mánadagur 4. august 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
René Tórgarð
Tók nógv av trýstinum við fleiri
góðum inntrivum. Nakrar góðar
bjargingar og ráddi í feltinum.
3
Jónas Tór Næs
Sum dysturin útartaði seg kom
hann at standa nógv í verjustøðu, har
hann hevði rímiliga gott tamarhald á.
3
Gert Hansen
Nýggjur leiklutur í verjuni, men tí
kom hann væl frá og ruddaði nógvar
bóltar burtur.
3
Egil á Bø
Sat tætt í Adeshina Lawal og
eyðkendu gúppini vóru fleiri í tali.
3
Jóhannus Hansen
Avloysti væl á vinstra bakki, har
hann hevði úr at gera. Nógv innlegg
komu framvið hann, men prísgivin.
3
Leif Niclassen
Setti ferð á í mótálopunum, men
misnýtti ein risa møguleika í fyrra
hálvleiki.
2
Marni Djurhuus
Hevði tað trupult á miðvøllinum,
har B36 sat á mestsum øllum.
2
Rógvi E. Nielsen
Hann og liðfelagin á sentrala
miðvøllinum settu seg ikki ígjøgnum.
3
Hans Pauli Samuelsen
Stóð fyri nógvum av tí
framrættaða. Nógv var gott, men
misti eisini fleiri bóltar. Svingandi
avrik, men endar á miðal.
3
Niels Pauli B.
Danielsen
Stúrdi ikki fyri at blása til álops og
vendi spælinum til mótálop.
4
Arnbjørn Hansen
Hálvan annan málmøguleika og
eitt mál. Soleiðis kenna vit Arbjørn
best.
spælarameting
Pætur Albinus - Margáir
Fortreytirnar
hjá
EB/
Streymi vóru undan dyst
inum nakað skerdar í tann
mun, at miðvøllurin mátti
blandast av nýggjum. Pól Jó
hannus Justinussen er ikki
longur í felagnum og Høgni
Madsen hevði leikbann. Ein
av møguligu avloysarunum,
Brian Olsen, sat uttanfyri við
skaða. Hetta merkti, at Marni
Djurhuus spældi á sentrala
miðvøllinum
saman
við
Rógva E. Nielsen, sum varð
tikin av vinstra bakki, har
Jóhannus Hansen spældi.
Hjá B36 var støðan hin
vegin óbroytt við flest øllum
leikarunum tøkum. Einans
Rasmus Dan Sørensen sat
uttanfyri. Hørð kapping er
um plássini – serliga vong
plássini, har Hanus Thor
leifsson og Jákup á Borg
aftur hesaferð vórðu valdir
framum Adrian Cieslewicz
og Rógva Poulsen.
Lívligt
Dystarbyrjanin var lívlig við
tveimum liðum, sum bæði
vildu spæla álopsfótbólt. B36
hevði bóltin meiri og royndi
at mynsta seg ígjøgnum
verjupartin hjá EB/Streymi,
meðan EB/Streymur lúrdi
eftir mótálopunum. Tað var
greitt, at B36 hevði hugsavn
að seg um at vera skjótir aft
ur í verjustøðu fyri at verja
fyri mótálopunum, men EB/
Streymur er ótrúliga vanda
mikið í slíkum støðum og
spældi seg stundum til støð
ur, ið vóru nær við at gerast
vandamiklar.
B36 hevði nakrar skot
royndir fyrstu løtuna, eitt
nú langskot omanfyri mál
ið, meðan EB/Streymur fekk
tiltuskað sær nøkur horna
spørk.
Risa møguleikar
Tá ið hálvur tími var leiktur
fekk EB/Streymur ein risa
møguleika. Hans Pauli Samu
elsen varð sendur avstað í
mótálop, og úr vinstru legði
hann bóltin innfyri málið,
har bólturin datt fyri føt
urnir á einum púra blonk
um Leif Niclassen, sum við
ristsparki sendi bóltin beint
framvið handaru stong. Ein
risa málmøguleiki, sum burdi
verið umsettur til mál.
Síðstu løtuna setti B36
seg á dystin, men tað var EB/
Streymur, sum var vanda
meira liðið. Aftur vóru tað
mótálopini, sum vístu vegin,
og løtu fyri steðgin var Hans
Pauli Samuelsen nær við at
smekka bóltin í málið við
vinstra beini eftir at EB/
Streymur kom í álop tveir
ímóti tveimum.
Hóast væl av horna
spørkum, vandastøðum og
málmøguleikum vóru í fyrra
hálvleiki, so var hálvleiks
støðan 0-0.
EB/Streymur gjørdist fyrsta liðið, sum megnaði at koppa B36 í Effodeildini
í ár. Hetta gjørdist greitt sunnudagin, tá ið teir við einum taktiskum
1-0-sigri fóru avstað við øllum stigunum. B36 var greitt omaná í spælbýti
og málmøguleikum, men málrevurin Arnbjørn Hansen syrgdi fyri, at
gestirnir vórðu revsaðir fyri ikki at taka av sínum málmøguleikum.
Arnbjørn
revsaði
oddaliðið
1 til 6
(0-0) 1-0
1-0: Arnbjørn T. Hansen, 77
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Arnar aftur á vøllinum Arnar Dam hjá EB/
Streymi er loksins sloppin av við sín drúgva skaða
og er nú aftur at síggja á vøllinum. Ímóti AB síðsta
umfar fekk hann fimm teir síðstu minuttirnar, og
ímóti B36 varð hann innskiftur í yvirtíðini.