Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tá ið AB og Oddbjørn Joensen fóru við øllum úr Gundadali, var tað staðfesting av, at HB avrikini í løtuni eru treytað av Fróða Benjaminsen og eisini staðfesting av, at AB fyribils í hvusso so er, ikki er í vanda fyri at flyta niður Oddbjørn takkaði fyri seinast fótbóltur Jóannes Hansen Tá ið B36 vann FM í 2011, var liðið ósigrað fram til 17. um­ far. Higartil í ár hevur B36 verið ósigrað, og inntil í gjár hevði B36 fult stigatal á bygd. Í 2011 var tað við Margáir og á úti­vølli ímóti EB/Streymi, at B36 tapti fyri fyrstu ferð. Tá var úrslitið 2-1 til heimaliðið. Sigursmálið skor­ aði Arnbjørn Hansen tíggju min­uttir undan leikloki. Í gjár var úrslitið 1-0, og sigursmálið skoraði Arn­ bjørn Hansen trettan min­ utt­ir undan leikloki. Soleiðis sum tað mynd­ að­ist í gjár, so er ivin millum lítil og eingin um, at tað í heyst eisini fer at laga seg so­leiðis, sum tað gjørdi í 2011, alt­so at B36 fer at vinna FM. HB tók ikki av Tá ið B36 kiksaði á útivølli, høvdu teir í HB møguleikan á heimavølli at toga trý stig inn á grannarnar, sum teir hava verið roknaðir at vera ein­asti veruligi avbjóðari hjá. HB tók ikki av. Fyri fyrstu ferð síðani hann síðsta heyst fekk boð um, at hann ikki fekk møguleikan at halda fram sum venjari hjá meistaraliðnum, var Odd­ bjørn Joensen aftur í HB hús­inum sum venjari. Oddbjørn Joensen og AB fóru úr Gundadali við 2-1 sigri, og sjálvsagt iðra teir í HB seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri spenning í toppin í landskappingini. HB venj­ arin, Heðin Askham, stað­ festi, at hetta var ikki teirra dag­ur, og at tað ikki kann rokn­ast við, at HB fer at vinna, um avrikið ikki verður fræg­ari, enn tað var ímóti AB: – Einki riggaði hjá okk­ um. Vit høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, men vit megna ikki at skapa upp­lagdar málmøguleikar, fys­iskt eru við ikki nóg væl fyri á miðvøllinum, og teir sleppa ov lætt ígjøgnum í borð­unum hjá okkum. Tá ið tað er soleiðis, so ber ikki til at vinna, segði HB venjarin Heð­in Askham eftir 2-1 tapið. HB hevur verið roknað at hava stinnasta og størsta hóp­in at velja ímillum. Í gjár vóru teir bara fýra á beink­ inum. Ein teirra var eyka­ málverjin Tróndur Vatn­ ham­ar, og ein annar var René S. Joensen, sum er ikki frítt skaðadarvaður. Bæði í uppbyggjandi spælinum og í at­s­óknunum í brotsteiginum var stórur saknur í lið­for­ mann­inum Fróða Ben­ja­ min­sen, sum plagar at vera tann fremsti í at steðga mót­ støðu­monnunum, í at mynda møgu­leikar og í at skjóta mál. Fróði er toppskjútti hjá HB í ár. Sum vera man vóru argja­ menn ovurfegnir um, at tað eydn­aðist at vinna 2-1, og at fjar­støðan niður um strikuna aft­ur øktust til fimm stig. AB lá fyri tað mesta undir pressi, men uppløgdu mál­ møgu­leikarnir vóru ikki so nógvir. Tá kendist tað vera vandamiklari, tá ið AB legði til brots í skjótum mót­ álopum. Stóran heiður fyri 1-0 málinum átti Sandri Færø, sum í summarsteðginum er fluttur úr B36 og út á Argir. Hann er sera ferðmikil, og at hann megnaði at renna frá fleiri mótstøðumonnum og í røttu løtu at sleppa bóltin longri út í borðið til Jógvan Skeel Nolsøe, sum er fluttur úr HB og út á Argir, bar vandamikla støðu við sær. Jógvan legði innfyri, og undir málinum var miðvallarin Jobin Drangastein fyrstur á. Tá var eitt stórt korter farið, og HB hevði tak á spælinum. Innsikfti Poul Ingason javnaði við góðum stútara við handara stólpa eftir innlegg frá Jógvani Róa Davidsen, tá ið ein stórur tími var farin. So lá í luftini, at HB fór at orna hetta kortini, men so var ikki. Innskifti Mikkjal Hentze, sum hevur spælt nógv í HB, og nú er á Argjum, setti úr spískum bóltin framvið Teiti M. Gestsson, eftir at Jógvan Skeel Nolsøe hevði spælt hann leysan, og so luktaði tað av AB sigri. – Vit høvdu aðrar stórar møguleikar, eitt nú tá ið bólt­urin brast í stólpan, men sjálvandi eru vit nøgdir. Vit vóru skerdir, men vit vistu, at teir vóru eisini skerd­ir, og vit roknaðu við, at vit á miðvøllinum vóru krops­liga stinnari enn teir. So­leið­is vísti tað seg eisini at verða. Hetta var ógvuliga týdn­ ingarmikið, tí vit vistu jú, at Skála leygarkvøldið vann á B68. Nú hyggja vit upp­ eft­ir, og vit gleða okkum at spæla ímóti ÍF um eina viku, staðfesti Jógvan Skeel Nols­ øe, sum hevði stóran leiklut í sambandi við bæði AB mál­ ini. B68 endaði í botninum Leygarkvøldið hevði Skála vitjan av B68. Síðani Pauli Poulsen undan summ­a­r­ steðginum tók við ábyrgd­ ini av Skála, og síðani Pauli G. Hansen aftur tók sess á verjukenda mið­vall­ar­pláss­ in­um, hevur tað gingið væl betri á Skála. 1-0 sigursmálið ímóti B68 skor­aði miðverjin Pætur Dam Jacobsen, tá ið tað rest­ aðu tjúgu minuttir. Eftir horna úr høgru stýrdi hann við nærra stólpan bóltin flatt inn í handara síðunetið. Með­an Teitur R. Joensen er skadd­ur uttanfyri, er Pætur Dam Jacobsen liðformaður, og hann var sum vera man fegin um, at tað nú er eydn­ ast at vinna tveir dystir, og at spæl­ið er vorðið betri: – Í Fuglafirði høvdu vit betri uppiborið enn 1-0 tap næst­síðsta sunnudag. Nú vunnu vit fulla úrtøku, og tað haldi eg var uppiborið, tí vit vóru leikliga omaná, og vit spældu okkum til fleiri mál­møguleikar enn B68, og í verjupartinum bakkaðu vit væl upp fyri hvørjum øðrum. Tal­an var um liðavrik, og vit rokna tað avgjørt at vera stórt sannlíki fyri, at tað fer at eydnast okkum at varð­ veita plássið í deildini, segði Skála liðformaðurin. Allan Enghamar HB-fjeppari KATASTROFA!! Betri kann tađ ikki lýsast, HB-spæliđ, úrslitiđ og at man tveitti burt møguleikan at hála inn á B36 fjeppara sms Bárður Olsen AB-fjeppari Við sigri í dag er søga skriva. Fyrsti sigur í gundadali ímótir HB í fremstu deildini. Leikarnir kempa gott fyri hvørjum øðrum og lata ikki HB sleppa til teir farligur mál møguleikarnir. Nú styttist til mið kampin. Flott kempa dreingir! fjeppara sms