týsdagur 5. august 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vivino hevur fólk í starvi í
Indien, Danmark og USA,
og raksturin er 5 milliónir
dollarar, ella 28,3 milliónir
danskar krónur, um árið.
Enn veit Heini ikki, hvat
rætta loysnin fyri framtíðina
er, men tey troyta ymiskar
møguleikar alla tíðina.
- Í løtuni royna vit eina
verkætlan í samstarvi við
matstovur her í San Fran
sisco, og um tað vísir seg at
vera eitt gott hugskot, ja so
velja vit at fara tann vegin.
Vísir tað seg hinvegin ikki at
geva nakað, so droppa vit tað
aftur, sigur Heini.
Málið er, at Vivino skal
endurnýggjast hvønn mán
að, so pallurin alla tíðina
verður betur. Møguleikarnir
við netinum og brúkara
drivnum applikatiónum er
óavmarkaður, og tankin
er, at Vivino í síðsta enda
skal hava prosentir, tá
fólk keypa vín, men
akkurát hvussu hetta
skal
gerast
veit,
Heini ikki enn.
- Royndin við
matstovunum
umfatar eina
ve r k æ t l a n
har fólk kunnu finna vínið
hjá matstovuni á Vivino,
har tey kunnu síggja rating
og ummæli av vínunum alt
fyri eitt. Hetta er gjørt í sam
starvi við matstovurnar, og
er eitt sera stórt arbeiði, men
vísir tað seg at vera eitt gott
hugskot, føra vit tað víðari,
sigur Heini.
Framhald á síðu 6
vivino
siness í USA
Í august 2013 flutti Heini Zachariassen við allari
familjuni til USA. Bretski íleggjaragrunnurin,
Balderton Capital hevði júst sett 10 milliónir
dollarar t.e. umleið 57 milliónir danskar krónur í
fyritøku hansara, Vivino. Heinasa uppgáva er nú
at brúka teir á ein skilagóðan hátt innan tvey ár