á Polo, um hendan spurning. Dánjal visti, at hetta var ein uriaspostur, og úrslitið kundi væl gerast, at hann als ikki slapp við aftur. Tað var sagt, at Edvard tá segði við svágin Símun: »Kemur Dánjal ikki við aftur, so kemur heldur eingin svínoyingur við aftur.« Tað var solidaritetur so tað forsló. Men Dánjal kom við aftur. Umrødda trætan varð eisini loyst. Tað kann vera skoytt uppí, at Dánjal seinni sum formaður í Føroya Fiskimannafelag undir krígnum kom at hava eina uppgerð við Kjølbro. Henda søgan verður lýst í komandi bók um Kjølbro. So Poul hevði sínar grundir til nøkur ár seinni eins og aðrir fiskimenn í Svínoy at at­ kvøða fyri Dánjali sum formann í FF. Dánjal var ein persónligheit Tað er eingin ivi um, at Dánjal var ein ein ser­støk persónligheit. Hann var á skeiðinum í fólka­háskúlanum í Føgrulíð í 1904/05. Í 50 ára ársritinum hjá Føroya Fólka­ há­skúla greiddi Dánjal frá, hví hann fór á háskúlan: Seinast í nítjandu øld var tann almenni barna­skúlin í teimum flestu sóknum í Føroy­ um so fátæksliga útgjørdur og fyri­búgvin, at vit, sum gingu í skúla, fingu lítið burtur úr teimum 7 árum, sum vit gingu í barna­skúl­ anum og harvið lítla andaliga barlast til at liva framtíðar lívið uppá. Tað, sum vit lærdu í skúlanum, var bara: at lesa danskt mál, bíbil­søgu og katekismuslærubók at ramsa uttanat øll tey sjey skúlaárini, og har afturat at mála bókstavir (fagurskrift). Á Føroya Fólkaháskúla kundu ung fólk fáa meira Helena og Dánjal Klein Dánjal Klein