mánadagur 4. august 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mar
Ann Kristina S. Simonsen
Síðani núverandi samgongan
tók við í januar 2013 hevur
kommunan
arbeitt
fram
ímóti at hava býarbussar í
Klaksvík. Ætlanin er at hava
tveir bussar, sum koma at
koyra hvønn hálva tíma.
Steinbjørn
Jacobsen,
varaborgarstjóri, hevur havt
hesa bussleið sum hjartamál
undir valstríðnum til síðsta
býráðsval, og tí setti hann
eisini sum krav til hinar
samgonguflokkarnar,
at
bussleiðin skuldi verða feld
í samgonguskjalinum, tá ið
fari var undir at skipa sam
gongu.
Spurdur um hví tað var so
umráðandi fyri hann at fáa
bussleið í Klaksvík, svarar
Steinbjørn Jacobsen at hann
metur tað verða tørvur á
einari bussleið í Klaksvík.
Borgarnir búgva nógv
meira spjatt enn tey gjørdu,
bara fyri fáum árum síðani,
og tað verður ein lætti bæði
fyri barnafamiljur, og eldri
fólk, ið kanska ikki orka so
væl at ganga, sigur Steinbjørn
Jacobsen.
Royndartíð í
hálvtannað ár
Kommunan ætlaði uppruna
liga at hava eina royndartíð
við bussunum í eitt hálvt ár,
men 22 mai í ár var samtykt
at leingja royndartíðina hjá
bussleiðini við einum árið, so
at hon verður í hálvtannað
ár. Hetta var samtykt av tí at
mett var, at ein royndartíð
uppá eitt hálvt ár var ov stutt
til at vísa tí røttu myndina
av, hvussu nógv ein bussleið
verður nýtt. Tískil bindur
kommunan seg til at seta 3,5
mió. av fíggjarætlanini fyri
2015, omaná tær 1,7 mió. av
fíggjarætlanini fyri 2014.
Rokna
verður
við
at
bussarnir koma at kosta 3,5
milliónir um árið, ið svarar
til eitt ½ skattaprosent av
kommunuskattinum í Klaks
víkar kommunu. Um man
samanber tað við Tórshavn,
so kostar bussleiðin har 1%
av kommunuskattinum.
Ístaðin fyri at bjóðað
bussleiðina
út
avgjørdi
Klaksvíkar
Kommuna
at
gera eina avtalu við Askham
bussar um ,at teir skuldu
átaka sær bussleiðina, meðan
royndartíðin er, fyri játtaða
peningin frá kommununi.
Vit valdu ikki at bjóða
arbeiði út, tí hetta er bert
ein royndarskipan. Um tað
verður avgjørt, eftir hálvt
annað ár, at bussleiðin verð
ur verandi, so verður arbeiðið
vantandi boðið út, sigur
Steinbjørn.
Bussanir koyra
Klaksvíkina runt
hvønn gerandisdag
Til bussleiðina hava Askham
Bussar útvega tveir brúktir
býarbussar úr Danmark, ið
eru í sera góðum standi.
- Eg vildi hava gular buss
ar, tí at eg vil gjarna hava at
bussarnir síggjast væl aftur í
býnum, sigur Steinbjørn.
Ætlanin er at hava 30
steðgistøð runt í býnum,
har bussarnar steðga hvønn
hálva tíma. Ein bussur kemur
at koyra eftir høvuðsvegnum,
og ein kemur at koyra
ovast uppi, frá endanum
á
Helnabrekku,
niðan
á
grashjalla og heilt út á
Bumshamar, og so allan vegin
heim á høvuðsstoppistaðið í
miðbýnum. Eisini er ætlanin
at bussarnar skulu koyra
norð í Ánirnar og út á Norð
oyrar, men enn er ikki enda
liga avgjørt, hvussu ofta og
hvussu langt, verður ímillum
hesar túrarnar. Tó metir
Steinbjørn,
at
bussarnar
møguliga koma at steðga
har eina ferð um tíman, og
ikki hvønn hálva tíma, sum
inni í Klaksvíkini.
Bussarnir byrjar at koyra
klokkan 7 um morgunin,
so at tað skal passa so gott
sum gjørligt, við bæði skúla
børnini, ið koyra við honum
í skúla, og hjá vaksnum, ið
skulu til arbeiðis. Enn er
ikki avgjørt hvussu seint út
á kvøldið bussarnir fara at
koyra, og ætlanin er at buss
arnir bert koyra gerandis
dagar.
Steinbjørn metir at júst
hesir bussar eru sera væl
egnaðir til býarbussar í
Klaksvík, tí teir eru ikki bara
brúkaravinarligir fyri skúla
børn, men eisini eldri fólk,
fólk í rullistóli, og barnavogn
ar. Tað er ein rampa í buss
inum, ið er øgiliga vælegnað
til hesar brúkarar, og buss
urin er lágur og rúmligur.
