Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 9 Arnfinnur Bjarkhamar Drekka teir í Jómsborg Bæði við gleði og gaman Har skal eingin stíga til borðs Fyrr enn tríati ára gamal Hóast ikki hevur verið drukkið í Jómsborg í full 30 ár, og at allir jómsvík- ingar er væl eldri enn tey 30 árini, so kunnu Jóms- víkingar um tvey ár há- tíðarhalda 30 ára stovn- ingardag. Felagið var stovnað, ella rættari sagt endurstovnað 21. des. 1976, og var Andrias Pet- ur Jacobsen, sáli, fyrsti formaður felagsins. Ein av trúgvu limum felagsins, og sum eisini var formaður í felagnum í mong Harrans ár, Christoffur Joensen, var ár 2000 gjørdur heiðurs- limur í Jómsvíkingum. Forkvinna í felagnum er Mikala í Trøðini. Felagið var annars sera virkið síðst í 1950 og fyrst í -60unum. Men tá komu stóru línubátarnir og ovlítið av fólkið varð heima um veturin, og datt felagið tí niðurfyri. Um 100 limir eru í fe- lagnum, harav eru 30 limir, sum eru rættiliga virknir. Á jóansøku í Jómsborg taka vit treystliga í hondina á hvør øðrum og kvøða um hovbingin, sum á sinni drap Brestir í Stóru Dímun, og um sandvíkingin sum høgdi høvdið av Sigmundi Brestisyni, eftir at hesin hevði gjørt tað bragd at svimja um Suðuroyar- fjørð. Og ikki mugu vit gloyma Ólav Trygvason, sum ósærdur noyddist at loypa í havið av Ormin- um. Dansifelagið Jómsvík- ingar ber navnið eftir teimum "røttu" jómsvík- ingum, sum á sinni skuldi hjálpa danakong- inum Haraldi Bátonn, at fella Hákun jall, sum tá sat á Noregs krúnu. Í minniliga sjóbardagan- um í Hjørungavág í Sunnmøre í 986 mátti jómsvíkingar lúta, og vóru teir flestu dripnir. Áðrenn óeydnisferðina til Noregs drukku jóms- víkingar bæði úti og inni í Jómsborg. Søgufrøð- ingar eru ikki heilt samdur um hvar um leiðir Jómsborg lá, men fornfrøðisligar rann- sóknir benda á, at jóms- víkingar hava búleikast við Wollin við Oder-áar- munnan, sum er markið millum Pólland og Týsk- land. Jómsvíkingar fara at ynskja øllum eina góða jóansøku, og at Jómsborg og Vágsbygd annars fer at standa víðopin fyri øllum stevnugestum. Lat meg enda við orðinum hjá Mikkjali á Ryggi: Kongar allir í grannalondum munnu vit norðmenn vinna, minni fýsir meg jómsvíkingar í hildarleiki at finna. Dansifelagið Jómsvíkingar Jómsborg Mynd: D. Olsen Øll hava vit okkara hugmynd av skóta- lívinum. Her verður greitt frá tí og frá virkseminum á jóan- søku. Skótabólkurin Royndin ynskjir her ølllum vælkomin á Jóansøku SKÓTAR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin Skótaliðið Royndin hevur navnið eftir Royndini Fríðu, sum Nólsoyar Páll bygdi á Fløtuni Fríðu í Vági. Í ár er sera runt áratal fyri hesi søguligu hending, 200 ár, og er skótaliðið eisini sera sjónligur partur av jóansøkuni. Í samband við søguliga árstalið er eisni fólkafundur á Fløtuni Fríðu, sum lýst er í skránni fyri jóansøkuna. Kærkomið tiltak Um leiklut skótana í jóan- søkuni og skótalív annars siga skótarnir soleiðis; – Jóansøkan hevur verið eitt tað størsta peninga skapandi tiltaki hjá skóta- bólkinum í Vági í yvir tríatiár. Tað vóru skótarnir íð byrjaðu við Tivoli á Løð- hamri við ballónum, fiski- brunni og tombola. Men tað er strævið at skipa fyri slíkum og nýta nógvir skótaleiðarar nýta sína frítíð og orku til tess. So tað er gott, at nøkur foreldur kunna traðka til og geva eina hjálpandi hond. Skót- arnir hava ognað sær pop- korn og kandiflossmaskin- ur, í verða nýttar øllum at gagni og eisini æltla okur at selja ballónir og okur hava eisini "det muntre køkk- en"og loppumarknað við kafé við livndi tónleiki. Skótabólkurin er nevndur eftir Royndini Fríðu, Før- oya fyrsta skipið, ið Nóls- oyar Páll, Per bóndi, Jákup bóndi og aðrir lótu byggja á Fløtuni Fríðu. Í ár eru júst 200 ár síðani hesa hending. Okur stolt av at bera navnið Royndin. Fleiri av okkara skótum eru eftir komarar Jákups bónda, hann er nokk tiptipoldurabbi teirra flestu. Legulív er ein týðandi partur av skótaarbeiðinum, ið hugtekur allar skótar, gevur teimum sjálvsálit,og komandi summar fara okur til Danmarkar á landslegu hjá donsku KFUM skótin- um, har skótar um allan heimin møtast. Eitt av aðalmálum ogra skóta er at verja um náttur- una. Skótin gevur náttúruni gætur. Í vár vóru teir eldru smá- skótarnir á legu í skóta- húsinum, har teir millun annað vóru siglutúr til Lopra við Steinhúsbrøður, og síðani í bili til Sumbiar at vitja fjósið, spæla á sand- inum og har ótu okur mat- pakka. Í mai mánaði vóru skót- arnir á vikuskiftslegu við tjaldi. Smáskótarnir komu á vitjan at grilla pylsur. Far- ið varð gonguferð til Snepputoft í Hamrabyrgi, har Sneppan livdi einsa- møll undir svartadeyða og sumbingar kastaðu henni mat oman. Eisini vóru smá- skótarnir til smáskótadag á Argjum, har vóru umleið 400 smáskótar úr øllum landinum samlaðir. Har var klatriveggur, okur silgdu í gummibáti, bovlaðu og okur spældu ymisk spøl. Skótabólkurin hevur í løtuni umleið 8o virknar limir úr Vági og Sumba. Skótarnir eru í fer við at mála skótahúsið uttan sum vantandi verður liðugt áðrenn Joansøku. Skótaheilsan C M Y K 9 8