Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eivør Pálsdóttir, ið framførdi tveir sangir. Eivør segði tað verða ein stórur heiður, fyri hana at sleppa at framføra á Stórakneysa til av­ dúk­ingina av kópakonuni, og tí var hon skjót at siga ja til hesa fram­ førsluna. Eisini legði hon afturat, at hetta staðið, var tað vill­asta og flottasta staðið hon hevði framført á. Eivør byrjaði framførslu sína við sanginum Trøllabundin, og eftir hetta sang hon fyri fyrstu fer nakrantíð sangin Slør, ið hon sam­an við Marjun Syderbø Kelnes hevur gjørt. Eivør greiddi frá at hon og Marjun hava í eina tíð arbeitt við kópa­konuni, og Marjun hevur mill­ u­m annað siti og skriva yrkingar á Stóra­kneysa, har kópakonan nú stendur. Ljóðmyndir, kvæðið og leikur Tá ið Eivør fór av pallinum, fekk fjøldin høvi at hoyra eina ljóð­ mynd, sum Maiken Háberg Han­ sen hevur gjørt. Ljóðmyndin eit­ur hamskifti, og er sett saman av ljóðið frá havinum, kópum og kvinnu. Ljóð­myndin ímyndar ham­skifti frá kópi til kvinnu, og meðan ljóð- myndin var framførd vildu fleiri verða við, at ein kópur kom undan kavi í sjónum. Hans Pauli Olsen sigur seg hava sæð ein kóp meðan hann hevur arbeitt við kópakonuni á helluni, og gitt var, at hetta var sami kópur sum kom undan kavi, undir ljóðmyndini. Klaksvíkar dansifelag kvøddi kópakvæðið niðri á helluni, og at enda vóru tað nakrir ungir leikarar frá Klaksvíkar Sjónleikafelag, ið framførdi ein leik um kópakonuna, ið Sóley Danielsen hevur stjørna og lagt til rættis. Í trappunum á veg niðan frá móttøkuni stóðu fólk og bjóðaðu suppu. Hetta kom væl við hjá fólk­ unum, og fleiri valdu at steðga á til eitt gott prát og ein góðan bita. Konsertin flutt út vegna gott veður Ætlanin var, at Eivør Pálsdóttir og Ingibjørg Hansen skuldu syngja í kirkjuni aftaná avdúkingina, men av tí at so nógv fólk vóru møtt og veðrið var so gott, vóru hesar framførslur fluttar út við ánna, sunnanfyri kirkjuna og smiðjuna í Norðastovu. Konsertin var sera væl eydna, og setti hetta ein hugnaligan og tignarligan dám um alla bygdina. Góður dagur hóast bíðitíð At hetta var fyrstu ferð, at so mong vóru á oynni ísenn merktist væl, tá ið fólk skuldu av aftur oynni. Bíðirøðin var long til bussarnar, og tað vóru fleiri, ið vóru noydd at bíða leingi í Syðradali, tí tað ikki var pláss við Ternuni. Hóast tað til tíðir kundi kennast eitt sind­ ur drúgt at ferðast ímillum henda dagin, orsaka av tí longu bíði­tíðini, má sigast at dagurin var sera væl­ eydnaður. Tað er eingin ivi um at kópakonan framyvir fer at draga bæði føroyingar, og ferðafólk ann­ ars, til Mikladalar og leggjast kann afturat, at kópakonan er sera føgur á at líta, og hon passar sera væl inn í tí ráðu náttúruna niðri á helluni í Mikladali.