mánadagur 21. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 116 - 22. juni 2004
Nr. 116 - 22. juni 2004
5
Guðrum
Sólja í Pakk-
húsinum
Stjørnan vitjar aftur á
klettarnar og Guðrun
Sólja Jacobsen fer at
framføra í Stóra
Pakkhúsi á jóansøku,
júst sum hon gjørdi
fyri tveimum árum
síðni,tá hon bert var
ein vanligur sang-
fuglur av Tvøroyri
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.f
Fyri tveimum árum síðani
hugtók ein sangfuglur av
Tvøroyri. Tað var jóansøka
í Vági og tónleikacafé í
Stóra Pakkhúsi.
Síðani er føroysk tón-
leikasøga skrivað, Guðrun
Sólja Jacobsen er ikki bert
ein vanligur sangfuglur,
men føroyska gentan, sum
vann kappingina hjá DR,
Stjerne for en aften. Og
eisini vann hon hjørtuni hjá
flestu føroyingum og eisini
hjá dønum.
Quiet Storm kallaðist
fløgan, sum kom út í kjalar-
vørrinum av kappingini. Og
nú hevur stormurin lagt seg
eitt sindur og Guðrun stór-
trívist í Danmark.
Hon arbeiðir miðvíst við
at geva enn eina fløgu út.
Eina fløgu, har hon sjálv er
meira við. Og enn hevur
hon tilboð og er úti og
syngur kring í danska
landslagnum. Og síðani
hon vann kappingina hjá
DR hevur hon veruliga
roynt seg, tí henni hevur
staðið í boði at syngja við
teim stóru á palli og tað
hevur hon eisini gjørt, m.a.
Stig Rossen og Sanne
Salomonsen.
Men nú er jóansøka fyri
framman og Guðrun verður
aftur í Pakkhúsinum á tón-
leikacafé.
Sangfuglurin
vitjar aftur og tað eru tað
óivað mong, ið fegnast um.
Vælkomin til Jóansøku-
hald í Vági, sum verður
hildið í døgunum 26. og
27. juni.
Fyrsta Jóansøkan var hild-
in í Vági í 1926, eins og
tíðirnar broytast, ja so eru
stevnurnar eisini broyttar
til nútíðina, tó eru stevn-
urnar nú, eins og fyrr
bygdar upp og fáa virði
við teimum mongu ítróttar-
og mentanartiltøkum, sum
okkara ungdómar og fólk
annars skipa fyri á stevn-
unum runt landið.
Jóansøkan hevur stóran
týdning fyri fólkið á stað-
num, tað hendir nógv, tað
verður fríðka um og hond
tikin í ymiskt, sum hevur
ligið á láni.
Vágur hevur góðar møgu-
leikar at skipa fyri stevnu,
her eru nógv mentanarhús,
tað veri seg til enskan/ før-
oyskan dans, sjónleik, kór-
sang, ítrótt, fundir, møtir,
framsýningar o.a.m..
Stevnurnar savna fólk til at
hugna sær, hetta gevur
høvi til at heilsa uppá fólk,
sum ein annars ikki sær til
dagligt.
Oftast eru nógv fólk til
ymisku ítróttartiltøkini, t.d.
kappróður, o.a. mangt,
sum ymsu feløgini standa
fyri, eisini verður skipað
fyri Tivoli, sangløtum,
framsýningum, røðum, ja
mangt verður at fara til.
Tær ymsu pisurnar hava
fingið húgvuna á høvdið,
tær prýða um á gøtunum
slíkar stevnudagar, vit
ynskja teimum tillukku og
eina góða framtíð.
Stevnurnar eru góðar fyri
at glaða sálina, at leggja
dagligdagin eitt sindur til
viks og geva sær tíð at
liva, tað at geva sær tíð at
liva, ja tað er vorðin ein
trupulleiki í nútíðarsam-
felagnum, oftani er orsøkin
tann, at vit seta so stór
krøv til okkum sjálvi, ja,
oftani alt ov stór krøv, vit
eru bert menniskju og eiga
ikki at gloyma tað, lívið
skal livast, her er eitt høvi,
vit vitja stevnurnar, tær
hava nakað fyri øll.
Veðrið hevur stóran týdn-
ing fyri stevnuhaldið, er
tað gott, so er alt gott, og
sjálvt um vit einki fáa
gjørt við tað, so fara vit at
vóna at veðrið verður gott.
Vil hervið, býráðsins
vegna, takka tykkum
mongu sum skipa fyri
stevnuhaldinum, tað er eitt
stórt arbeiði, sum verður
lagt í tað, bæði av kvinn-
um og monnum.
Góðu stevnufólk, ítróttar-
fólk og gestir annars, vil
ynskja tykkum hjartaliga
vælkomin til Vágs at halda
Jóansøkuna 2004.
Jógvan Krosslá
borgarstjóri
Jóansøkan í Vági 2004
Guðrun Sólja Jacobsen: Sangfuglur vitjar aftur, tí fyri
tveimum árum síðani stóð hon á palli í Stóra Pakkhúsi, ikki so
kend sum nú, men aftur í ár verður hon við jóansøku í
Pakkhúsinum
Mynd:D.Olsen
C
M
Y
K
5
4