Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Malan Marnersdóttir Ólavsøkuframsýningin 2014 er eins í 2013 samansett av innbodnum og innsendum verkum, og tað er aftur í ár Kinna Poulsen, ið hevur skipað fyri. Ársins ólav­søku­ framsýning líkist eisini henni í fjør. Tað er týðiligt at síggja, hvørji tey innbodnu verkini eru og tey innsendu, og virðingin fyri teimum fyrru er størri enn fyri teimum, ið sendu inn. Verkini hjá teimum inn­ bodnu eru hongd upp sum á savns- og gallarí-fram- sýningum. Tey hanga uttan nakra aðra miðlan enn við einum nummarið, sum vísir til mynda¬skránna. Virðandi glopp millum verkini, størri glopp millum verk eftir eitt listafólk og verk eftir eitt annað. Men tá ið tað kemur til tey flestu av teimum innsendu verkunum, so eru tey hongd so tætt saman og sett í eitt høpi at illa fæst eyga á tey hvørt sær. Tey innsendu verkini eru við øðrum orðum sett í eina miðlandi rammu, ið metir tey skeivan vegin. Í roynd og veru eru hetta kanska verk, sum fyriskiparin annars hevði havnað? Stóri salurin Í Listaskálanum eru summir veggir týdningarmiklari enn aðrir. Eitt nú ber vegg­ urin, sum ein sær fyrst, ein kemur inn, prísin. Tað er veggurin, sum skildrar stóra salin sundur. Á hesum veggi hongur í ár ein røð av ónevndum steinprentum eftir danska lista¬mannin Claus Cartensen. Á vegg­ inum vinstrumegin hanga tríggir málningar við sama málingahátti og nokk so líkum motivum eftir Rannvá Kunoy. Teir hava heiti við politiskum broddi, ið nemur við almenn viðurskifti. Við­ víkjandi miðlan, so hevði tað verið hent við eitt sindur fleiri upplýsingum um summi av verkunum, sum heiti eru heldur krýptisk. Eitt nú eitur ein av málningum hjá Rannvá Kunoy Pentobarbital, sum er heiti á sterkum doyvinga­revni. Hetta søgdu eini lækna­hjún fyri mær og tóktust sam­stundis missa hugin at keypa. Næst Rannvá Kunoy hanga kollasjur á lørift eftir Tórodd Poulsen við eyðkend¬um tóroddskum dupultum heiti “Mynda¬bílæt” við smá­ tekningum, krutli og notat­ lepum. Á vegginum vinstrumegin hurðina inn í video- og fyri­ lestrarsalin hanga trý stein­prent við meira og minni greiðum politiskum boðskapi. Eitt eftir Hansinu Iversen við heitinum “Við love skuldu vit land byggja”, sum er ein viðmerking til okkara egna landsstýri. Hesa myndina fært tú útflýggjaða sum atgongumerki við myndaskránni á baksíðuni. Við síðuna av Hansinu hongur eitt steinprent afturat eftir Cartensen, ið bonskliga sigur “Miðfing¬urin til Mið­ flokkin” og so eitt eftir Jóhan Martin Christiansen við heitinum B-A-D-H. Hetta er tað tú sært í stóra sali standandi uppi á balkongini. Balkongin Sum mótvekt til politisku boðskapirnar niðri í salinum er balkongin halgað meira almennum myndevnum og eldri listafólkum. Prent eftir Janus Kamban, sála, eru eygnafragd á øllum endavegginum á balkongini, eins og yndisliga kynstrigar vatnlitamyndir eftir Bárð Jákupsson eru ein langur bordi eftir vegginum, sum vendir út móti forhøllini. Sum eitt punktum við dyrnar út í forhøllina hevur Randi Samsonsen fingið pláss til trý djørv alternativ, broderað og heklað verk við bummullardúkum og trillu­ tráð. Poesi millum