mánadagur 4. august 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ann Kristina S. Simonsen
Í fagrasta veðrið, hóast kalt, var
stórt
hátíðarhald
í
Mikladali
fríggjadagin tann 1 august, í sam
band við at standmyndin av Kópa
konuni varð avdúka. At tiltaki hevði
stóran áhuga millum fólk var eyð
sýnt, tí hópurin av fólki leitaðu sær
út í Kalsoynna. Omanfyri 2000 fólk
vóru til hátíðarhaldið, og skráin
fyri dagin var bæði umfatandi og
fjølbroytt. Fólkið á oynni høvdu
stákast í fleiri dagar fyri at kunna
taka ímóti teim mongu ferðafólk
unum.
Long bíðitíð á Syðradali
Kunningarstovan ráddi fólki til ikki
at taka bil við á Kalsoynna, tí at
tað fór at skapa ferðsluruðuleikar,
um ov nógvir bilar koma í oynna.
Hetta kemst av at kilometrarnir
av vegi eru fáir, og trongligt er um
nógvir bilar skula parkera. Ístaðin
var boðað frá, at skipa var fyri
góðum busssambandi, við tað at
fýra bussar skuldi koyra ímillum
Ternuna og Mikladal. Fólk tóku hesi
boðini til sín, og fáir bilar vóru tí við
Ternuni. Flutningurin av ferðafólki
til og úr Mikladali eydnaðist tó ikki
so væl til allar túrarnar.
Ternar, ið tekur300 fólk, var
fullfermd mestsum hvønn túr.
Soleiðis var eisini, tá ið hon fór av
Klaksvík klokkan 12.20, tí tá var
Ternan stúgvandi full av fólki.
Tá ið lagt var at í Syðradali vóru
bert tveir bussar, sum bíðaðu
eftir ferðafólki. Meginpartin av
ferðafólkunum mátti tí bíða eina
góða løtu til hesir báðir bussarnir
komu aftur eftir teimum. Tey, ið
bíðaðu longst, bíðaðu í ein heilan
tíma. Av tí at tað var serstakliga
kalt hesa løtuna, var lagi ikki av tí
allar besta tá ferðafólkini, langt um
longi, komu til Mikladals. Tað var so
smátt fari at regna, so bæði húgvur,
regnfrakkar og gummistilvar vóru
tikin í nýtslu, tá ið fólk fóru leiðina
oman á helluna til avdúkingina av
kópakonuni.
Meir enn 2000 fólk
til avdúkingina
Tað vóru ikki bert hesi 300 fólkini,
ið vóru henda túrin á middegi við
Ternuni, ið vóru komin til avdúk
ingina. Bæði Ternan, sum sigldi
tann dagin, og Sam, ið sigldi dagin
frammanundan, høvdu verið mest
sum fullir av ferðandi hvønn túr,
so tá ið avdúkingin byrjaði kl 14
vóru fleiri enn 2000 ferðandi á
oynni. Meðan tað var gingið oman
á helluna rungaði ein ljóðleikur
um kópakonuna um alt helli, og tá
ið móttøkan byrjaði, klokkan gott
tvey, sleyt í og tað var turt.
Eftir at Dávur Winter hevði
bjóða øllum vælkomnum, byrjaðu
hátíðarhaldi við at Ingibjørg og
Rani framførdu eitt lag.
Bjørn Kalsø avdúkaði
kópakonuna
Eftir hetta fekk Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaðurin í mentamálum, ið
er ættaður av Syðradali, heiðurin
at avdúka kópakonuna. Bjørn
Kalsø byrjaði við at halda eina
røðu. Røða hansara bæði byrjaði
og endaði við einari yrking hjá
Mikldalsyrkjaranum Hans Jákup
Glerfoss. Eisini tosaði Bjørn um, at
sagnirnar eru ein partur av okkara
mentan og mentunnararvi, ið ríkar
okkum sum samfelag. Tá ið hann
tosaði um sagnina um kópakonuna,
nevdni hann, at hon lærir okkum,
at vit ikki mugu taka tað, ið ikki er
okkara, og at eingin má taka frælsi
frá einum øðrum menniskja
Í New York er frælsisgudinnan,
í Dublin er Molly Malone, í Keyp
mannahavn er havfrúgvin, og nú
í Mikladali kópakonan, segði Bjørn
Kalsø at enda, og mannamúgvan
fagnaðist.
Tá ið Bjørn hevði havt orðið,
avdúkaði hann kópakonuna, ið
Hans Pauli Olsen hevur tilevnað.
At kópakonan er eitt serstakliga
flott handverk sást væl á andlits
brøgdunum hjá fjøldini, og lógva
brestirnir hoyrdist um alla hell
una.
Fyrireikararnar aftanfyri
Sjómannadagin stigtakarar
til Kópakonuna
Tað eru Olivur Thomsen, Olivur
Joensen og Ólavur Samson, ið hava
tikið stig til at fáa gjørt stand
myndina og fyri hesum hátíðardegi.
Hetta eru somu menn, sum í mong
ár hava fyriskipa sjómannadagin í
Klaksvík, og umframt kópakonuna,
hava teir fingið fleiri aðrar stand
myndir gjørdar og settar upp. Eitt
nú kann nevnast Egnarin, sum
stendur á stongunum í Klaksvík,
og Húkin, sum hevur verið nógv
frammi í føroysku fjølmiðlunum, og
sum í dag stendur í tí fyrstu rund
koyringini ein kemur til, tá ið ein
kemur koyrandi til Klaksvíkar.
Síðani Niklas Heri Jákupsson,
fyri nøkrum árum síðani, alment
byrjaði at tosa um at fáa eina stand
mynd av kópakonuni í Mikladali,
hava fyrireikararnar aftanfyri há
tíðarhaldið arbeitt fram ímóti at
fáa hesa standmynd í lag. Nú eru
góð fýra ár liðin síðani tað av álvara
var farið undir hesa verkætlan, og
tí var dagurin í dag ein gleðisdagur
fyri fyrireikararnar. Tí var tað eisini
sera hóskandi, at tað var Olivur
Joensen, ið vegna fyrireikararnar,
handaði
Klaksvíkar
kommunu
standmyndina.
Borgarstjórin fekk
lykilin til kistuna
Tað var Jógvan Skorðheim, borgar
stjóri í Klaksvík, ið vegna Klaksvíkar
kommunu tók ímóti standmyndini.
Sum eina ímynd upp á hetta, gav
Olivur borgarstjóranum lykilin til
kistuna hjá kópakonuni. Lykilin
hevur Óli Skarðenni tilevna.
Áðrenn borgarstjórin fekk orðið,
kom Olivur við einari serligari tøkk
til listamannin Hans Paula Olsen,
sum hevur evnað kópakonuna, og
sum í trý ár hevur arbeitt við henni,
uttan at hava sáttmála hesum
viðvíkjandi. Eisini greiddi hann frá,
at tað var eitt drúgt arbeiðið at fáa
kópakonuna oman á Stóra kneysa.
Ætlanin var at flúgva hana við
tyrlu, men av tí at veðrið ikki var til
vildar, máttu tað 20 mans til at bera
hana oman.
Tá ið Olivur Joensen hevði hand
að Jógvan Skorðheim lykilin, fekk
borgarstjórin høvi at bera fram
røðu. Í røðu síni takkaði hann,
vegna Klaksvíkar kommunu, fyri
listaverki av kópakonuni, og rósti
teimum, ið høvdu gjørt sítt til, at
fingið hetta hátíðarhald í lag.
Ein heiður fyri Eivør
Eftir røðu borgarstjórans, var tað
Kópakonan avdúkað
í Mikladali