mánadagur 4. august 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
2013-roknskapurin
hjá
Varðanum Pelagic er júst
almannakunngjørdur,
og
vísir hann eitt avlop eftir
skatt á 33 milliónir. Virkið
rindaði
slakar
níggju
milliónir krónur í skatti.
Bruttoúrslitið var góðar 130
milliónir krónur, og egin
ognin hjá fyritøkuni var 136
milliónir krónur við árslok.
170 fólk starvast á virki
num, og til samans fingu
tey 58 milliónir krónur í
løn í fjør.
Bogi Jacobsen, stjóri,
heldur úrslitið vera nøkt
andi, tó at tað er minni, enn
mett var í 2012.
- Umframt verri prís,
so kostaði ES-stongsulin
okkum eina rúgvu av peng
um í eyka fraktkostnaði.
Eina tíð var russiski mark
naðurin eisini stongdur
fyri okkum, so har var
nógv, ið gekk ímóti. Sæð í
tí ljósinum, kunnu vit ikki
vera ónøgd. Uppgerðir hjá
Vørn vísa eisini, at vit við
undantaki av einari ein
stakari landing, altíð góvu
besta prísin fyri rávøruna,
sigur Bogi Jacobsen.
Nú
marknaðarviður
skiftini eru vanlig aftur,
væntar hann eitt betri úrs
lit í ár enn í fjør, tó at bæði
makrelkvotan og sildakvot
an eru minkaðar.
2013 var fyrsta heila
roknskaparárið hjá Varða
num Pelagic. Virksemið
byrjaði í 2012, tá bert fimm
mánaðir vóru eftir av ári
num. Bruttoúrlsitið í 2012
var 44 milliónir krónur.
svartkjaftur til matna
Hann leggur tó dent á, at
tó at arbeitt verður við einari
millumloysn, so merkir tað
ikki, at ætlanin um mjølverk
smiðju er slept.
- Halda vit tað vera
neyðugt,
so
byggja
vit
eisini eina mjølverksmiðju
á Tvøroyri, um vit sleppa
tað. Men í fyrsta lagi er tað
okkara konsept, at vit vilja
hava so nógv sum møguligt
til matna av øllum fiskinum,
vit taka ímóti. Tað er tann
vegin, vit vilja, sigur Bogi
Jacobsen.
Rættur spádómur
At svartkjafturin nú er so
sentralur í strategileggingini
hjá
uppsjóvarvirkinum
á
Tvøroyir er væl í samsvar
við væntanirnar, sum Bogi
Jacobsen í Sosialinum 20
januar hevði til framtíðar
føroyska
uppsjóvarfiski
skapin. Tá segði hann millum
annað soleiðis:
”Vit ríða á einum ónáttúr
liga høgum aldutoppi. Tá vit
einaferð fáa strandarlanda
avtalurnar upp á pláss aftur,
og fiskiskapurin aftur gerst
vanligur,
verður
okkara
makrelkvota í mesta lagi
15 prosent, sum er kravið
hjá fiskimálaráðharranum,
og okkara partur av sildini
verður helst nakað minni enn
15 prosent av heildarkvotuni.
Her skulu vit eisini hava í
huga, at sildastovnurin er
illa fyri og í minking, so tann
heildarkvotan fer at minka
næstu árini. Tað fer sostatt
at koma nógv minni upp á
land av makreli og sild, sum
er høvuðsgrundarlagið undir
uppsjóvarvirkjunum.
(…)
Tað er rætt, at svartkjaftur
kann fiskast alt árið, og
at útlitini fyri nógv størri
svartkjaftakvotum eru góð.
Men svartkjafturin verður
ongantíð matfiskur á sama
støði sum makrelur og sild”
Útsøgnina brúkti Bogi
Jacobsen sum argument fyri,
hví hann helt, at tað var ikki
grundarlag fyri einum triðja
stórum uppsjóvarvirki í Før
oyum. Tey verða kortini trý í
næstum, tá nýggja uppsjóv
arvirkið Pelagos í Fuglafirði
letur upp.
- Tað sum eg segði tá,
hevur hildið heilt og fult,
og eg haldi framvegis ikki,
at grundarlag er fyri trim
um virkjum, sjálvt um vit nú
hava størri ætlanir við svart
kjaftinum, enn eg sá fyri
mær tá, sigur Bogi Jacobsen.
Komin sera stutt
Stjórin á Varðanum Pelagic
fýlist annars á vinnupolit
iska hugburðin her heima
viðvíkjandi víðarimenning
av ráfiski – ella rættari vant
andi hugburðin hesum við
víkjandi.
- Vit eru komin sera stutt
í Føroyum á hasum øki
num, bæði tá tað snýr seg
um uppsjóvarfisk og um
botnfisk. Her er lítil og ongin
víðarivirking
og
heldur
ongin málrættaður eksport
politikkur. Um onkur royn
ir at byggja okkurt upp, so
verður tað lættliga brotið
niður aftur beinanvegin, tí
skipanin er so veik. Tað, sum
manglar, er, at politikarar og
vinna seta seg saman at seta
sær nøkur mál, sum man so
heldur fast um. Vit í vinnu
ni hava eisini ábyrgd av
hesum, men eg hevði ynskt
at sæð eina útmelding frá
politikarunum um, hvørja
ætlan teir hava, og hvar vit
vinnupolitiskt kunnu vænta
at standa um tíggju ár, sigur
Bogi Jacobsen.
Hann er staddur í Íslandi
í løtuni, og hann dylir ikki,
at hann hevur hug
at øvunda íslend
ingum,
hvussu
væl fiskivinnan og
politiska skipan
in
har
arbeiða
saman.
-
Íslendingar
duga
sera
væl
at byggja teirra
vinnur upp og
síðani verja tær.
Eg eri sannførd
ur um, at vit
ynskja øll tað
sama í Føroyum,
tá
til
stykkis
kemur,
sigur
Bogi Jacobsen.
Nøktandi roknskapur
Nú marknaðarviðurskiftini aftur eru vanlig, væntar stjórin
á Varðanum Pelagic eitt betri úrslit í ár enn í fjør
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunan
fer at senda sína umsókn um at sleppa at broyta byggisamtyktina
til Býarskipanarnevndina longu í hesum mánaðinum, so
at eitt eitt kilometur langt øki frá Landingarmiðstøðini og
eystur móti kirkjugarðinum kann leggjast út til havnaøki
Mikið rok stóðst av, tá Varðin Pelagic skuldi
hava loyvi at byggja nýggja frystigoymslu, tí
friðaðir bygningar vóru í vegin. Trupulleikar
av tí slagnum skuldu tó ikki verið at drigist
við, nú uppsjóvarvirkið aftur hevur ætlanir um
at byggja út – hesaferð fyri at skapa rúm fyri
víðarimenning av uppsjóvarfiski, serliga svartkjafti
Bogi Jacobsen fekk rætt, tá hann í januar metti um støddina á føroysku kvotunum, eftir at
boykottini vórðu tikin av, og Føroyar aftur gjørdust partur av strandarlandaavtalunum