Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86 ítróttur fótbóltur Í B68 leguni sveið tap­ ið nógv. Tað ber við sær, at toftamenn nú eru trý stig og verri málmun aft­an­fyri Skála, og at tað eru átta stig fram til AB og har­við bjargingina undan nið­ur­ flyting. – Vit geva ikki skarvin yvir. Nú er neyðugt at arb­ eiða meiri, men skal tað eydnast at skora mál og at vinna sigrar, so er neyð­ ugt, at vit skapa fleiri mál­møguleikar, enn vit gjørdu hesa ferð. Í fyrra hálv­leiki vóru vit tríggjar ferð­ir tætt við, men eftir steðg­in megnaðu vit ong­ an­tíð at spæla okkum til málmøguleikar, og tað er ikki nóg gott, var við­merk­ ingin hjá Jóhan Dáv­ur Højgaard, sum hesa ferð var á verjukendum mið­vall­ar­ plássi hjá B68. Tóm kensla í Klaksvík Felags fyri KÍ og NSÍ er, at tey vóna, at tað skal eydn­ ast at røkka fjórða pláss­ið og harvið at vinna at­gongu­ merki at luttaka í europeisku kapp­ingini næsta summar. Tá ið EB/Streymur megn­ aði at vinna á heimavølli ímóti B36, var tað neyðugt hjá bæði KÍ og NSÍ at vinna fulla úrtøku, um fjarstøðan fram til EB/Streym og fjórða pláss­ið ikki skuldi økjast. Tað eydnaðist ikki. Úr­ slit­ið í Klaksvík var 2-2. NSÍ javn­aði, tá ið tað restaðu trígg­ir minuttir, og harvið var gongdin ikki so ólík tí, hon var fyrr í summar, tá ið NSÍ á heimavølli í yvirtíðini javn­aði til 1-1 ímóti KÍ. NSÍ legði fyri í 3-5-2 útgávu – ivaleyst við íblástri frá Hollandi í HM – og tað eydnaðist Árna Fred­e­riks­ berg, sum saman við Klæm­ i­nti A. Olsen var í álopinum, at seta hol á við rimmar skoti úr vinstru og í handara síðu­ net­ið. Uppspælinum stóð Andy Olsen fyri, tá ið hann sneiddi seg leysan í vinstru og síðani legði útfrá. Høgri vongverji hjá KÍ, Gunnar Christiansen, til­ tusk­aði sær brotspark, sum Páll A. Klettskarð umsetti til mál, og undan steðginum legði KÍ seg framum. Stórt mis­tak í NSÍ uppspælinum í høgru bar við sær, at Hjal­ grím Elttør spældi Páll A. Klettskarð leysan í vinstru, og miðvallarin Heð­in Klakstein møtti við høvd­in­ um bóltinum, tá ið Páll legði inn­fyri. At heimaliðið hevði lætt við at spæla seg ígjøgnum í borðunum bar við sær, at NSÍ broytti til 4-4-2 spæl­ skip­anina. Sum 2. hálvleikur leið gekk alt meiri fyri seg á KÍ hálvuni. Ofta varð lagt høgt í brotsteigin, har Jonas Flindt Rasmussen og Ísak Sim­onsen høvdu gott tak á. Tríggjar minuttir undan leikloki javnaði innskifti Chrstian Høgni Jacobsen. Árni Frederiksberg vann nær­dyst í høgru á KÍ hálvuni, hann streyk ígjøgnum, og við nærra stólpa møtti Christian Høgni bóltinum og stýrdi hann í netið. – Hetta var ein góð kensla at spæla við NSÍ fyri fyrstu ferð í trý ár og at skora. Áskoð­ararnir tóku væl ímóti mær, men vit eru ikki heilt nøgdir. Málið var at vinna øll stigini,og tað haldi eg, at vit høvdu møguleikar til, var við­merkingin hjá Christian Høgna Jacobsen. KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør var heldur ikki nøgdur við úrslitið: – Spælið hjá okkum hekk væl saman, og vit spældu okk­um til fleiri upplagdar mál­møguleikar. Tá ið vit so vóru frammanfyri, inntil tað bara restaðu tríggir min­uttir sigur tað seg sjálvt, at vit harmast. Eitt stig tel­ur ikki so nógv, men vit geva ikki skarvin yvir, og vit rokna framvegis við møgu­leik­an­ um at vinna okkum fram á fjórða plássið, segði Hjalgrím Elttør. ÍF og Víkingur Í kvøld klokkan 18.30 verður granna­uppgerðin