hurð og trappu Komin so langt hevur tú snarað runt um teg sjálva úti við balkongkantin. So fert tú oman trappuna og fært eyga á ein fínan vegg, har tað hanga tvey poetisk verk. Annað verkið er ber orðlist. Sissal Kampmann hevur handskrivað eina yrk­ ing á so stórt pappírsark, og orðlistin er vorðin ítøkilig mynd. Við síðuna av henni hongur líka stórt pappírsark við eini fínligari tekning av einum Mads, sum Eir Nolsøe hevur teknað. Hesin veggurin millum trappuna niður í kjallaran og hurðina inn í video- og fyrilestrasalin riggar væl. Tivoli Men komin oman á beton­ flísarnar og farin til vinstru og verður tú rættiliga bilsin, tí nú uppletist ein sjón, ið mest av øllum líkist einum tivoli. Hesin tanki fær stuð­ ul, tá ið tú hyggur nærri, saman­bert við skránna og sært, at postkort av lands­ løgum, dukkum og fólkum í føroyskum klæðum o.t. eftir Ásmund Poulsen sum eitt reklamuneonljós gongur upp og niður gjøgnum upp­ hang­ingina. Ásmundur Poulsen var faðir Kinnu, og hon gjørdi herfyri eina minn­ingarframsýning við foto­myndum hansara í Stein­ prenti. Postkortini eru sett sama í setningin: Eg elski teg. Inni millum postkort- stav­irnar eru tey flestu inn­ sendu verkini hongd. Inn­ sendararnir Anita Køtlum, Anna Mari Dam, Anna Malan Jógvansdóttir, Beinta Gaard, Birita Poulsen, Durita Dam, Finleif Mortensen (sum er í holt við at taka seg nógv fram), Ingunn Danielsen, Jákup Lervig, Lydia Nielsen, Maigun S. Otthamar, Milja Hanusardóttir, Tove Jenny Brink, Vagnur Dam og Vígdis Petersen eru sett inn í hesa tivolirammu, og vandi er fyri, at eisini verk teirra eis­ ini verða tivoli. Um tað er ætlað ella ikki, skal eg ikki døma um, men tað kenst sum privat kroyst. Og hvussu ber tað til, at ein mynd eftir Bárð Oskarsson og tvær eftir Vígdis Petersen, ið bæði eru professionel, hanga her? Aftanfyri Í rúminum aftan fyri tann týdningarmikla veggin mitt í salinum hanga fleiri av frálíku eingla¬tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Er hann kortini ikki tivoli? Her inni er eisini ein talandi installatión, sum Sámal Blak hevur gjørt, har tveir smáir figurar í før­ oyskum klæðum standa inni­lokað í einum glasílati, í eini ostaklokku, mitt á einum stórum Havnarkorti. Eins og ein av málningunum hjá Rannvá Kunoy er in­ stalla­tiónin ein viðmerking til nationalism¬una, sum ger um seg víða hvar. Eisini Elin Josefina Smith, Saga Kapna, Ludvík á Brekku, Anna Katrina Højgaard og Fríða Matras Brekku hava ymiskliga áhugaverdar myndir í hesum sindur burt­ ur­goymda parti av fram­ sýningini. Forhøllin Úti í forhøllini hongur kanska nakað at tí áhugaverdasta. Tað eru heilt nýggjar myndir eftir Hanna Bjartalíð, sum aftur er farin at gera myndir, ið hanga púra friðarligar á vegginum, men kollasjulíka samansetingin minnir um húsini, hann sýndi fram í Listasavninum fyrrárið. Tvær eita Mandjou, eftir fót­ bólts­pælaranum Mandjou Keita frá Guinea? Telja við ella ikki Tá ið saman um kemur er ólavsøkuframsýningin 2014 fjølbroytt, í støðum frálík og í støðum áhugaverd, men sanniliga eisini tvørlig og fløkt. Framsýningin reisir m.a. spurningin um leiklutin hjá fyriskiparanum. Við