mánadagur 4. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Á uppsjóvarvirkinum Varða
num Pelagic á Tvøroyri bíða
tey bara eftir, at kommunan
verður til reiðar við formali
tetunum, so at virkið kann
fara undir enn einari útbygg
ing á havnaøkinum.
Síðani virkið fór í gongd
í seinnu helvt av 2012 hevur
høvuðsframleiðslan
verið
heilfrysting av makreli og
sild til matna, meðan ein
minni partur av svartkjafti
num er farin til matna.
Hetta skal broytast, og
ætlaða útbyggingin skal mill
um annað geva rúm fyri at
kunna gera munandi meira
burtur úr svartkjaftinum
enn higartil og gera lidnar
matvørur burtur úr honum.
- Endamálið er at fáa so
nógv til matna av uppsjóvar
fiskinum sum til ber, og her
hevur svartkjafturin verið
truplari at hava við at gera.
Tað er ein góður marknaður
fyri bæði heilfrystum makre
li og sild, men tað er heilt
øðrvísið við svartkjafti, har
ein stórur fer til ídnað sum
er, og vit vilja fegin royna at
fáa meira burtur úr honum,
sigur Bogi Jacobsen, stjóri á
Varðanum Pelagic.
Góður fiskur
Í Sosialinum 20. januar segði
hann seg annars ikki vænta,
at svartkjaftur nakrantíð
fór at vera matfiskur á sama
støði sum makrelur og sild.
- Svartkjaftur er nógv
meira viðbrekin enn makrel
ur og sild, men tað ræður
eisini um at hugsa aðrar
tankar og gera okkurt annað
enn at heilfrysta. Svartkjaft
urin er, sjálvt um hann er
viðbrekin, ein fínur og góður
fiskur við nógvum protein
um. Vit ætla so at royna at
fáa meira burtur úr honum
til matna, tað kann til dømis
vera fars og aðrir úrdráttir,
sigur Bogi Jacobsen.
Eisini hevur svartkjaft
urin víst seg at vera væl
egnaður at turka. Varðin
Pelagic hevur havt samstarv
við virkið Apana í Vági, sum
hevur gjørt royndir at turka
svartkjaftin,
og
sambært
Boga Jacobsen hevur hetta
eisini riggað avbera væl.
Mjølverksmiðja
Hann heldur sostatt svart
kjaftin hava eitt væl betri
potensjali sum matfiskur,
enn hildið hevur verið higar
til. Og um svartkjafturin skal
skerast meira til matna, so
verður eisini meira slógv til
mjølframleiðslu.
Í januar segði Bogi Jacob
sen, at Varðin Pelagic helst
fór at gera egna mjølverk
smiðju, um tað var neyðugt
fyri betri at kunna kappast
um rávøruna. Tá var tað júst
vorðið greitt, at fuglfirðingar
fóru at byggja eitt nýtt
uppsjóvarvirkið beint við
síðuna av Havsbrún. Har
sleppa skipini tískil av við
allan fiskin á sama stað,
bæði tí, sum fer til matna,
og tí, sum fer til ídna. Ein
mjølverksmiðja á Tvøroyri
hevði sostatt merkt, at skip
ini eisini har sluppu av við
allan fiskin á einum staði.
- Tað er aktuelt enn, og
meirvirking av svartkjafti,
sum
eisini
hevur
meira
slógvframleiðslu við sær,
minkar so ikki um tørvin.
Men vit arbeiða eisini við
onkrari millumloysn. Størsti
parturin av fiskinum og
tískil eisini slógnum er jú
væta, so ein máti er at fáa
vætuna burtur úr og tískil
minka nøgdina av turrevni.
Tað kundu vit so selt til
mjølframleiðslu, eitt nú til
Havsbrún, sigur Bogi Jacob
sen.
Varðin Pelagic stórar
ætlanir við svartkjafti
Við at leggja seg eftir at framleiða liðugtvøru
til matna úr svartkjafti, skal vaksast um
virðisøkingina og slógvnøgdin minkast. Ætlanir
um egna mjølverksmiðju eru tó ikki sleptar
svartkjaftur til matna
Ingolf S. Olsen
Tvøroyar Kommuna verður
til reiðar longu í hesum
mánaðinum
at
tilluta
Varðanum Pelagic øki til út
bygging. Tað sigur Kristin
Michelsen, borgarstjóri.
Eitt samt býráð hevur
gjørt av at broyta byggi
samtyktina fyri økið frá
landingarmiðstøðini
og
eystureftir
móti
kirkju
garðinum. Avgerðin hevur
verið til hoyringar, og hoyr
ingsfreistin var úti 1. august.
Borgarstjórin sigur, at
onkur viðmerking er kom
in inn í sambandi við hoyr
ingina.
- Tað fara vit so at taka
upp nú. Summfrítíðin kom
upp ímillum, men hon
er av nú, og tað er hoyr
ingsfreistin eisini. Tað sum
kann vera, er at onkur er
bangin um okkurt neyst.
Tað verður kanska eisini
neyðugt at taka okkurt
neystið
ella
skerja
at
gongdina til tað, men so
verður annaðhvørt endur
gjald ella eitt nýtt neyst
latið í staðin, sigur Kristin
Michelsen.
Rúmligt øki
Økið, sum talan er um, er
ein heilan kilometur langt,
so har verður rúm fyri
nógvari útbygging.
- Fyri okkum hevur tað
eisini snúð seg um, at av
marka hæddina á tí, sum
bygt verður, so tað ikki tek
ur ov nógv útsýni og verður
ov ógvusligt, sigur borgar
stjórin.
Tað er tó ikki nóg mikið,
at Tvøroyrar býráð er samt
um at broyta byggisamtykt
ina, soleiðis at útbyggingar
av virkseminum á havna
lagnum kunnu fara í gongd.
Landsalmenna Býarskipan
arnevndin skal eisini taka
undir við broytingini.
- Býráði fer so í øllum
førum at gera skjótt av og
senda síðani málið til Býar
skipanarnevndina, og vón
andi verða ongir trupulleik
ar har, so tann viðgerðin
eisini gongur skjótt, sigur
Kristin Michelsen.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, væntar, at kommunan fyri sín part kann vera til
reiðar at leggja øki út til útbygging hjá Varðanum Pelagic longu í hesum mánaðinum. Men
býarskipanarnevndin undir landsstýrinum skal góðkenna ætlaðu broytingina í byggisamtyktini
Kommunan til reiðar í næstum
Hóast Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic, ikki væntar, at svartkjafturin nakrantíð
verður matfiskur á sama støði sum sild og makrelur, so ætlar virkið at leggja seg eftir
í størsta mun at virka svartkjaft til matna. - Svartkjaftur er nógv meira viðbrekin
enn makrelur og sild, men tað ræður eisini um at hugsa aðrar tankar og gera okkurt
annað enn at heilfrysta. Svartkjafturin er, sjálvt um hann er viðbrekin, ein fínur
og góður fiskur við nógvum proteinum. Vit ætla so at royna at fáa meira burtur úr
honum til matna, tað kann til dømis vera fars og aðrir úrdráttir, sigur hann