hósdagur 31. juli 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kunnskapir við at gerast næmingar har fyri
lítlan pening. Peningur treyt tá í stórum
hjá tí meiniga manni, so lítið var at taka
av fyri víðari læru. Men tann peningur sum
háskúlin tá kravdi fyri læru og vistarhald,
var so lítil, at tað kundu yvirkomast hjá
nógvum, um vilji og trongd til kunnskap var
tilstaðar. Tað sum hevði ta størstu ávirkan
til, at eg avgjørdi at fara á háskúla, var ein
røða, sum annar av háskúlans lærarum
Rasmus Rasmussen helt í Gjáar skúla í
byrjan av tjúgundu øld um skúlans virki og
endamál. Ein táttur í hesum endamáli var
at fáa samlað pening til at styðja háskúlan.
Tann dagin tók eg ta avgerð, at eg skuldi fara
at læra í háskúlanum í Føgrulíð og vera har
um veturin 1904-05.
Sum hjá so nógvum øðrum kom hetta
skeið at hava stóran týdning fyri Dánjal, og
lagnan vildi tað so, at 35 ár seinni hittust teir
báðir aftur í virksemi fyri fiskimenn. Dánjal
sum formaður og Rasmus sum skrivari í FF.
Kom tíðliga uppí felagsstarv
Dánjal kom tíðliga uppí felagsstarvið. Longu
í 1912 varð hann valdur sóknarformaður við
Gjógv. Hann var sýsluformaður í 1912-16 fyri
Eysturoynna, og í 1941 gjørdist hann felags
formaður.
Tað vóru ikki minst fiskimenn í Svínoy, sum
stuðlaðu honum. Tá kundu hesir gera mun.
Hann fekk allar tær 31 atkvøðurnar í
Svínoy. Og til valið í 1950, tá tað gekk meira
javnt á, fekk Dánjal aftur hvørja einastu
atkvøðu í Svínoy.
Við Gjógv varð í 1941 stovnað eitt ung
mannafelag, sum seinni fekk navnið »Norð
stjørnan«. Felagið skipaði javnan fyri kjak
fundum, og var Dánjal ein virkin luttakari.
Í gerðabókini sæst, at á einum fundi hevur
Dánjal hildið røðu um fyrstu ferð, hann var
í Grønlandi við skonnartini »Agnes« í 1923.
Dánjal plagdi at halda fyrilestrar um mál
sum viðvíktu fiskimonnum. Hetta visti hann
sjálvsagt nógv um.
Hørð tíð hjá fiskimonnum
Tað var ein sera hørð tíð hjá føroyska fiski
mannin, tá ið Dánjal tók við formansskap
inum í FF. Seinni heimsbardagi leikaði í sum
harðast við teimum avleiðingum vit kenna.
Hesi árini vóru nógv færri fiskimenn enn
annars vóru við skipunum, sum jú meira
sigldu við fiski enn at veiða hann. Tí var
tað ein av uppgávunum hjá formanninum
í Føroya Fiskimannafelag at medvirka til
at býta kjansirnir so rættvíst sum gjørligt
millum teir nógvu fiskimenninir, sum vildu
sleppa at sigla.
Aftaná kríggið fekk Dánjal heiðursmerki
frá bretska konginum fyri sín leiklut undir
krígnum.
Men nú var nógv broytt. Undir krígnum
vórðu sáttmálarnir settur av einum gerðar
rætti, men nú eftir kríggið fóru øll skipini
aftur at fiska, og nú kundi aftur samráðast
frítt. Í 1946 vórðu gjørdir sáttmálar fyri
heilar 13 veiðuhættir. Hetta vóru mest netto
sáttmálar, soleiðis sum ásett av gerðarrætt
inum undir krígnum. Fyrsta uppgávan var tí
at útvega fiskimonnum bruttosáttmálar.
Hetta førdi í 1948 til drúgvar samráðingar
og eisini eitt verkfall, sum vardi í 10 dagar.
Aftaná hesa orrustu vórðu sáttmálar fiski
manna fyrstu ferð skrivaðir á føroyskum.
Men komið var ikki á mál við bruttosáttmál
anum.
Avoldaði flotin gav føroyska samfelag
num, og eisini Føroya Fiskimannafelag
nýggjar avbjóðingar. Eitt stig her var Grøn
landsfelagið, sum Føroya Fiskimannafelag
setti pening í, og her umboðaði Dánjal felag
ið í nevndini. Í hesum sambandi var hann
eisini fleiri ferðir í Grønlandi at samráðast
um okkara rættindi har. Tá var eisini gjørt av
at leggja útróðurin í Føroyingahavnina, og
kom hesin í nógv ár at hava stóran týdning
fyri føroyska samfelagið.
