mánadagur 4. august 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ann Kristina S. Simonsen
Okkurt nýtt til børnini
Summarfestivalurin hevur
altíð lagt seg eftir at hava
nógv til børn, og soleiðis er
aftur ár.
Í fjør var tað stóra Silva
landið, við nógvum stutt
ligum
og
spennandi
til
boðum til børnini, í báðum
ítrottarhøllunum, Kí-høllini
og Badmintonhøllini. Hetta
verður endurtikið í ár, men
tó verður tað gjørt eitt sind
ur øðrvísi.
Høllirnar verða deildar
upp, so at KÍ-høllin verður
tað stóra hoppilandi, við øll
um hoppiborgunum, ímeð
an Badmintonhøllin verður
meira friðarlig. Í Badminton
høllini verður millum annað
ein pallur, har klovnurin
Bubu, og nógv onnur koma
at verða. Sum nakað nýtt í ár
kemur Basim ein túr niðan
í Silvalandi, at heilsa upp á
børnini og skriva autografar.
Afturat tí stóra Silva
landinum, ið verður í báðum
ítróttarhøllunum, verður tað
eisini okkurt til børnini niðri
á økinum.
Summarfestivalurin ynsk
ir at gerast betur og betur
fyri hvørt ár, og í ár hava
vit tí valt at hava okkurt til
børnini bæði úti og inni, sigur
Ragnhild Ellingsgaard, ein
av fyrireikarunum aftanfyri
tjaldingina
og
øðrum
á
Summarfestivalinum.
Um veðrið verður til vildar,
er ætlanin at hava okkurt
stuttligt fyri børn uttanfyri
Trøllapæturhúsið, og afturat
hesum kunnu børnini ríða
ponyríðing. Til ber at ríða
fram við Eik banka, og niðan
eftir
Bøgøtu.
Ponyríðing
var eisini í fjør, men í ár er
ætlanin at gera enn meira
burturúr hesum, so at tað
verður meira umfatandi, enn
tað hevur verið áður.
Atlantis Bio eisini við
Sum nakað heilt nýtt, verða
hølini hjá Atlantis Bio ein
partur av Summarfestivalin
um í ár.
Av tí at mentunnarhúsið
Atlantis liggur inni á økinum
hjá
Summarfestivalinum
hildu
fyrireikararnar
tað
verða upplagt at Atlantis
skuldi verða við á festivalin
um.
Terry'sa Saga er ein leik
ur,
har
klovnurin
Terry
greiður frá Føroya søgu
á sín heilt serliga hátt, og
hesin leikur verður millum
annað at síggja í Atlantis
á
Summarfestivalinum.
Terry'sa Saga hevði frum
framførslu á G! Festivalinum,
og hevur síðani ferðast runt
í Føroyum, har hann, millum
annað hevur verið framførdu
á Tjóðpallinum á Ólavsøku.
Leikurin hevur fingið fleiri
góð ummæli, og vantandi
vera tað nógv fólk, ið fara at
nýta høvi at síggja hann á
Summarfestivalinum eisini.
Umframt Terry'sa saga,
er eisini ætlanin at hava
náttarbio í Atlantis eftir
midnátt. Har fer ein at hava
møguleikan at njóta ymiskar
Niché filmar, ið eru eitt
sindur útyvir tað vanliga.
Tað er eitt so deiligt hús,
við góðum umstøðum, so tað
er perfekt hjá festivalgest
unum, ið kanska eru móð av
at ganga úti allan dagin, at
fara inn har og hvíla beinini
til ein góðan sjónleik ella ein
góðan film, sigur Ragnhild.
Enn er ikki avgjørt, um
tað verður meira á skránni í
Atlantis, men møguliga verða
tað eisini vístir onkrir filmar
fyri børnini um dagin.
Nógv spennandi á
tjaldingarøkinum
Í fjør var tjaldingarøkið fyri
fyrstu ferð á Akursmørk, ið
er mitt í hjartanum á festi
valinum. Økið var deilt upp
í helvt, við ungdómstjalding
øðrumegin, og familjutjalding
hinumegin, hetta var so væl
eydnað, at ætlanin er at
koyra sama stílin í ár. Tó er
ætlanin at hava enn fleiri
Nógv nýtt á Sum
Festivalinum í ár
Tað eru bert tríggir dagar eftir til Summarfestivalurin fer av bakkastokki. Hetta er 11 árið at Summarfestivalurin
er í Klaksvík, og hvørt ár strembar festivalurin eftir, at verða enn betri, enn undanfarnu árini. Soleiðis er
eisini í ár, umframt allan tann góða tónleikin, ið verður at hoyra á pallunum, er nógv nýtt á skránni.
Bárður Juul Arge Jacobsen, Heri Schwartz Jacobsen, Annika Steintórsdóttir Biskupstøð, ið saman við
Ragnhild Ellingsgaard (ikki við á myndini) standa aftanfyri tjaldingarøkið.