týsdagur 5. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vivino
Netverk er alt
”Businessdating” er sum áður
nevnt ein avgerandi part
ur av at leiða eina fyritøku í
USA, og tað er lætt í USA, tí
amerikanarar eru so lættir at
koma í samband við.
- Fólk her eru seljarir, og
tí er alt eittsindur ljósareytt.
Tað venur man seg við.
Tey halda, at eg eri øgiliga
undirspældur við mínum
nordiska hátti at vera uppá.
Eg haldi, at longur norður
tú kemur, meira introvert
eru fólk, sigur Heini. Tað
kann skapa misskiljingar.
- Sigi eg 100 prosent, so
meini eg 100 prosent, men
tey siga 120, um tey meina
100. Á tann hátt skal man
líka finna hvønn annan, og
tú lærir skjótt at draga eitt
sindur frá, tá tú hevur við
amerikanarar at gera, sigur
Heini Zachariassen.
- Opinleikin ger tað lætt at
koma í samband við fólk, og
tú kanst fara til frokost sam
an við einum ótali av fólkum,
sum møguliga, møguliga ikki,
kunnu vera við til at skapa
tína fyritøku, ella beina hana
á eina ávísa kós. Tað kann
vera onkur, sum hevur eitt
hugskot til, hvønn tú kanst
tosa við, ella hvat tú kundi
sett teg inn í. Tað kann eisini
føra beinleiðis samstarv við
sær. Onkuntíð førir tað einki
við sær, men tað ger einki
– tað nýtist ikki at føra til
nakað, sigur Heini.
Øðrvísi leiðslustílur
Amerikanska mentanin er
øðrvísi enn danska og før
oyska á ymiskan hátt. Eitt
nú er leiðslustílurin øðrvísi
í USA.
- Skandinavar hava tað
við at seta kritiskar spurn
ingar til leiðsluna, kanska
í so nógv, meðan man í
USA aldrin sigur leiðsluni
ímóti.
Tað
kann
eisini
verða
vandamikið.
Mær
dámar væl, at fólk siga sína
hugsan, tí tað kann vera, at
eg taki feil, sigur Heini.
Hann hevur fyrr bygt
eina fyritøku upp, og selt
hana, tá hon bleiv størri,
men hann veit ikki um
hann verður troyttur av
Vivino.
- Eg haldi, tað er
stuttligari at leiða eina
lítla fyritøku. Tá tú kemur
upp um 100 starvsfólk
byrjar tað at taka langa
tíð at gjøgnumføra eina
avgerð. Ein lítil fyritøka
gevur tær fríari ræsir,
sigur Heini. Hann seldi
antivirusfyritøkuna Bull
guard í 2010.
At flyta alla familjuna
til USA var eitt stórt stig,
og børnini, sum eru 16, 13
og 8 ár skuldu byrja eitt
heilt nýtt lív í USA. Tann
elsta dóttirin, Barbara
hevði flutt aftur til Dan
markar beinanvegin, um
hon kundi, heldur Heini.
Tann ynskta, Paula, sum
hevði tað ringast, tá tey
komu, tí hon ikki dugdi
enskt, tosar nú flótandi og
stórtrívist. Kona Heina,
Maibritt, ger sjálvboði
arbeiði í skúlanum hjá
børnunum,
eins
og
nógvar aðrar mammur í
umráðnum. Bastian, mið
lingurin, hevur stóra gleði
av, at verða ein høgur ung
ur maður, tí kurvabóltur
er tað heilt stóra í USA.
Sum heild trívist familjan.
- Veðrið her er fan
tastiskt, her er vakurt,
og vit eru sera fegin um
almenna skúlan, so vit
eru sum heild fallin væl
til, sigur Heini Zacharias
sen. Hann veit ikki at
siga, nær tey venda aftur
til Danmarkar. Tað er ein
fyrimunur at bróðurin Per
eisini býr í USA, og ein vin
maður, býr somuleiðis í
sama umráði.
fakta
Heini Zachariassen er 42 ár og er uppvaksin í Hoyvík. Hann
er bróður Per Zachariassen, sum bleiv serliga kendur, tá
hann framleiddi danska X-Factor sendingarnar og í vár varð
heintaður til Danmarkar frá USA at standa fyri Eurovision,
sum Danmark var vertur fyri. Harumframt hevur Heini
ein eldri bróður, Martin Zachariassen, sum er leiðari og
professari á Datalogisk Institut á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn, og eina systir, Annu, sum starvast sum
samskipari á Professiónsháskúlanum í Keypmannahavn,
Metropol.
Heini er giftur Maibritt Juul Zachariassen og saman hava
tey trý børn. Barbaru, sum er 16 ár, Bastian, sum er 13
ár og Paulu, sum er átta ár. Børnini ganga í skúla í San
Fransisco og Maibritt ger nógv sjálvboði arbeiði í lokala
skúlanum, eins og nógv onnur, ið eru komin til landið við
einum maka, sum vil royna eydnuna.
Eftir 9. flokk fór Heini í bankalæru í Fossbankanum. Síðan
gekk leiðin á Handilsskúla úti í Marknagili, og síðani fór
hann til Danmarkar, har hann tók HA.
Undir útbúving hitti Heini nakrar ungar menn, sum hann
stovnaði antivirus fyritøkuna Bullguard saman við.
Bullguard vaks skjótt, og í 2006 varð Heini valdur til top
100 talent av vinnublaðnum, Berlingske Business.
Í 2010 seldi Heini síni partabrøv í Bullguard og var eitt
skifti nevndarformaður í Føroya Tele. Hann sat somuleiðis
í nevndini í íverksetaragrunninum SET. Í 2009 byrjaði
Heini at arbeiða við hugskotinum til vínapplikatiónina,
Vivino. Í 2013 fekk hann risaíløgu á 10 milliónir dollarar
í fyritøkuna og flutti til San Fransisco, California í august
2013.
Tað er umráðandi at vera
har tað hendur, sigur Heini
Zachariassen, sum flutti
til San Fransisco við allari
familjuni í august 2013
Turrur fiskur kann
eisini njótast í sólini
í San Fransisco