Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 7 Mánakvøldið 14. juni kom stásiligur brand- bilur til Vágs. Komm- unurnar í syðru helvt av Suðuroynni hava keypt bilin í felag og er bilurin óivað mill- um stásiligastu av sínum slag í landin- um. Gamli brand- bilurin í Vági er frá 1976 og er tískil ellis- akfar. Høvi verður at síggja gamla og nýggja bilin á jóan- søku BRANDBILAR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað var stásilig sjón, tá nýggjur brandbilur kom vestur til hølini hjá Suður- oyar Syðra Bjargingarfelag á Eiðinum í Vági. Eitt far, sum í sínum flokki liggur millum fremstu akfør. – Bilurin hevur kostað einar 2,2 milliónir, tá alt er við. Hann hevur 420 Hk motor og fullautomatisk gear. Hann hevur tanga til 3700 litrar av vatni og biofor skúm. 5 pláss er í bilinum við førara, men gott pláss er og eitt vanligt útrykningslið telur seks mans, greiðir Gudmund Jacobsen, brandmeistari, frá. Hugskotið til júst henda bilin kom, tí í Klaksvík er ein slíkur bilur. Men hann er nakað minni enn tann, sum nú er í Vági. T.d. eru hestakreftirnar í Klaksvík 340 mótvegis teimum 420 í nýggja bilinum. Tað eru kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, Hov, Porkeri, Vágur og Sumba, sum í felag hava keypt nýggja bilin. – Nú kommunurnar eiga bilin saman, skulu øll 4 sløkkiliðini venja meira saman, so tað ikki bert eru sløkkiliðsmenn í Vági, sum duga at koyra og handfara bilin, sigur Gudmund J- acobsen. Nýggi bilurin hevur al- skyns útgerð, millum annað stóra dynamo, ið gevur 5 kilowatt og stikkontaktir eru kring bilin, har streym- ur fæst til ymisk neyðug tól. Kommunurnar í norðaru helvt av oynni hava somu- leiðis keypt nýggjan brand- bil. Ellisakfar Gamli brandbilurin í Vági er ein Mercedes frá 1976 og kann tískil bólkast sum ellisakfar. Hóast hann hev- ur roynst væl sum heild, so er tað ein veruleiki, at hann hevur verið ov lítil og hevur kraftað ov lítið, so ferðin hevur ikki verið tann stóra, tá á hevur staðið. Gamli bilurin hevur 70 Hk motor og rúmar 800 litrar av vatni, so nýggi brandbilurin er sera stórt framstig. Hóast tað sjálvandi er so, at ynskiligt ikki er, at nýtsla er fyri bilinum, so er við hesum bøtt munandi um umstøður og møguleikar hjá sløkkiliðunum í økin- um, tá á stendur. Bæði stásiligi nýggi brandbilurin og gamli brandbilurin verða sýndir fram á jóansøku. Stásiligur brandbilur vísast fram Sløkkiliðini í syðru helvt av Suðuroynni fingu mánakvøldið nýggjan brandbil, ið ikki kann annað enn hugtaka tey, ið hava eygað fyri dygd, styrki, vakurleika og akførum. Bilarnir verða sýndir fram á jóansøku Mynd: D. Olsen Gamli brandbilurin frá 1976 er nú ellisakfar Á loftinum goymir hann fleiri ringbind, ið eru á tremur við tættum, sálmum og sangum, og bert eitt eintak er av hvørjum. Men nú hevur Niels Petur Nolsøe valt og vrakað úr rúgvuni og ein partur av skalda- rúgvuni kemur í summar út í einum yrkingasavni, sum verður prentað í næstum SKALDSKAPUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Uttan kanska at vita tað, so hava tey flestu hoyrt tættir hansara, hvørt tað so hevur verið til nýggjársveitslu í Vági ella í V4 skemti í ÚF. Og mong hava eisini sungið sangir hansara - uttan kanska at vita tað- tí tað er næstan gerandiskostur, at sangir verða bílagdir frá NePtuN til ferming ella brúdleyp og aðrar veitslur, so yrkingin er partur av gerandisdegnum. Og so er tað alt hitt. Tað hann yrkir, tí kenslur í barmi boða frá, at nú renn- ur yvir og skaldið má sleppa framat í rokmikla gerandislívinum. Maðurin, ið vit tosa um, er Niels Petur Nolsoe, NePtuN. Skald, skemtari, lærari og so er tað jørðin og djórini - seyðurin, hønurnar og annað. Í eini 35 ár hevur NePtuN yrkt og skemtast til nýggj- árshald og aðrar veitslur, so har liggur nógv eftir á tættaøkinum. Og sangirnir, ið er skrivaðir eftir bílegg- ing, fylla eisini. Men eisini vøkru sangirnir um náttúru og land og sálmarnir og týðingar fylla í savnum á loftinum vesturi í Bø í Vági. Tættirnir eru ofta lokalir og verður nýtsla og út- breiðsla hareftir. Men nógvir av tættunum frá V4 skemti og sangirnir um bygdir og land og náttúru eru klæddir í hóskandi løg og eru javnan at hoyra í út- varpslurtinum. Savn út Men saknur hevur verið í at eiga mangar av perlunum á prenti. Tað hava í øllum før- um mong hildið og til eina samkomu fyri eini 4 árum síðani hendi einki minni enn tað, at Niels Petur fekk handaðan gávukekk á 10.000 krónur frá felagnum Ráðakletti, ið skuldi stuðla honum í at geva út eitt savn við yrkingum. Uppgávan var bundin, tí peningurin var oyramerktur. Og Niels Petur lovaði, at út skuldi okkurt koma og hevur hann síðani hesa hending stillisliga arbeitt við ætlanini, og nú er nær- um komið á mál og prentað verður í næstum. – Nóg mikið er at taka av og bert lítil partur kemur út nú við hesum savninum. Nógv av tilfarinum er lokalt, men so eru tað sang- irnir, sálmarnir og eisini tættir. Síðutalið verður á leið 130, so talið á yrking- um er nokk á leið 100, metir NePtuN. Fullu ringbindini á loftin- um boða frá, at rúgvan er stór, tí bert eitt eintak av hvørjum sangi er í, so talan er um stóra skaldarúgvu. – Tað er í stóran mun talan um náttúruyrkingar og alskurin til landið. Eg eri jú nógv úti í náttúruni og fái sjálvsagt íblástur har, sigur Niels Petur. Hóast tilfar er til fleiri útgávur, so torir NePtuN ikki at lova ov mikið. Savn- ið við sangum, sálmum og tættum eftir NePtuN verður prentað innan tveir mán- aðar og so er bíðitíðin av og áhugaðir lesarar, sum hava bíðað í mong ár, kunnu tá ogna sær lesnaðin, ið er til skemtiligar løtur og til hugtakandi náttúrulýsingar og djúphugsni. Lesnaður til gaman og álvara. NePtuN gevur yrkingasavn út Niels Petur Nolsøe, NePtuN. Í næstum gevur hann á egnum forlag út yrkingasavn við úrvalsyrkingum úr stóru skaldarúgvuni Mynd: D.Olsen Bergið PDf Bærentsen Teknik PDF C M Y K 7 6