Høvdu álit á formanninum
Sum allir felagsformenn munnu hava roynt,
so var Dánjal eisini út fyri mótstøðu. Hetta
førdi einaferð til, at stjórnin í felagnum
kunngjørdi eina álitisváttan til Dánjal sum
formann. Her varð m.a. sagt:
Tað vit ynskja at úttala er, at Dánjal Klein
hevur verið felagnum ein góður formaður,
íðin og rættlinjaður í sínum starvi. Uttan at
siga nakað niðursetandi um aðrar formenn,
felagið hevur havt, halda vit at hann hevur
verið felagsins besti formaður.
At tað ikki bert eru vit sum halda so, men
eisini felagslimirnir yvirhøvur, varð prógvað
við síðsta felagsformansval, tá Dánjal Klein
varð valdur einmælt aftur til felagsformann
eftir 3 ára starv.
Dánjal var formaður í Føroya Fiski
mannafelag fram til árslok 1952. Tá var hann
blivin 70 ár, og Dánjal stillaði ikki upp aftur.
Hann átti tá bert 3 ár eftir, tí tann 7. januar
1956 doyði hann brádliga - 73 ára gamal.
Dánjal sum semingsmaður
At Dánjal var ein semjusøkjandi maður
verður váttað av Heðini Brú í hansara endur
minningum.
Hann greiðir frá, tá teir í eini bygd skuldu
máta ein koyriveg oman gjøgnum bygdina at
strondini. Her skuldi so takast ymsir snøklar
frá ymiskum monnum, og tí kundi lættliga
trætur koma burtur úr. Hans Jacob tók sær
tey ráð at fáa Dánjal Klein at koma á staðið.
Hann var formaður í búnaðarnevndini í
økinum og kendi til slík viðurskifti.
Teir máta upp uttan trupulleikar at byrja
við, og Heðin Brú greiðir frá:
Nú koma vit at einum lítlum glupsi, sum
einaferð í tíðini hevði verið køstur. Tað lá so
fyri, at eg var noyddur at seta ein ella tveir
hælir niður har. Tá leypur ein av monnunum
til, ovursintur, rykkir hælirnar upp og blakar
langan veg: »Tað skal eingin koma her og
seta mark í jørð, sum eg eigi, ikki um tvøran
fingurin fær kommunan frá mær. Nú vita tit
tað!« So fór hann á heimveg. Dánjal Klein
fer aftaná honum. Teir tosa báðir, støðga
viðhvørt, ganga so aftur. Um eina góða løtu
kemur Dánjal oman aftur. Tá eru vit komnir
eitt sindur longur oman við arbeiðinum.
»Kom nú og set hælirnar aftur, har teir
stóðu. Maðurin játtar, at kommunan fær
hendan geiran upp í koyrivegin.«
Og Heðin leggur afturat, at hevði tað ikki
eydnast Dánjali at tosa hendan mannin til
rættis, var óvist hvussu tað kundi verið við
øðrum eigarum. Dánjal Klein vísti her sínar
gávur »at leggja niður sjógv«, og tað var ikki
einasta ferðin.
Sjálvstýrismaður sum nakar
Dánjal var allar dagar sjálvstýrismaður.
Hann var valevni og stillari hjá flokkinum
meginpartin av lívinum. Hansara sjálvstýris
sinni kom eisini til sjóndar innan kirkjugátt.
Áðrenn kirkjan kom við Gjógv í 1929 plagdi
Dánjal at lesa lestur í skúlanum. Og hann las
á føroyskum sum als ikki var nøkur sjálv
fylgja tá.
Komandi partur:
Í komandi parti greiðir Jógvan Christiansen
frá sínum langa virksemi sum maskinmeistari,
m.a. við nýggja Tjaldrinum.
Brynhild, sum tók húsið uppá seg, tá mamman
var deyð. Her er hon saman við trimum teimum
elstu børnunum, Helgi, Signa og Jutta
Manning á Polo í 1932. Teir eru aftast vinstrumegin frá: Guttorm Zachariassen, Zacharias Fr. Jacobsen, báðir frá Kirkju,
Petur P. Joensen, Eliesar Johannesen og Hans Jacob Hansen, Gjógv, Hans P Heinesen, Svínoy.
Miðraðið: Símun Petersen og Hans P Mikkelsen, Svínoy, Símun M. Zachariassen, Kirkju, Svend Joensen, Gjógv, Niclas Niclassen, Koltur
Fremst: Knud Danielsen, Kunoy, Søren Joensen, Gjógv, Johannes Lassen, Klaksvík, Dánjal Klein og Erling Petersen, Svínoy
Dánjal saman við sínum børnum. V.f. Dánjal, Leivur, Hjørdis, Gunnhild,
Kjartan, Bergfríða, Brynhild, Fríðborg, Torgerð og Guttorm
Guttorm var ein góð kelda til hesa grein. Her
er hann saman við konuni Mariu