mánadagur 4. august 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
ítróttur
frælsur ítróttur
Pætur Albinus
Myndir: hvirlan.fo
Leygardagin var av fagrasta
veðri at íðka frælsan ítrótt í,
men annan kappingardagin,
sum var sunnudagin, var
veðrið meiri illsligt og veðrið
foðraði eisini fyri at fleiri av
rik vórðu skrásett sum met
vegna ov nógvan vind.
Hetta forðaði tó ikki
fyri,
at
føroyameistarar
vórðu funnir í øllum ítr
óttargreinunum, og at met
vórðu sett og oyggjaleika
krøv nádd.
Rói koppaður
Rói Holgarsson, sum hev
ur verið einaráðandi á 100
m-teininum hjá monnum og
áður hevur verið umtalaður
sum tann føroyski Usain
Bolt, mátti fara vónbrotin
til húsa aftur leygardagin.
Hann vann nevniliga ikki
gull. Hetta var fyrstu ferð í
fýra ár, at Rói ikki megnaði
at vinna. Sigursharrin gjørd
ist Rúni Jacobsen úr Hvirl
uni, sum við tíðini 11,79 fekk
gullmerkið um hálsin.
Tað var nakað fitt av
mótvindi henda dagin, og
gjørdist Rúni einasti maður
undir 12 sekund. Rói Holg
arsson
gjørdist
nummar
tvey við tíðini 12,21, meðan
Tummas
Napoleon
Arge
streyk avstað við bronsuni
eftir tíðina 12,25.
Í 100m-finaluni hjá kvinn
um vann Margit Weihe Fríð
mundsdóttir við tíðini 14,18.
Katrin Holm Simonsen vann
silvur við tíðini 14,58, meðan
Marita Káradóttir Petersen
fekk bronsu við tíðini 14,76.
Marita setti met
Í longdarlopi hjá kvinnum
vóru einans tveir luttakarar
við. Tær vóru Marita K.
Petersen og Margit W. Fríð
mundsdóttir. Tað, at tað ein
ans vóru tveir luttakarar við,
skuldi tó ikki gerast nøkur
forðing fyri at kappingin
skuldi gerast bæði góð og
spennandi.
Margit legði seg á odda
við einum frálíkum lopi
áljóðandi 4,57 m, sum einans
var 2cm frá føroyska met
inum. Hetta fekk tað besta
fram í kappingarneytanum,
og gjørdi Marita ikki mat
ari enn at leypa 4,61m, sum
harvið gjørdist nýtt føroyskt
met.
Men enn var ikki liðugt.
Margit gjørdi seg aftur til
reiðar og leyp ótrúligar 4,74m
í næstu royndini. Vindurin
var tó ov nógvur til at hetta
kundi góðtakast sum før
oyskt met, men gullið fekk
hon fyri ómakin og Marita
stóð eftir við nýggja skrá
setta føroyska metinum í
longdarlopi hjá kvinnum,
sum nú er 4,61m.
Øssur bergtók
Øssur Debes Eiriksfoss, sum
eins og flestu teknisku íðk
ararnir umboðar Hvirluna,
var yvirlegin í bæði trístøkk
og hæddarlopi. Í trístøkki
tryggjaði Øssur sær gulli við
lopi áljóðandi 13,73m. Hetta
var góðan hálvan metur røttu
meðin
oyggjaleikakravið,
men tíverri fyri hann, so varð
hetta ikki góðtikið henda
dagin vegna ov nógvan vind.
Bogi Berg var næstbestur
við 12,63m, meðan 15 ára
gamli Tórur Mortensen leyp
11,78m og fekk bronsu. Tórur
er úrmælingur í mun til sín
aldur og telist millum teir
bestu í kongaríkinum í sín
um aldursbólki.
Øssur vann eisini kapp
ingina í hæddarlopi. Hann
leyp 185cm, sum er oyggja
leikakravið. Hann royndi seg
eisini á 190cm, men henda
royndin miseydnaðist. Silvur
vann Trygvi Z. Laksáfoss við
150 cm.
Bergsson einaráðandi
Í spjótkasti hjá monnum var
als eingin ivi um hvør skuldi
strúka avstað við sigrinum.
Hanus Bergsson var somikið
yvirlegin, at sjálvt stytsta
kast hansara var 6m longri
enn besta kast hjá silvur
vinnaranum.
Í kúlustoyti hjá monnum
var Hans Hjørleivur Magnus
sen bestur við 10,58m. Hon
um á baki komu Steinolvur
Geyti við 10,17m og Kristian
Martin Garðalíð við 9,46m.
Hjá kvinnunum luttóku
tær báðar Marita Káradóttir
Petersen og Edna Maria
Debes, sum ikki venja hesa
kúlustoyt. Her hevði Marita
munin við 8,51m, meðan
Edna Maria kastaði 8,05m.
Veteranar enn við
Eru tey nevnd, so eru tey
kend. Heri Ziska og Randi
Kúrberg hava í nógv ár
myndað tær meiri styrkis
kendu greinarnar í frælsum
ítrótti, sum eitt nú er sleggju
varp og klingrukast. Hóast
tey nú bæði taka sær av at
leggja ungdóminum lag á,
so luttóku tey bæði – og har
høvdu lærusveinarnir ongan
møguleika.
Heri Ziska vann sleggju
varp
greitt
við
40,32m.
Helgi Geyti fekk silvur við
28,68m, meðan Teitur Seloy
fekk bronsuna við 22,01m.
Eisini í klingrukasti var
tað veteranurin og royndi
oyggjaleikamaðurin,
sum
streyk avstað við gullinum.
Tað gjørdi hann við kasti, ið
var 36,93m langt. Hørð kapp
ing var um silvurið, har Helgi
Geyti hevði munin á Trónda
Arge. Helgi kastaði 29,63 og
Tróndur 29,16.
Í sleggjuvarpi hjá kvinn
um fekk Randi Kúrberg gulli
við kasti, ið rakk 30,94m.
Lærlingurin Marita Kára
dóttir Petersen fekk silvur
við kasti, ið rakk 19,14m.
albinus@sosialurin.fo
Føroyameistarar í
frælsum ítrótti funnir
Tórsbreyt var um vikuskiftið karmur um FM í frælsum ítrótti, sum
varð væl sýndur fram í góðveðri og við nøkrum føroyskum metum