mánadagur 4. august 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
V
íkingur hevur í ár framt eitt satt bragd,
og hevur spælt seg víðari í tveimum
umførum í Europa League. Teir ganga á
odda og talan er um beinleiðis søguligt
avrik frá teimum ljósabláu úr Gøtu og
Leirvík. Ongantíð áður hevur eitt føroyskt lið spælt
seg víðari til 3. umfar í Europa samanhangi.
Hetta hevur eisini sína ávirkan á dystarskránna hjá
Víkingi, sum umframt at spæla í landskappingini,
eisini hevur eina steypafinalu móti HB síðst í
mánaðinum. Tað er altíð soleiðis, at lið, sum eru
í steypakappingini og í Europa, koma at fáa eitt
longri og drúgvari kappingarár. Tað er hinvegin
týdningarmikið, at vit á bestan hátt stuðla hesum
liðnum, sum umboða føroyskan fótbólt í Europa.
Seinastu árini er leikskráin gjørd í tøttum
samstarvið við øll feløgini. Nú, tá føroysk lið í
størri mun megna at spæla seg víðari, so er tað ein
avbjóðing, sum øll mugu loysa í felag. Tað skal ikki
verða ein vansi, at eitt lið spælir seg víðari í Europa.
Stríðið at menna føroyskan fótbólt gongur rættan
veg. Tí er hetta ein positivur trupulleiki.
Víkingur skal í morgin av landinum við kós móti
Kroatia. Teir taptu fyrra dystin móti Rijeka 5-1.
Vikingur hevur helst lítlan til ongan møguleika at
koma víðari, men líkamikið hvat, so er talan um
søguliga uppgerð fyri føroyskan fótbólt. Tað skulu
vit ikki gloyma.
Europa League
– ein gleði fyri
føroyskan fótbólt
www.ab.fo: Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir:
”Vit hava manglað at vinna á HB í Gundadali, men tað gjørdu vit so í dag.
Vit spældu klókt, og taktikkurin riggaði til fulnar.”
www.b36.fo:
Søgan endurtók seg. Eins og í 2011, so gingu 17 umfør, áðrenn vit taptu,
og aftur var tað við Margáir, at vit snávaðu
www.hb.fo:
Gestirnir komu eftir tí eina stiginum men fóru avstað aftur við øllum eftir
at teir vunnu ein skilagóðan sigur á einum, á degnum, hampuligum HB-liði.
www.nordlysid.fo:
KÍ sá út til at fáa trý týðandi stig, men so fekk hiemafturkoma NSÍ
legandan Christian Høgni Jacobsen seinasta leikin í dystinum, sum endaði
2-2.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
■ Summarfestivalurin byrjaði í dag í
seinna hálvleiki tá KÍ tapti 1-0 ímóti
NS
( KÍ - NSÍ )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Adrian ikki
longur í B36
Kviki póllendingurin, sum
hevur sín fótbóltsuppruna
í VB, skifti til B36 í summar.
Tá var longu greitt, at hetta
kundi gerst ein fyribils av
gerð, tí hann framvegis leit
aði eftir felagi uttanlands.
Tað er nú veruleiki og Adrian
Cieslewicz skiftir til The
New Saints í Wales.
Adrian Cieslewicz hevur
fyrr spælt við walisiska
Wrexham, sum tó spælir í
enskum fótbólti, og Kidder
minister. Heimasíðan hjá B36
skrivar soleiðis um skiftið:
“Seinasti
dysturin
hjá
Adrian fyri okkum á hesum
sinni var í gjár við Margáir.
Í dag fer hann til Wales, har
hann hevur gjørt avtalu
við The New Saints, sum
spælir í walisisku deildini.
Nýggja felagið ynskti, at
Adrian legðist afturat hóp
inum longu nú, meðan teir
fyrireika
seg
til
nýggja
kappingarárið. Tað vildi B36
ikki seta forðingar fyri, og
avtalan millum spælaran
og okkum var eisini, at
hann hevði frítt at fara, um
tað eydnaðist honum at fáa
nýggjan
sáttmála
uttan
lands.”
Adrian Cieslewicz er 23
ára gamal.
Adrian Cieslewicz skiftir aftur til felag í Bretlandi
Grannauppgerð í kvøld Seinasti dysturin í hesum
17. umfari verður spældur í kvøld í Fuglafirði, har
ÍF tekur móti grannunum úr Víkingi. Til ber at fylgja
dystinum beinleiðis á heimasíðuni hjá Miðlahúsinum,
sum er in.fo. Dysturin byrjar klokkan 18.30.