Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fyrr í summar ljóðaði, at eingin fór at keypa ull, tá royt­ing stundaði til. Útlit vóru til, at ullin tískil fór at fara fyri einki. Óli Kristian á Torkils­ heyggi á Nesi, sum eigur fyri­tøku­na Navia, sigur, at tey fyrr í summar avgjørdu at keypa ull í býti við vør­ur, sum Navia selur og fram­ leiðir. - Vit lata fimm krónur fyri kilo av ull, sum verður av­roknað við vørubýti, og mót­tøka er hesa vikuna. Hann vísir á, at Navia hev­ur ikki kapasitet til at keypa alla ullina í Føroyum, men at fyritøkan hevur av­ mark­að seg til í summar at keypa ull úr Syðrugøtu, bygdu­num við eystara arm á Skála­fjørði­num, íroknað Lamba, Ritu­vík og Æðuvík. - Eg vænti, at vit kunnu keypa eini fimm tons av ull. Móttøkan er í Gamla Turki­ húsinum á Toftum, har vit hava leigað okkum inn. Ymiskt í býti Navia framleiðir ymisk sløg av tógvi og troyggjum. Ullin, sum Navia keypir, verður skild og pakkað í Føroyum. Síða­ni verður hon spunnin til tógv uttanlands. Óli Kristian á Torkil­s­ heyggi vísir á, at Navia hevur ymisk­ar klædnavørur, sum fólk kunnu fáa í býti, eitt nú arbeiðs­klæði, fjallastyvlar, jakk­ar og regnklæði, um­ framt tær vørur, sum Navia virkar og selur. - Ullamóttøkan hjá okkum er nú í fyrstu viku í august, sigur eigarin av Navia. - Vit lata fimm krónur fyri kilo av ull, sum verður avroknað við vørubýti, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia Keypa ull hesa vikuna Sambært Fiskamarknaði Føroya fiska flestu partrolarar og djúpvatnstrolarar, sum eru til fiskiskap í løtuni, makrel. Minnisvarðarnir siga sína søgu Vilmund Jacobsen Tað var hin 21. november í 1895, at 96,32 metrar langa trímastraða barkin, Prin­ cip­ia úr Newcastle, fór á land á Stóraboða í Søltuvík vesta­n­til á Sandoynni. Skipið fór úr Dundee í Skot­landi hin 16. november sama ár á veg til Amerika. Men, í illveðri hin 19. novem­ber kom eldur í skip­ið, sum setti kós móti Skot­landi, men endaði í Før­oy­um. Tað var bara ein maður, sum bar boð í bý eftir skips­ brotið út fyri Søltuvík. Hesin rak á lastalúku í 14 tím­ar og varð bjargaður í land í Kirkjubø. Lastalúkan verður brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø, og í 2001 tóku før­ oysk­ir froskmenn akkerini, sum síggjast á myndini, upp av vrakinum. Umhvørvið í Søltuvík, har minnisvarðin stendur, er sera vakurt, og her ber til at sita við borð og njóta løtu­na. Beint sunnanfyri min­ nis­varð­an rennur á, har børn kunnu stuttleika sær eina løtu við at fanga smá­ síl. Veðrið hevur verið gott í summar, og sólin hevur hitað sál og sinn. Her er tað Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sum vitjar í heimbygdini, Nólsoy Her eru tað nólsoyingar, sum eru í royting. Myndina hevur Jógvan Thomsen tikið Línuflotin loysir aftur Vilmund Jacobsen - Bara eitt línuskip er til fiskiskap. Tað landar mikudagin og hevur mest av longu og brosmu. Rest­ in av línuflotanum liggur, men væntandi fer onkur út í vikuni. Tað visti Fiska­mark­ nað­ur Føroya at siga fríggja­dagin. - Streymurin verð­ur góður fyrst í viku­ni, men harðnar, sum vikan gong­ ur. Veð­ur­for­sagn­ir­nar eru góðar. Tí væntar mark­nað­ur­ in, at nakað verður av út­ róðri, og bátarnir fáa eina bland­ing av toski og hýsu - og onkur roynir eisini við kalva­línu. Fleiri minnisvarðar eru reistir yvir sjófólk sum lótu lív á havinum. Í Søltuvík sigur minnisvarðin yvir Principia eisini sína søgu