hósdagur 31. juli 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ítróttur
Jóannes Hansen
Fótbólturin er av álvara
farin á rull aftur. Tað er
stutt millum umførini, og
tá ið tað samstundis kring
ólavsøkuna
er
uppaftur
longri millum bløðini, enn
tað plagar at vera, so ber tað
bara til at taka saman um
tað, sum var í 16. umfari og
samstundis at hyggja fram
ímóti vikuskiftinum, tá ið 17.
umfar er á skránni. Tá sær
skráin soleiðis út: Skála-B68
(leygarkvøldið kl. 18.00), KÍ-
NSÍ, EB/Streymur-B36 og
HB-AB (sunnudagin) og ÍF-
Víkingur (mánakvøldið).
Ólavsøkuumfarið bar ikki
stórvegis broytingar við sær
í toppinum. B36 er framvegis
sjey stig frammanfyri HB,
sum tó flutti seg tættari B36
á tann hátt, at nú er málmun
urin HB til fyrimunar (+1).
Hann hevur annars verið
betri hjá B36.
Kiksaði heilt hjá B68
Eftir 1. hálvleik bendi einki
ólavsøkuaftan á, at HB skuldi
vinna 6-0 á B68. Væl upplagdi
Kristin R. Mouritsen setti hol
á í 2. minutti eftir fínt ein
mansavrik í vinstru, men so
gekk væl hjá toftamonnum
at halda tørn og eisini í ein
støkum førum at hótta mót
støðumálið.
Beinanvegin eftir hvíld
ina økti HB, og so var spurn
ingurin bara, hvussu stórur
heimasigurin fór at verða.
Styrkin hjá B68 var í 1.
hálvleiki samvinnan. Eftir
steðgin sást, at dystarvenj
ingin hjá HB var betri, og tá
ið gestirnir fóru at linkast,
og skipanin datt sundur,
og
persónligu
mistøkini
vórðu
fleiri,
so
skolaðu
málini ígjøgnum hjá Hans
Jørgensen, sum fyri fyrstu
ferð í ár vardi B68 málið.
Merkisvert var tað, at
toftamenninir í HB – Fróði
Benjaminsen og Jóan Símun
Edmundsson
–
skoraðu
helmingin av málunum.
At B68 legði rygg til ein so
vornan sekk bar við sær, at
B68 eftir 16. umfar er niðast
á støðutalvuni. Málmunurin
er verri, enn hann er hjá
Skála, sum higartil hevur
verið aftast.
Leyp einki av hjá B36
Í B36 skýlinum var fagnað
urin stórur nakrar minuttir
í klokkan seks ólavsøkudag.
Tá ið Dagfinn Forná bríksl
aði fyri síðstu ferð, var
talan um stóran lætta. KÍ
minkaði um munin til 2-1
við beinleiðis frísparki, tá ið
tað restaðu fimm minuttir.
Dómarin legði fýra minuttir
aftrat vanligu leiktíðini, og ta
løtuna vóru nervarnir uttaná
í B36 leguni. KÍ spenti álops
bogan, og tað vóru nær við
og næstan støður í B36 brots
teiginum.
Toppliðið
hevur
verið
meiri sannførandi fyrr í ár,
enn tað var hesa ferð. Fram
rættaða spælið hekk ikki væl
saman, og í verjuni hevur tað
sæð betri út. Avgerandi løtan
var, tá ið ein tími var farin, og
útlendsku álopsspælararnir
vístu, at teir hava risa týdn
ing fyri B36. Bæði 1-0 og 2-0
málið komu úr vinstru. Í
fyrra førinum sendi Lukasz
Cieslewicz av brotsteigar
markinum og umvegis hand
aru stólparótina og í málið. Í
seinna førinum var tað lætt
hjá Adeshina Lawal at sneiða
seg leysan eftir stórt mistak í
KÍ uppspælinum í høgru.
– Tað snúði seg um at
vinna við einum máli, og
tað gjørdu vit. Vit fegnast, tí
hetta var ikki besti dysturin
hjá okkum, staðfesti vong
verjin Høgni Eysturoy.
