týsdagur 5. august 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
meldurin
royndur maður eftir hondini.
Hóast Hilmar, Pavla og
børnini altíð fluttu í sam
bandi við ymsu arbeiðini hjá
Hilmari, vóru tey øll samd
um avgerðirnar at flyta.
–
Pavla
arbeiðir
sum
myndakvinna
og
dámar
væl at uppliva nýggj støð.
Dreingirnir vóru so mikið
lítlir, at teir minnast ikki, at
vit fluttu so nógv ta fyrstu
tíðina. Teir minnast bara
at hava búð í Grønlandi og
Danmark, sigur Hilmar, sum
nú er fluttur aftur til Føroyar
aftaná 11 ár í útlegd. Restin av
familjuni flytir heim næsta
summar, tá skúli og annað
er avklárað hjá dreingjunum.
– Tann elsti flytir ikki
heim, tí hann er knýttur at
elituumhvørvinum í Ran
ders FC, har hann nú hevur
fingið møguleikan at sam
antvinna fótbóltin við eina
miðnámsútbúgving.
Men
Pavla og teir báðir yngru
flyta næsta summar.
Tíð at halga seg
Strandferðsluna
Hilmar og Pavla hava altíð
havt ætlanir at flyta heim
aftur til Føroya.
– Tá starvið hjá Strand
ferðsluni varð lýst leyst,
hugsaði eg eina løtu um
tað. Eg hugdi at mínum
egna profili og hugsaði, at
eg hevði royndir og vitan í
skjáttuni, sum kundu koma
Strandferðsluni
til
góða.
Starvið sjálvt tyktist eisini
spennandi, har góður møgu
leiki var at seta sín egna dám
á starvið. Harafturat var
hetta ein góður møguleiki at
flyta aftur til Føroya.
– Eg fekk so starvið, sum
vit gleddust stórliga um. Men
vit vistu samstundis, at tað
fór at vera ein avbjóðing at
flyta heim, tí dreingirnir eru
so vaksnir. Men time’ingin
er tann rætta, tí vit eru enn
í góðum árum, og foreldrini
hjá okkum eru ikki gomul,
sigur Hilmar.
Hilmar
byrjaði
í
stjórasessinum
í
Strand
ferðsluni 1. juni. At familjan
enn er niðri er ikki lætt, men
hevur tó nakrar fyrimunir.
– Tað gevur mær tíð at
halga meg starvinum, tí her
eru ein ørgrynna av við
urskiftum at seta seg inn í.
Í mínum undanfarnu arb
eiðum hevur tað at vera
burtur verið ein partur av
dagligdegnum, so í so máta
er hetta ikki nakað nýtt fyri
meg ella familjuna.
Tá ein flytir heim til Før
oya aftaná drúgva tíð uttan
lands, gerst ein varugur við
viðurskifti, sum ein kanska
ikki var tilvitaður um áður.
Soleiðis er eisini hjá Hilmari.
– Ein sjarma við Føroyum
og føroyingum er, at alt er
rættiliga óformelt. Fólk eru
stórt sæð eins, og øll sleppa
til orðanna, sum ynskja tað,
sigur Hilmar, sum er fallin
væl til rættis í Føroyum.
– Samantvinna
veruleikarnar
Hilmar hevur verið á Strand
ferðsluni
í
góðar
tveir
mánaðir. Hann hevur nakrar
tankar og ætlanir við Strand
ferðsluni.
– Henda fyrsta tíðin hevur
verið spennandi, har eg fyrst
av øllum havi skapt mær yv
irlit yvir stovnin. Men tað,
sum eg brenni mest fyri, er
at dríva leiðslu. Nógv er sagt
og skrivað um leiðslu, og á
hvørjum flogvølli finnast
hillar við leiðslubókum. Eina
góða definitiónina av leiðslu
eigur Søren Kierkegaard.
Hann sigur, at leiðarin skal
vera forvitin og hava ein
eyðmjúkleika at seta seg inn
í allar veruleikarnar, sum
finnast á einum stovni, og at
fáa teir samantvinnaðar. Á
Strandferðsluni eru nógvir
veruleikar:
Bussførarar,
skiparar, kontórfólk, kokkar
o.s.fr. Øll hava ymsar áskoð
anir og ymsar tilgangir, og
mín ábyrgd er at fáa alt at
ganga upp í eina størri heild.