Nógv halda at bussarnir
eru alt ov stórir, men nú hava
teir koyrt fleiri royndartúrar
í Klaksvíkini, og tað má sig
ast, at teir koyra øgiliga
væl. Vegirnir í Klaksvík eru
so góðir at koyra á, so tað
er eingin trupulleiki, sigur
Steinbjørn.
Bussleiðin byrjar
hálvan august
Bussleiðin verður fyrst og
fremst gjørd sum ein býar
tænasta fyri borgaran í
Klaksvíkar kommunu, men
eisini fyri at minka um ferðsl
una í býnum.
- Tað eru øgiliga nógv,
sum hava spurt meg um
nær bussurin fer at koyra,
og fleiri foreldur hava sagt
mær, at tað verður ein stórur
lætti og at tey koma at spara
nógvan pening, nú tað ikki er
neyðugt hjá teimum at koyra
børnini fleiri ferðir um dagin,
bæði í skúla, til ítrótt og
onnur ítriv, sigur Steinbjørn.
Ætlanin er at bussleiðin
í Klaksvík byrjar hálvan
august, um sama mundi
sum skúlarnir byrja aftur.
Tó komu bussarnir longu
til Klaksvíkar fyrst í Juli, og
av tí at bussarnar komu so
tíðliga var avgjørt at brúka
teir í samband við ferða
mannaskipini, sum hava ver
ið í Klaksvík um summarið.
Royndartíðin
avgerandi
Sum áður nevnt, eru tað
tveir bussar sum nú er, og
til royndarskipanin er liðug,
men í løtuni er alt fyribils.
Ætlanin hjá kommununi við
royndarskipanini, er at finna
útav hvussu tað fer at rigga
at hava bussleið í Klaksvík,
og hvussu leiðin skal skipast
fyri at bussleiðin skal verða
so góð sum gjørligt. Eisini
vil kommunan síggja um
tørvur er á bussleiðini, og
hvussu stórur hesin tørvurin
er. Tó er eingin avgerð tikin
um, hvussu nógv fólk skulu
nýta bussleiðina fyri, at hon
heldur áfram sum ein varandi
skipan eftir royndartíðina.
Nýggj bussleið
í Klaksvík
tilboð, so at umstøðurnar
hjá tjaldarum verða enn
betur í ár.
Toymið aftan fyri tjald
ingina hevur valt at gera
nógv
burturúr
økinum,
fyri at skapa hugna og
góðan stemning, so at skal
verða ein uppliving í sær
sjálvum, at koma inn á
tjaldingarøkið.
Húsafólkini, ið stóðu
fyri matinum í fjør, verða
aftur við í ár, men í ár hava
tey nógv meira á skránni.
Tey verða inni í einum stór
um indianaratelti á tjald
ingarøkinum, og har eru
góðar umstøður at seta
seg niður at fáa sær ein
bita. Í ár er úrvali av bæði
mati og drekka nógv størri
enn í fjør. Í ár selja tey ikki
bert øl, men hava fleiri
sløg av kaffi, so at ein, eitt
nú, kann keypa sær fleiri
sløg av kaffi, ein góðan
grýturætt.
Húsa-fólkini
bjóða eisini tað kendu
húsasuppuna, og tiltiknu
raparbusaftina. Sum nakað
heilt nýtt selja Húsafólkini
eisini morgunmat, og har
er ætlanin at bjóða egg og
bacon.
- Tað ber bæði til at
koma inn at fáa sær okkurt
at eta ella drekka í eini
handavending, men tað ber
eisini til at seta seg niður
og njóta ein góðan døgurða,
sigur Ragnhild.
Heitir pottar
Tað sum er tað heilt nýggja
inni á tjaldingarøkinum í ár,
eru teir heitu pottarnir. Tað
verða tríggjar heitir pottar
og sauna á festivalinum
í ár, og hesir verða inni á
tjaldingarøkinum.
Eisini verður eitt fe
lagstelt sett upp, har fólk
kunnu fara inn at hugna
sær. Í teltinum verður mill
um annað ein pallur settur
upp, og har verður av og
á ymiskar 'happenings',
ið uttan iva er nakað, ið
tjaldarar kunnu síggja fram
til. Hesin pallur var eisini í
fjør, men ætlanin er, at har
verður meira at síggja í ár.
Afturat hesum verða tær
vælumtóktu frisørarnar í
felagstjaldinum, so um ein
hevur hug at fáa sett hárið,
ella lagt nýggja make-up á,
so er møguleiki fyri tí.
- Eg sjálv ímyndi mær, at
tá ið man vaknar um morg
unin á tjaldingarplássinum,
byrjar man dagin við at fara
til Húsa-fólkini til ein góðan
morgunmat, so í pottarnir
og í sauna, og eftir tað inn
í felagstelti til frisørarnir
at seta hárið og leggja
nýtt make-up á, so er man
klárur til ein nýggjan dag á
Summarfestivalinum, sigur
Ragnhild Ellingsgaard.
Enn er møguleiki fyri at
ogna sær eitt tjaldingarpláss,
og fólk kunnu venda sær til
kunningarstovuna í Klaks
vík fyri at bíleggja pláss.±