Klaksvíkingar vóru sera
miðvísir og disiplineraðir í
verjuspælinum í 1. hálvleiki.
Teir arbeiddu hart, og tað
riggaði
væl
hjá
Heðini
Klakstein at skugga Róald
Jakobsen. Páll Klettskarð
varð eftir innlegg úr vinstru
tvær ferðir spældur púra
leysur mitt fyri málinum.
Í fyrra førinum rakti hann
ikki bóltin, tá ið hann skuldi
seta innaru síðuna á, og í
seinna førinum sendi hann
við høvdinum við síðuna av
málinum.
– Tað gekk væl hjá okkum
mesta partin av tíðini, men
tá ið vit blundaðu í fimm
minuttir, vórðu vit sektaðir.
Tað verður man av so góðum
spælarum. Vit iðra okkum, tí
vit stóði einki aftanfyri B36
og høvdu betri uppiborið,
helt KÍ veteranurin Hjalgrím
Elttør, sum skoraði KÍ málið.
ÍF slapp við
skrekkinum
Clayton Soares er komin
aftur til Fuglafirðar eftir
frítíð og viðgerð fyri knæ
skaðan
heima
í
Brasil.
Sunnudagin skoraði hann
sigursmálið til 1-0, tá ið eitt
korter var farið av heima
dystinum ímóti Skála.
Eftir steðgin var Skála
heilt væl við, og tað hevði
einki forgjørt verið í tí, sum
skálamenn
høvdu
fing
ið í hvussu so er javnleik.
Eitt nú var nýggi álops
spælarin,
Ahmed
Keita,
sum kom á vøllin beinan
vegin eftir steðgin, púra
leysur frammanfyri Jákupi
Mikkelsen.
Júst
henda
støðan er ein av sergrein
unum hjá veteraninum í ÍF
málinum, og tað sást aftur í,
at Keita sendi bóltin skeivu
megin stólpan.
– Tað hekk munandi betri
saman hjá okkum í 2. hálv
leiki. Soleiðis sum spælið
myndaðist, so hevði tað verið
uppiborið, um vit javnaðu,
helt Skála miðverjin Petur
Pauli Mikkelsen.
ÍF
venjarin
Albert
Ellefsen fegnaðist um, at tað
eydnaðist hansara monnum
at vinna fulla úrtøku:
– Fyri okkum var talan
um seks stiga dyst. Um vit
taptu, so vóru vit partur av
niðurflytingarstríðnum. At
vit vunnu ber við sær, at vit
nú eru væl við í kappingini
um fjórða plássið, staðfesti
ÍF venjarin.
AB misti tvær ferðir
Fyri triðju ferð síðani 2010
hittust AB og EB/Streymur á
í Gundadali
heldur fram
fótbóltur
Tað leyp einki av, tá ið B36 helt tørn í toppinum, og HB tók seg eitt vet nærri grannunum við stórsigri
á B68, sum nú er niðast av øllum og í annaðkvøld verður partur av botnuppgerð á Skála
LIÐ TÍÐINDI
AB
B36
B68
EB/Streymur
HB
Leikbann: Sorin Anghel
Ikki við: Bárður Olsen (Burturstaddur)
og Aleksandrs Cekulajevs (Burturstaddur)
Allir mans tøkir
Skaddir: Óli H. Olsen (fótliður),
Remi Langgaard (fipurspreinging)
og André Olsen (ikki klárur enn)
Ivasamir: Jonleif Højgaard og Evrard Blé
Ikki við: Ibrahima Camara (uppihaldsloyvi)
og Bjarki Johannesen (uttanlands)
Ivasamur: Brian Olsen (Fótliður)
Leikbann: Høgni Madsen
Skaddir: Símun Samuelsen (Hælsinan, óvist),
Gunnar Haraldsen (Lýskan), Heini Vatnsdal
(Fibur, vikur), Christian R. Mouritsen
(Fóturin, óvist) og Tróndur Jensen (Knæið)
Leikbann: Fróði Benjaminsen
Ivasamur: René S. Joensen
Tvíkappingin