týsdagur 5. august 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
– Ein stjóri
skal vera
eyðmjúkur
Hann byrjaði at lesa undir ringastu krepputíð. Eftir lokna útbúgving endaði hann í norsku
oljuvinnuni. Somuleiðis hevur hann arbeitt fyri danska vindmyllurisan Vestas, donsk
reiðarí og var eitt skifti í Grønlandi. Fyri tveimum mánaðum síðan fekk Strandfaraskip
Landsins nýggjan stjóra, og eitur hann Hilmar Eliasen. Hann hevur ein fullan ryggsekk við
royndum, sum hann metir fara at koma Strandferðsluni og øllum Føroya fólki til góða.
Óli Jákup Jacobsen
– Søren Kierkegaard skrivar,
at ein góður leiðari skal hava
eyðmjúkleika at seta seg
inn í ymsu veruleikarnar í
einum stovni fyri síðani at
seta hesar í ein størri sam
anhang. Soleiðis havi tað
eisini, sigur havnarmaðurin
Hilmar Eliasen, sum 1. juni
tók við stjórastarvinum í
Strandferðsluni. Talan er
av sonnum um ein mann, ið
hevur upplivað nógv ymiskt,
har yrkisleiðin hevur ført
hann til Norra, Grønlands,
Danmark og Føroyar.
Las undir kreppuni
Hilmar fór sum 25 ára gamal
niður til Keypmannahavnar
at lesa í 1992.
– Eg byrjaði lesa mitt und
ir kreppuni, men eg merkti
sum so onki til hana. Vit
lesandi tá hoyrdu og lósu
um hana í bløðunum, men
okkara dagligdagur var ikki
nakað serligt merktur av
henni, sigur Hilmar, ið hev
ur lisið cand.merc.jur, ið
er ein samanrenning mill
um búskap og løgfrøði á
Handilsháskúlanum í Keyp
mannahavn, sum í dag kall
ast CBS.
– Fimm ár seinni varð eg
liðugur at lesa. Lestrartíðin
var ein ótrúliga góð tíð, sum
eg minnist gott afturá, men
tað skal sigast, at eg altíð
arbeiddi fram ímóti at koma
skjótast gjørligt út á arb
eiðsmarknaðin. Um eg skal
koma við einum ráði til ung
lesandi í dag, so eru tey at
lata hugin dríva verkið. Men
samstundis er tað týdning
armikið at fylgja við, hvørjar
vinnumøguleikar útbúgving
in kann veita.
Øvugt teimum flestu før
oysku lesandi í Danmark
valdi Hilmar at ikki gerast
ein stórur partur av tí før
oyska samfelagnum í Keyp
mannahavn.
– Eg havi altíð hildið, at
man eigur at vera partur
av tí samfelagi, sum man er
staddur í. Úr skúlanum hevði
eg tríggjar góðar danskar
vinir, sum eg fylgdist nógv
við og fór til fótbóltsdystir
og annað saman við. Eg
hevði tó samband við før
oyingar, og var eg millum
annað regluliga á møti í
Kristnastovu úti á Amager
fríggjakvøld, sigur Hilmar.
Hilmar møtti konu síni
Pavlu í 1993, sum hann giftist
við í 1995. Saman hava tey
tríggjar dreingir, sum eru 17,
15 og 13 ára gamlir.
Norska oljuævintýrið
Sum nýútbúgvin flutti Hilm
ar í 1997 saman við familjuni
til Føroya, har hann hevði
fingið starv í fíggjarmála
ráðnum.
– Einar tríggjar mán
aðir áðrenn eg varð liðug
ur, fekk eg starv í Fíggjar
málaráðnum. Eg fekk eitt
introskeið í danska fíggj
armálaráðnum,
og
lærdi
eg heimkomin til Føroya,
at tað eru stórir munir á
at arbeiða í Føroyum og í
Danmark. Í Føroyum verð
ur ein blakaður út í tað,
og fær man skjótt nógva
ábyrgd. Í Danmark fær man
hinvegin spakuliga meira
og meira ábyrgd, og kann
tað taka upp til eitt heilt
ár, áðrenn ein nýútbúgvin
kann
senda
eitt
alment
bræv. Bæði hava sjálvsagt
sínar fyrimunir og vansar,
sigur Hilmar, sum arbeiddi á
fíggjarmálaráðnum í hálvt
annað ár, til endan á 1998.
Hilmar hevði fingið eitt til
boð um at flyta til Norra.
– Um ta tíðina var olju
áhugin rættiliga stórur í
Føroyum, og eitt av oljufe
løgunum var norska Saga
Petroleum. Eg fekk starv í
lógardeildini hjá teimum,
og eg flutti við familjuni til
Oslo í 1998. Hetta var eitt
serstakliga spennandi arb
eiði og ein spennandi tíð, har
man bleiv útfordraður á øll
um økjum. Eitt, sum gjørdi
arbeiðið so spennandi, var,
at tað var so altjóðað, tí eg
hevði samband við fólk úr
øllum heimsins londum.
– Summarið í 2000 gavst
eg hjá Saga Petroleum, tá
tað bleiv uppkeypt av norsku
oljurisunum Statoil og Norsk
Hydro, og tey vóru noydd
til at gera nakrar bygnað
arbroytingar, sigur Hilmar,
sum um hetta mundið flutti
aftur til Føroya.
Í Føroyum bleiv Hilmar
umsitingarleiðari í Føroya
Olju Ídnaðarbólki.
– Eins og í Norra hevði
hetta starvið eitt altjóðað
snið, har fólk úr BP, Texaco
og øðrum oljufeløgunum
vóru í Føroyum. Arbeiðið var
spennandi, og tað var gott at
búgva í Føroyum aftur eina
tíð, sigur Hilmar, sum tá búði
í Føroyum í smá trý ár, frá
2000 til endan av 2002.
Grønland, Danmark
og Føroyar
Hilmar metti seg kláran at
royna nýggjar leiðir. Hann
hevði verið í oljuvinnuni í
nøkur og hevði tørv á nýggj
um avbjóðingum.
– Flestu uppgávurnar í
Olju Ídnaðarbólkinum vóru
komnar á mál, og tíðin var
búgvin at royna nakað nýtt.
Eg hevði lisið og hoyrt nógv
um Grønland og hevði ein
dreym at fara hagar. Ein dag
in sá eg eitt uppslag frá Royal
Arctic Line, ið kann líknast
við Faroe Ship, har tey søktu
eftir einum deildarstjóra. Eg
valdi at søkja og fekk starvið.
– Grønland var ein stór
umvelting og ein fantastisk
tíð. Nógv gekk fyri seg í eitt
sindur lægri geari, og man
hevði tíð at raðfesta familj
una, og dreingirnir, sum tá
vóru smáir, elskaðu lívið har.
Mentanin har passaði okk
um væl, og vit fingu nógvar
nýggjar vinir.
Men Hilmar og Pavla
vistu, at tey ikki skuldu vera
í Grønlandi í mong ár.
– Grønland er ótrúliga
gott fyri børn, men knapt
so gott fyri ung, so í 2006
valdu vit at flyta til Randers
í Danmark, har eg fekk starv
sum deildarstjóri hjá vind
myllurisanum Vestas. Í 2012
fór eg at arbeiða hjá Dan
mark Rederiforening, sum
var síðsta arbeiði, áðrenn eg
byrjaði hjá Strandferðsluni
nú 1. juni 2014, sigur Hilmar,
sum kann sigast at vera ein