týsdagur 5. august 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Um tú skalt gera big busi
ness, mást tú vera har tað
hendir. Skalt tú gera busi
ness í USA, mást tú hava
eitt amerikanskt telefon
nummar, tí so fáa fólk fatur
á tær og kunnu bjóða tær
til ein frokost. Tí soleiðis
fyrigongur business í USA í
stóran mun. At hittast, eta
ein frokost saman og fáa eitt
óbindandi prát, er vanligasti
hátturin at koma í samband
við onnur og menna sína
fyritøku upp á. Tað nýtist
ikki koma nakað ítøkiligt
burtur
úr
eini
tílíkari
frokostavtalu – ofta kemur
einki burtur úr, og tað er
esini í lagi. Onkuntíð hevur
ein hug at hittast aftur, og á
tann hátt hendir tað ofta, at
fólk skapa týdningarmikil
sambond fyri fyritøkuna.
- Tað er heilt vanligt at
fólk siga: Forrestin, eg kenni
ein, sum tú kundi havt gleði
av at hitt. Her er hansara
ella hennara nummar, og so
hittast fólk og drekka ein
kopp af kaffi, ella eta ein
bita. Tað er ein deiliga óbind
andi háttur, at hitta fólk upp
á, og nógvar hurðar latast
upp á hendan hátt.
Soleiðis
sigur
Heini
Zachariassen um orsøkina
til, at hann valdi at flyta
fyritøkuna og alla familju
na við trimum børnum til
San Fransisco í California
í august 2013. Ein mánaða
áðrenn hevði íløgugrunn
urin Balderton Capital valt
at seta 10 milliónir dollarar,
ella 57 millliónur krónur í
fyritøkuna hjá honum, Vi
vino.
Má vera á rætta stað
Her í hjartanum í San Fran
sisco halda risafyritøkur
innan tøkni á netinum til.
Millum annað Facebook,
Amazon og Google hava sæti
her, og her kanst tú hitta
røttu fólkini og ert nær
hendis, um okkurt áhuga
vert hendir.
- Vivino hevur sum mál
at vaksa skjótt og at gerast
størsta vínapp’in, og tí er
tað umráðandi, at vit eru á
rætta stað. Her hendir tað,
sum er vert at fara til, og her
eru tey, sum tú hevur tørv
á at hitta. Fyri stuttum var
Hillary Clinton til eitt tiltak
her, og her er alla tíðina
okkurt í gongd, sigur Heini
Zachariassen
og
leggur
aftrat:
- Keypmannahavn er eitt
fínt stað at vera, men skalt
tú verða størst í heiminum,
so noyðist tú at verða í mið
deplinum. Alt hevur størri
árin her. Eru vit eitt nú í fjøl
miðlunum í Danmark, so er
tað avmarkað, hvør sær tað.
Men skrivar Washington
Post um okkum, ja so breiðir
boðskapurin seg sum ringar
í vatninum, og vitanin kem
ur nógv longur út, sigur
Heini Zachariassen.
Byrjaði sum
kjallarafyritøka
Hugskotið
at
gera
eina
vínapp
byrjaði
at
taka
skap
fyri
góðum
fimm
árum síðani, og Vivino var
í byrjanin ein ”kjallarafyri
tøka”, sigur Heini Zacharias
sen. Tað var bara hann, sum
spældi sær við hugskotið og
støðugt royndi at betra tað.
Eftir eina tíð komu onn
ur við, millum annað ein
fyrrverandi
starvsfelagi,
sum hann stovnaði fyri
tøkuna Bullguard saman
við. Í 2011 var Heini vísur í,
at hugskotið kundi bera, og
tá fór hann sostatt í holt við
at fáa pening til vega.
- Eftir at vit sjósettu
hugskotið vuksu tølini sera
skjótt. Tað vóru beinanvegin
nakrir
hundrað
túsund
brúkarar, sigur Heini.
Vivino
hevur
fingið
smærri upphæddir áður.
Íløgan á 10 millionir dollarar
kemur ikki eftir einum degi,
men er úrslitið av málrætt
aðum arbeiði yvir longri
tíð. Tað krevur, at tú kennir
røttu fólkini, og at tú alla tíð
er úti um teg, sigur Heini
Zachariassen.