tivolivegginum hevur hon kannað sær verkini hjá ó- ella sjálvlærdu listafólkunum og gjørt sær sítt egna við teimum Er tað endamálið við at skipa fyri framsýning? Ella eigur slík framsýning at miðla verkini á allari framsýningini soleiðis, at áskoðararnir fáa tey at síggja, njóta tey og kanska taka støðu til tey? Í sjónvarpinum segði Kinna Poulsen, at hon helt framsýningina vera inkluderandi. Tað veldst um, hvussu tað orðið skal verða skilt. Framsýningin umfatar nógv myndasløg og list á fleiri stigum, men hon setur tey so sanniliga á hvør sínar básar. Og millum tey innbodnu er ein frá felagnum Føroysk Myndlistafólk (listi við teimum er á www.lista­ felag.fo). Tveir aðrir limir hava sent inn av sínum eintingum (tann listin er til skjals á www.mynd.fo). Og hvar hanga tey? Tvey teirra í tivolivegginum. Men tað var eitt frálíkt hugskot at lata framsýn­ ingina upp við eini rimmar fram­førslu, ið svaraði til politisku statementini hjá myndlistafólkunum. Tráin Petursson Nónklett 03/08-14 Stríðið millum Ísrael og Palestina hevur vart nógv ár eftirhondini, og tykist ikki at fáa nakran enda. Ísra­el hevur, síðani staturin varð stovnaður í 1948, yvir­ tikið meira og meira av palestinska økinum í Mið­ eystri. Í dag er Palestina vorið sera lítið og spjatt. Nú­ver­andi stríð fyriferst ser­liga í Gasageiranum, ið liggur út ímóti havið. Ísrael hevur gjørt stóran múr runt um økið. Hetta hevur m.a. við sær, at fólk ikki kunnu ferðast frítt, og at nógvir palestinar ikki fáa nóg góða læknahjálp, vatn og sanitet. Stríðið er harðnað sein­ astu tíðina í sambandi við, at tríggir ísraelskir tann­ áringar vórðu dripnir á Vestara Áarbakka í juni. Ísrael gevur Hamas skyldina, og hevur sent rakett omaná rakett inn í Gasa fyri at útrudda Hamasrørsluna, og at oyðileggja loyniligu tunl­arnar hjá Hamas. Veru­ leikin er tó tann, at stórur meiriluti av teimum dripnu eru sivil fólk. Fleiri enn 1500 palestinar hava latið lív seinastu vikurnar. Á ísra­ elsku síðuni hava uml. 65 fólk latið liv – meginparturin hermenn. Støðan í Miðeystri er ræð­ andi. Atsóknirnar hjá Hamas kunnu ikki forsvarast, men mótálopini hjá Ísrael eru púra burturvið! Ísrael sendir rakettir inn í økir, har nógv fólk búgva. Og tey hava ongan møguleika at rýma, tí tey eru innibyrgd. Orkuverkið í Gasageiranum er hart rakt, og hetta hevur m.a. við sær, at sjúkrahúsini ikki fáa veitt grundleggjandi tænastur, tí teimum vanta streym. Skúl­ ar verða bumbaðir, og skúla­ børn lata lív. Føroyar skal viður­ kenna Palestina sum stat Fyrsta stig at skapa frið í økinum, er at fáa eina friðar­avtalu í lag. Síðani er alneyðugt, at Palestina verður viðurkent sum statur og fær hertiknu landaøkini aftur. Føroyar eiga at taka virkið lut, og viðurkenna Palestina sum stat. Tað hevur sera stór­ an symbolskan týdning, at vit stuðla kravinum hjá pale­ stinska fólkinum og viður­ kenna Palestina sum tjóð. Tað er tíð uppá at enda harðskapinum í Gasa­geir­ anum, harímillum at ríva múrin niður, so at fólk aftur kunnu ferðast frítt í sínum egna landi. Tivoli og list Tvørlig og fløkt ólavsøkuframsýningin 2014 kjak Rív múrin niður í Palestina!