mánadagur 4. august 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hin 1. august lýsti Fiskiveiði
eftirlitið bráðfeingis veiði
bann á einum øki norðanfyri
fyri fiskiskap við uppsjóvar
troli. Veiðibannið, ið fevnir
um økið, sum sæst á viðheftu
mynd, er galdandi í 14 dagar -
frá 1. august klokkan 15 til 15.
august klokkan 15.
Eftirlitið sigur, at veiði
bannið er galdandi fyri øll
skip, ið hava loyvi at fiska
makrel í føroyskum sjógvi í
2014. Tó eru tey undantikin,
ið hava tillutaða kvotu av
øðrum uppsjóvarfiski.
Mistu fiskiloyvi
Í morgun visti útvarpið hjá
Kringvarpinum at siga, at
fýra trolarar - tvey pør - hava
mist fiskiloyvið, tí skipini
høvdu alt ov nógva norð
havssild sum hjáveiði, tá teir
fiskaðu makrel.
- Annað parið misti fiski
loyvið í eina viku og hitt í
tíggju dagar, upplýsir Vørn
fyri Kringvarpinum.
Lagt verður aftrat, at
Vørn vil ikki upplýsa, hvørjir
trolararnir eru, ei heldur,
hvussu nógva norðhavssild,
skipini høvdu.
Tað var Asbjørn Senior,
sum flutti fiskin frá trolar
unum til lands, og Vørn
kannaði lastina, tá skipið
landaði í Kollafirði og á Tvør
oyri.
- Skip, sum ikki hava loyvi
at fiska sild, kunnu í mesta
lagi hava tíggju prosent av
norðhavssild sum hjáveiðu,
tá tey fiska makrel, visti
Kringvarpið at siga í morgun.
Vilmund Jacobsen
Seinasta nátt var friðarlig
hjá løgregluni.
Í
samdøgurfrágrei
ðingini er tó viðmerkt, at
løgreglan varð boðsent til
eina adressu í høvuðsstað
num umleið klokkan 01.30
síðstu nátt.
- Tað var ein maður, sum
var komin fullur heim. Eftir
øllum at døma var kvinnan
ikki trygg við umstøðurnar
og ringdi til okkara.
Vakthavandi sigur, at tá
maðurin hevði roykt eina
ella tvær sigarettir, fór
hann í song og sovnaði.
- Síðan varð friður, og
meira spurdist ikki burtur
úr hesum, sigur løgreglan.
- Tá maðurin hevði roykt eina ella
tvær sigarettir, fór hann í song
og sovnaði, sigur løgreglan
Sild elvir til
trupulleikar í
makrelveiði
Ein sigarett
loysti húsa
ófrið í Havn
Á seinasta túri var
Kristian Martin Ras
mussen á brúnni á
verksmiðjuskipinum
Norðborg, sum Dávur
Winther avmyndaði
við bryggju leygar
dagin
Hesin fiskakassi, sum
upprunaliga er úr Nólsoy,
stendur á Skarvanesi. Poul
Jákup Thomsen, sigur, at
kassin er komin rekandi og er
tikin upp í fjøruni í bygdini
Stórir
laksar
á Nes
vatni
Vilmund Jacobsen
Dia P. Johannesen, fyrr
verandi lærari, sum um
situr Nesvatn í Neshaga,
slepti herfyri aftur nakrar
stórar í vatnið - til frítíðar
fiskarar at fiska. Hesaferð
var talan um seksti laksar,
har hvør er størri enn
annar.
- Fyrr í summar vórðu
áttati laksar sleptir í Nes
vatn, og eg vil meta, at
einir 8-10 av hesum vóru
eftir, tá eg setti hesar
seksti út herfyri, sigur
hann.
Soleiðis svimja umleið
60-70 laksar í vatninum í
dag, og haraftrat eru síl.
Tað eru bæði menn og
kvinnur, sum fiska á Nes
vatni, og tí kunnu vit ikki
bara tosa um frítíðarfiski
menn.
Laksarnir, sum Dia P.
Johannesen í tveimum
umførum hevur slept í
Nesvatn, eru komnir frá
Fiskaaling.
- Tey, sum ynskja at
fiska í Nesvatni, kunnu
keypa sær loyvi hjá mær,
sigur maðurin, sum býr á
Gaddavegi á Nesi.
Tað eru rættiliga stórir
laksar, sum eru sleptir í
Nesvatn. Feiri teirra tátta
í ein metur, og vektin er
hareftir.
Í
undanfarnu
viku
varð eisini onkur laksur
fingin á Nesvatni.
- Jú, tað er spennandi
at hava við hesar stóru
fiskar at gera, siga fólk,
sum plaga at fiska á vatni
num, og sum hava verið
heppin at fáa onkran risa
laks á húkin.
Fýra trolarar - tvey pør - hava mist fiskiloyvið,
tí skipini høvdu alt ov nógva norðhavssild
sum hjáveiði, tá skipini fiskaðu makrel
Vørn hevur lýst veiðibann á hesum økinum norðanfyri, sum myndin vísir.
Veiðibannið er galdandi fram til 15. august klokkan 15. Tó eru undantikin
tey skip, ið hava tillutaða kvotu av øðrum uppsjóvarfiski