í Fuglafirði mill­um ÍF og Víking, sum nú hevur møguleika at taka seg uppaftur nærri silv­ur­pláss­ inum. Fuglfirðingar eru við í kappingini um fjórða plássið. Trý stig í kvøld lyfta ÍF fram á fimta plássið – trý stig aft­ anfyri EB/Streym. KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen ■, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guéye, Ivan Joensen, Heðin Klakstein (Tórur Justesen, 83.) - Rodrigo Silva (Bárður J. Heinesen, 87.), Páll Klettskarð, Hjalgrím Elttør NSÍ: Andras Gango – Per Langgaard (Haraldur R. Højgaard, 82.), Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jónhard Frederiksberg, Magnus Olsen, Jann Martin Mortensen (Christian Høgni Jacobsen, 58.), Pól Jóhannus Justinussen, Andy Olsen (Meinhard Olsen, 77.) - Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen Skála: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen (Ahmed Keita, 69.), Pætur Dam Jacobsen ■, Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus – Andras Frederiksberg ■, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen – Ólavur Mikkelsen ■, Brian Jacobsen, Jákup Johansen B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Oddur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen ■ – Evrard Blé, Jóhan Dávur Højgaard, Jann Ingi Petersen – Jonleif Højgaard ■, Óli Olsen, Hákun Edmundsson (Andrias á Líknargøtu, 86.) HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm ■, Ales José dos Santos - Bartal Wardum, Jóan Símun Edmundsson, Levi Hanssen – Kristin R. Mouritsen (Heri H. Mohr, 85.), Andrew av Fløtum, Pál Mohr Joensen (Poul Ingason ■, 52.) AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg (Gert Drangastein, 72.), Andras Brixen Vágsheyg ■, Dmirtrij Jankovic, Beinir Ellefsen (Dan í Soylu, 80.) – Kári Nielsen, Hørður Mohr, Jobin Drangastein (Mikkjal T. Hentze, 70.) – Magnus Egilsson, Jógvan Skeel Nolsøe, Sandri Færø 0-1: Árni Frederiksberg 15. 1-1: Páll A. Klettskarð br 22. 2-1: Heðin Klakstein 40. 2-2: Christian H. Jacobsen 87. Dómari: Petur Reinert 1-0: Pætur Dam Jacobsen 70. Dómari: Ransin N. Djurhuus (2-1) 2-2 (0-0) 1-0 0-1: Jobin Drangastein 16. 1-1: Poul Ingason 62. 1-2: Mikkjal Hentze 83. Dómari: Sigurd Kringstad úr Noregi (0-1) 1-2 Summarfestivalurin byrjaði í dag í seinna hálvleiki tá KÍ tapti 1-0 ímóti NS Hevði B68 av øllum illum havt málmøguleikar! SMS til 3. hálvleik SMS til 3. hálvleik Frensurin fekk kanin til døgurða :) SMS til 3. hálvleik Mynd: Rakul Hansen/www.hb.fo Jógvan Hendrik Johannesen B68-fjeppari Nú er botnurin náddur. Eingin vilji, eingin geistur. Nú skal nógv til fyri, at yvirliva sjálvt um 3 stig koma á kontoina á Summarfestivalinum. fjeppara sms Steingrím Jacobsen Skála-fjeppari Klassi!!! Tamarhald var á leiðsluni og eg haldi vit biða bara um same procedure next match, please!. fjeppara sms John Andersen NSÍ-fjeppari Eftir ein katastrofalan fyrra hálvleik, har KÍ saktans kundi havt fingið fleiri mál, enn tær báðar gávurnar, ið teir fingu, so mannaðu okkara leikarar seg upp, og fingu 1 stig heim við til hús. Chr. Høgni kom, sá og javnaði!!!! fjeppara sms Kristian Joensen KÍ-fjeppari Keðiligt at missa í seinastu løtu, men rætt skal verða rætt, liðini áttu ein hálvleik í part, so javnleikur var nokk í lagi. Vit hava ikki vunnið í 18 umfari síðan 2007, so nú skal tað verða. Góðan Summarfestival! fjeppara sms Mynd: www.nordlysid.fo