Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsusíðan Øll kunnu fáa hjálp Ov lágt stoffskifti rakar serliga kvinnur: Vilmund Jacobsen Lágt stoffskifti er ein fløkt sjúka, sum rakar sløk trý prosent av fólk­ inum. Sjúkueyðkennini eru mong og kunnu lætt misskiljast, bæði av sjúklingi og lækna. Nøkur av eyðkennunum eru troytt­leiki, trupulleikar við at minn­ast, kuldaskjálvti og veksandi vekt. Hetta eru eyðkenni, ið skjótt kunnu fara aftur við borðinum, tí eyðkennini mennast spakuliga og kunnu merkja 117 onnur ting. – Sjúklingar við lágum stoffskifti hava ógvuliga ymisk sjúkueyðkenni, og talan kann eisini vera um ymisk torleikastig. Tað sigur endokrinologurin, Nils Knudsen, sum starvast á Bispebjerg Sjúkrahúsi. Seinastu 15 árini hevur hann gransk­að í stoffskiftissjúkum, og hann hevur eisini skrivað doktararitgerð um orsøkir til sjúku í skjaldkertlinum, sum er kertilin á frammsíðuni á hálsinum, ið útskilir stoffskiftishormonir. Tað er hesin kertil, sum viðhvørt gevst við at framleiða røttu nøgdina av stoffskiftishormonum, og sjúkan rakar gjarna eldri kvinnur. Lágt stoffskifti ávirkar allar kyknur í kroppinum og setir - kunnu vit siga - bókstaviliga kroppin nið­ ur í gear. Mest vanliga orsøkin til sjúkuna er kronisk brunastøða í skjaldkertlinum, og tá tað hendir, er tað líka sum, at kroppurin leypir á seg sjálvan. Orsøkir til lágt stoffskifti kunnu eitt nú vera ”yvirviðgerð” av heilivági, ið setir stoffskifti niður, men talan kann eisini vera um aðrar orsøkir, eitt nú skurðviðgerð í skjaldkertlinum. Tíbetur eru góðir og effektivir møguleikar at fáa regulerað stoff­ skiftið, tá sjúkan er staðfest. Talan er nevniliga um fleiri ymiskar við­ gerðarmøguleikar. Øll kunnu hjálpast Mest vanliga viðgerðin av stoff­ skiftis­sjúku er við sonevndu T4- evna­blandingini. Nils Knudsen sigur, at fleiri enn níti prosent av sjúklingum við lágum stoffskifti verða við­gjørd við einum av tveimum T4-evna­blandingum, eltroxin ella euthyrox. – Hesi sløg av heilivági hava synte­tisk T4-hormonir, sum er eitt ”avrit” av tí T4, sum ein frískur skjaldkertil framleiðir. Í likam­ inum umger eitt enzym syntet­ iska T4 til T3, sum síðan kann virka í kyknunum. Enzymið finnst í ymiskum nøgdum kring um í kroppinum. Hóast flestu sjúk- ling­ar verða viðgjørdir effektivt við T4, hevur nógv verið frammi um onnur sløg av heilivági, sum heilt ella partvís innihalda T3. Með­an viðgerð við T4 merkir, at sjúklingar kunnu klára seg við einari tablett um dagin, merkir viðgerð við T3, at heilivágur verður tikin fleiri ferðir um dagin, og tað kann geva óhóskandi sveiggj við stoffskiftirhormonum. Tí verður mett, at viðgerð við T4-heilivági er ein fyrimunur. Neyðugar kanningar Nils vísir á, at vanligasta orsøkin til árin við viðgerðini er, at heili­ vágurin ikki er rætt stillaður. Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at sjúklingur møtur upp, tá við­kom­ andi verður boðsendur til kann­ ingar av lækna. – Hetta er umráðandi, bæði í byrjanini, tá nøgdin av heilivági skal ásetast, men eisini seinni. Eftirlit verður hildið við at taka blóðroyndir við fýra til seks vikum millum hvørja roynd - og seinni við blóðroyndum eina ella tvær ferðir um árið, sigur hann. Okkara stoffskifti verður regu­ lerað við einum hormoni í hypo­ fysuni í heilanum, rópt TSH. Tá nøgdin av TSH veksur, er tað eitt tekin frá hypofysuni til skjaldkertilin um, at kertilin skal framleiða fleiri stoffskiftishormonir. – Skjaldkertilin skal síðan framleiða hormonið T4, sum verður sent út í kroppin, har ensymir um­ gera T4 til T3, sum er sonevnda ”aktiva evnið” sum tryggjar, at kykn­urnar kunnu forbrenna orku og kunnu uppbyggja seg sjálvar, sigur Nils Knudsen. Kelda: www.helse.dk Skjaldkertilin situr á framsíðuni av hálsinum og minnir um ein lítlan firvald. Kertilin framleiðir stoffskiftishormonini, T3 og T4. Hesi hormonir verða regulerað av einum triðja hormini, TSH, sum kemur úr hypofysuni í heilanum. Tá tosað verður um trupulleikar við stoffskiftinum, er tað hesi hormonir, sum ikki eru í javnvág FAKTA Hvørjar eru avleiðingarnar av royking? Roykjarar missa í miðal 8-10 ár av sínum lívi. Helmingurin av øllum roykjarum, sum ikki gevast at roykja, doyggja av sjúku, elvdari av royking. Tað er prógvað, at royking veksur um vandan fyri eini røð av sjúkum, eitt nú krabbameini, hjartasjúkum, KOL-lungum og eygnasjúkum. Kelda: www.sundhed.dk – Lágt stoffskifti ávirkar allar kyknur í kroppinum og setir likamið niður í gear. Mest vanliga orsøkin til sjúkuna er kronisk brunastøða í skjaldkertlinum, og tá tað hendir, er tað líka sum, at kroppurin leypir á seg sjálvan. Tíbetur eru góðir og effektivir møguleikar at fáa regulerað stoffskiftið, tá sjúkan er staðfest, sigur Nils Knudsen, sum starvast á Bispebjerg Sjúkrahúsi