- Tað er óhugsandi at gera
eitt sokallað ”cold call”, altso
at seta teg í samband við
íleggjarar, uttan at tú kennir
onkran, sum hevur lagt eitt
gott orð inn fyri teg og títt
hugskot. Netverk hevur alt
at siga. Tú kanst ikki bara
ringja og siga ”eg havi eitt
gott hugskot”, men tú skal
hava onkran at skjóta upp,
at tey hyggja uppá tína fyri
tøku fyrst, so kanst tú byrja
at hugsa um at sleppa fram
at, og tá er avgerandi, at hug
skotið er gott, og at tú hev
ur eina greiða ætlan við tí,
sigur Heini.
Hart arbeiði og vilji
Tað er týdningarmikið at
hava eitt gott hugskot. Hev
ur tú tað ikki tað, ber ikki
til at fáa fólk at seta pengar
í – óansæð hvønn tú kennir.
Sjálvt hugskotið er tó ein
lítil partur av, at tað eydnast,
heldur Heini Zachariassen.
- Eitt er at hava eitt gott
hugskot, men tað er ein sera
lítil partur av tí, um tú vilt
náa toppin. Nógv tann størs
ti parturin er at vilja tað. At
arbeiða hart fyri tí og bara
blíva við og við, sigur hann.
Sjálvur kennur hann fólk,
ið hava samband við nógv
fólk við stórari ávirkan, og
sum hava lagt eitt gott orð
inn fyri hann hjá bretska
íleggingargrunninum.
Ein
tílíkur grunnur umboðar
nógvar smærri íleggjarar.
- Í einum føri sum hes
um er tað Balderton Capital,
sum samskipar íløgurnar,
og sigur: Tit fáa 10 millión
ir dollarar. Men í veruleika
num standa nógvir smærri
íleggjarar aftanfyri, greiðir
Heini frá.
Vivino skal vera størst
Tá tú fær 10 milliónir dollarar
at brúka, verða ávís krøv
sett til ætlan og menning
av fyritøkuni. Íleggjararnir
vilja gjarna síggja úrslit og
fylgja við í menningini av
fyritøkuni. Tað er gott, tí
tað ger, at tey hava áhuga
í at stimbra fyritøkuna og
hetta merkir ofta, at nógvar
ressursir, umframt peningin,
verða lagdar í fyritøkuna.
Krøvini nerva ikki Heina
Zachariassen.
- Vit hava tvey ár at
brúka
pengarnar
í.
Vit
hava lagt eina ætlan fyri,
hvussu tað skal gerast, og
tá tvey ár eru liðin, skulu
vit antin hava funnið ein
hátt at skapa vinning, ella
vit skulu finna nýggjar
íleggjarar, sigur hann. Tað
er ikki óvanligt, at stórir
íleggingargrunnar
koyra
pening í fyritøkur, uttan at
tað stóra yvirskotið kemur
rullandi beinanvegin.
- Tað hendir meira enn
so, at yvirskotið ikki kemur
beinanvegin, og okkara mál
er í løtuni slett ikki at vinna
pening, men at vaksa. Tá tú
ert á hesum marknaðinum,
er tað altavgerandi, at tú ert
størst. Antin er tú størst,
ella ert tú slett ikki – eins og
tað er galdandi við google
og facebook. Fólk brúka
bara størstu app'irnar, sigur
Heini Zachariassen.
5 milliónir brúkarar
Í løtuni eru fimm milliónir
brúkarar
á
Vivino,
og
málið er, at 10 milliónir
brúkarar verða um eitt ár.
vivino
Í juli 2013 fekk Vivino 10 milliónir dollarar frá
enska íløgugrunninum Balderton Capital. Fyritøkan
hjá Heina Zachariassen veksur við rúkandi ferð
og fyri at fáa sum mest burturúr, hevur hann flutt
fyritøkuna og alla familjuna til San Francisco, har
millum annað Google, Facebook og Amazon halda til
Heini ger bu
Heini saman við konuni og børnunum. Barbara
uttast til vinstru er 16 ár, Paula, sum situr hjá
Heina er 8 ára gomul og Bastian er 13 ár