– Sum stjóri snýr tað seg
fyrst og fremst um at skapa
góð úrslit gjøgnum starvs
fólkið. Eg ætli mær at vera
sjónligur og at fara út til ym
isku støðini í stovninum og
á tann hátt fáa innlit í teirra
gerandisdag, sigur Hilmar.
Sambært Hilmari hevur
Strandferðslan ein styrk í
góðum starvsfólkum.
– Tað er onki at ivast í, at
Strandferðslan hevur nógv
sera
dugnalig
starvsfólk
við serkunnleika innan síni
øki. Tað er samstundis ein
avbjóðing at halda fast í
starvsfólkunum, tí so nógv
leita yvir til Norra at arb
eiða. Ein onnur styrki hjá
Strandferðsluni er, at hon er
ein væl forankraður stovnur
í samfelagnum og virkar sum
eitt sambindingarlið í landin
um.
Ein av ítøkiligu uppgáv
unum hjá Hilmari í nærm
astu
framtíð
verður
at
trimma stovnin.
– Við hesum hugsi eg at
gera greiðar mannagongdir
til tey ymsu økini. Ein av
mínum høvuðsuppgávum er
at fáa so nógvan rakstur sum
gjørligt fyri ta játtaðu upp
hæddina. Vit fara tí at end
urskoða allar skipanir fyri
at vita, um vit fáa optimalt
burturúr:
Kann
innkeyp
gerast bíligari? Kunnu eyka
inntøkur
skapast?
Skulu
farleiðirnar broytast? Og so
framvegis, sigur Hilmar.
SSL sum Vestas – og tó
Flestu fyritøkurnar, sum
Hilmar áður hevur arb
eitt fyri, hava væl størri
umsetning enn Strandferðsl
an. Hóast tað eru manna
gongdirnar rættiliga eins.
– Tað er minni munur á
Strandferðsluni og eitt nú
Vestas, tá tað kemur til arb
eiðshættir. Vestas hevur bara
trý nullir eyka aftanfyri í
umsetninginum.
– Men mín leiklutur í
Strandferðsluni verður tó
øðrvísi enn í Vestas, har eg
hevði uppgávu at ráðgeva.
Á Strandferðsluni er mín
leiklutur meira starvsfólka
leiðsla og at menna stovnin.
Strandferðslan er ein so
sjálvsagdur og støðugur part
ur av føroyska samfelagnum,
at mong kunnu ivast í, hvørt
tað eru avbjoðingar í at leiða
ein slíkan stovn. Men tað eru
tað.
– Tað eru ein rúgva av
viðurskiftum,
sum
skulu
samskipast. Í síðstu viku
var eitt nú Kópakonan av
dúkað úti á Kalsoynni, og
tá máttu vit fáa Ternuna
norður at sigla. Samstundis
máttu vit fáa Sam at røkja
Nólsoyarfarleiðina í staðin.
Tá eitt skip skal á dokk, skal
eitt annað finnast, og soleiðis
er ein hópur av dagligum av
bjóðingum, sum vit alla tíð
ina skulu fyrihalda okkum
til. Eisini hevur tað høga rað
festing, at stovnurin til eina
og hvørja tíð lýkur altjóða
siglingakrøv, sigur Hilmar.
Síðsta stop
Hilmar, Pavla og dreingirnir
hava verið víða um. Men nú
er liðugt.
– Eg eri ótrúliga glaður
fyri alt tað, sum eg og vit
hava upplivað og hevði ikki
viljað verið upplivilsini fyri
uttan. Men hatta var tað, og
nú flyta vit heimaftur til Før
oyar.
– Synirnir tíma eisini væl
at flyta til Føroya. Teir skilja
og tosa føroyskt, men duga
illa at lesa og skriva tað. So
teir hava fingið føroyskar
bøkur niður at læra seg at
lesa føroyskt.
Stóri og rokuti útheimur
in er nú lagdur afturum, og
Hilmar skal nú innstilla seg
til tað føroyska lívið aftur,
sum hann ikki hevur verið
partur av í 11 ár. Tað tykist
tó ikki at verða ein trupul
leiki, og er hann longu vorðin
fastur maður á einum innan
duraliði.