Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86 ítróttur fótbóltur Bestu áskoðaraplássini henda dystin vóru á bakkanum norðanfyri, har tað lívdi og sólin sá. Skýlið var bara hálvt, meðan nógv fleiri fólk sótu á bakkanum – frálík nattúruskapt áskoðarapláss. Seinni hálvleikur var gapandi óáhugaverdur at hygga eftir. Gaman í riggaði taktikkurin hjá EB/Streymi til fulnar, men sum áskoðari var uppleggið tærnakrimpandi og syrgiligt at síggja. Eitt kort í tríggjar dystir B36 er eitt av teimum feløgunum, sum fær fægst kort í Effodeildini. Teir fingu einki kort ímóti EB/Streymi. Umfarið frammanundan fingu teir eitt kort, men umfarið áðrenn tað fingu teir heldur einki kort. B36 omaná Í seinna hálvleiki brúkti B36 ikki langa tíð um at seta seg fullkomiliga á dystin. EB/ Streymur vísti heldur ikki stóra áhuga í at verða ver­ andi á bóltinum, tí teirra takt­ikkur var at spæla upp á umstillingarnar. Teimum var tað tó ikki nógv av í seinna hálv­leiki, tí B36 var komið langt fram á vøllin og vann bólt­arnar skjótt aftur. B36 hevði eina ørgrynnu av hornaspørkum, men held­ur enn dygdargóðar skot­royndir var tað tilvildin í feltinum, sum skapti tað mesta vandamikla hjá B36. Gam­an í spældu teir seg heilt fram til málið, men tað av­gerandi manglaði og EB/ Streymur megnaði hvørja ferð at fáa ein fót fyri. Revsaðir Gott korter fyri leiklok, tá ið B36 annars hevði so at siga alt spælið, kastaði mót­álopsmaskinan hjá EB/ Streymi úrslit av sær. Held­ ur sjáldsamt vunnu teir seg framum miðvøllin og sendu ein bólt aftur um eina sovandi B36-verju, har Arn­bjørn Hansen tók bóltin nið­ur og sparkaði hann í mál til 1-0 til gestirnar. Hetta var als ikki í tráð við dystargongdina, men tak­ tikk­ur við at verja og sláa til í mótsatta enda riggaði til fuln­ar. Seinastu løtuna lat dyst­ ur­in seg upp. B36 royndi at trýsta enn meiri, men tað var sama søgan: teir komu ikki til avgerandi mál­møgu­leik­ ar­nar. Hinvegin lat tað upp til meiri pláss til EB/Streym, sum fekk góðar møguleikar at økja til 2-0. Hin størsta átti Hans Pauli Samuelsen í yvirtíðini, men Tórður Thom­sen vardi fyri. Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til EB/Streym, sum við góð­um verjuspæli gav sær sjálv­um ein møguleika. Ein møgu­leika, sum teir tóku av og vunnu dystin 1-0. albinus@sosialurin.fo Myndir: Sigmar Mørkøre EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Gert Hansen ■, Egil á Bø, Jóhannus Hansen ■ – Leif Niclassen (90. Arnar Dam) Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen, Hans Pauli Samuelsen ■ – Niels Pauli B. Danielsen – Arnbjørn T. Hansen (80. Hanus Olsen) B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard (87. Símun Joensen) – Jákup á Borg, Klæmint Matras (85. Adrian Cieslewicz) Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson (70. Rógvi Poulsen) – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal Nøgdur við spælið, harmast úrslitið Ikki gott spæl, men tað riggaði Sámal Erik Hentze, venjari hjá B36, harmaðist eftir dyst­ in um, at teir ikki megnaðu at skjóta mál. – Munurin er, at teir skjóta mál. Vit hava bóltin nógv og spæla hann væl. Vit skapa ikki 100% kjansir, men vit skapa kjansir, har eitt bein hjá EB/Streymi kemur í veg­in. EB/Streymur fær eitt mál, har revurin Arnbjørn skor­ar burturúr ongum. Tað er súrt. Eg eri væl nøgdur við av­rikið, men øgiliga keddur um úrslitið, segði hann – Eg bað teir fara út at gera tað sama. Eg haldi munurin var, at EB/Streymararnir blivu moyrir og ikki orkaðu at renna. Tí sá tað kanska út til at vit spældu skjótari, men teir vóru bara seinni eftir okk­um, heldur Sámal Erik. Hann vísir aftur, at hann hevur ein luksustrupulleika nú B36 hevur styrkt seg enn meiri og hevur fleiri navn­ fram­ar leikarar á beinkinum. – Nei, yvirhøvur ikki. Tann, sum ger tað gott, sleppur at spæla. Hatta har við nøvnum, tað kann eg ikki brúka til nakað sum helst, segði Sámal Erik at enda. Sigursharrin hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen, fegnaðist eft­ir dystin um at tað eydn­ að­ist at stríða seg til tey trý stig­ini. – Tað koyrir ikki so væl hjá okkum í løtuni, so menn mugu bara inn at stríðast 100%, og tað haldi eg, at allir gjørdu í dag. Fótbóltsspælið hjá okkum er ikki tað besta í løtuni, men tað riggaði so í dag, tíbetur, segði Arnbjørn Han­sen Vit spurdu framherjan, um ein sigur ímóti odda­lið­ num kann geva mót upp á at venda gongdini. – Ja, sjálvandi ger tað tað. Í løtuni er tað rættiliga nógv annarhvør dystur, men vón­andi klára vit at venda gongd­ini, segði Arnbjørn, sum segði seg loksins verða bliv­in skaðafríur og roynir at koyra á. spælarameting 1 til 6 Rógvi Dam EB/Streymur-fjeppari B36 hevði 80% av spælinum, men tað er málið sum telur, vit vóru meira vændamyklir framan fyri málinum. Gott kempa. Saman standa vit sterk. fjeppara sms 3 Tórður Thomsen Ein friðarligur dagur á kontórinum, har hann tó var prísgivin ta einu ferðina bólturin fór framvið honum. 3 Høgni Eysturoy Hevði ikki nógv at gera í verjupartinum og bleiv brúktur sum partur av álopsspælinum, har hann kom miðal væl frá tí. 4 Hørður Askham Ikki harðasti arbeiðsdagurin, men tók sær av øllum, sum var, og skapti ró. 3 Odmar Færø Fingur kundi ikki setast á avrikið í verjupartinum, men misnýtti ein leysan stútara eftir hornaspark í fyrra hálvleiki. 3 Alex Mellemgaard Ein av teimum, sum hevði bóltin mest. Hevði ein hóp av innleggum, men einki úrslitaði seg við máli. 3 Jákup á Borg Stóð fyri fleiri innleggum, men tað avgerandi manglaði. Hevði bóltin nógv, men lítið av frambrotum. 3 Róaldur Jakobsen Kreativi miðvallarin, sum hesaferð ofta datt út á vongin. Tað avgerandi manglaði. 4 Klæmint Matras Gav ikki mótstøðuleikarunum frið og vann hópin av bóltum. Var hesaferð eisini við í nógvum uppspølum. 3 Hanus Thorleifsson Skilagóður og gjørdi tað gott so leingi tað vardi, men fall úr dystinum um tímamarkið og varð útskiftur. 3 Lukasz Cieslewicz Vendi spælinum ofta, men tær avgerandi og eyðkendu driblingarnar manglaðu. 3 Adeshina Lawal Ein av mest sjónligu leikarunum á vøllinum. Tók nógvar bóltar til sín og var sera flytbarur. Petur Skeel má geva hvítu tikararunum heitari veður, tropudjór trívast best í pluss stigum SMS til 3. hálvleik