týsdagur 5. august 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
Gleða seg til størstu
rockkonsert nakrantíð
Summar Festivalurin leggur bragdliga fyri hóskvøldið við tí, sum
helst verður størsta rockkonsert í Føroyum nakrantíð
Jákup Mørk
Twisted Sister er ein av mest
týðandi rockbólkunum í søg
uni. Sjálvir havt teir hittað
um allan heim við ikoniskum
sangum sum I Wanna Rock
og We’re Not Gonna Take It,
og harafturat hava teir eisini
havt stóra ávirkan á aðrar
rockbólkar og framførslur.
Og nú eru teir komnir til
Føroya at hava eina av sínum
stórslignu konsertum, sum
teir spæla nakrar fáar av um
árið.
– Vit rokna við, at hetta
verður størsta rockkonsert,
sum nakrantíð hevur verið
í Føroyum. Alt leggur upp
til tað. Pallurin, ljóð, ljós og
bólkurin, sum er í stórformi
og ætlar at geva føroyingum
eitt show, sum vit ongantíð
áður hava upplivað, sigur
Erik Biskopstø, sum er ein av
fyrireikarunum av Summar
Festivalinum.
– Vit gleða okkum at
skjóta Summar Festivalin í
gongd hóskvøldið og longu á
fyrsta degnum fáa eina kon
sert, sum føroyingar seint
fara at gloyma, sigur hann.
Rungandi hitt
Twisted Sister var millum
allar heitastu nøvnini innan
heavy-rock í 80’unum. Harði
tónleikurin saman við at
kalla groteska klædnastílin
um, har forsangarin var ílæt
in konufólkaklæðum, skapti
eina blanding av tónleiki og
útsjónd, sum rakti beint í
hjartað á MTV-ættarliðnum,
sum ikki hevði hug at rætta
seg eftir teimum normum,
ið annars vóru galdandi fyri
etableraða samfelagið.
Høvuðsmaðurin í bólk
inum er enn sum áður kar
ismatiski Dee Snyder. Eyð
kenda røddin er framvegis
framúr, og hann hevur als
ongar trupulleikar av at
syngja hart-rungandi hittini,
sum vórðu send á marknaðin
gjøgnum 80’ini.
Klædnastílurin er í dag
kanska heldur meira kon
servativur
enn
hálvgum
androgyna ímyndin, sum
tryggjaði
bólkinum
kult-
status, tá MTV-ættarliðið
tók tónleikin hjá bólkinum
til sín. Ta ferðina brutu teir
mørk við sjónbandalagnum
til You Can’t Stop Rock and
Roll, og konseptið varð ment
enn meira, tá Stay Hungry
varð send á marknaðin.
We’re Not Gonna Take it
og I Wanna Rock sóust mest
sum uttan íhald á skíggjan
um, og sølutølini vóru im
ponerandi.
Framvegis krút í
Sannar legendur duga at
halda fast um støðu sína
á tindinum, og eingin sum
helst ivi tykist vera um, at
Twisted Sister veruliga eru í
toppformi.
Fyri tveimum mánaðum
síðani vóru teir eitt av høv
uðsnøvnunum á Copenhell
í danska høvuðsstaðnum,
og eitt nú var ummælarin
hjá Politikken púrasta tikin
á bóli.
Fleiri
føroyingar
vóru
eisini til staðar á hesi kon
sertini, og tað var ikki hissini
skoðsmál, sum hesir góvu á
sosialu miðlunum. Eitt nú
niðanfyristandandi útsøgn
frá Magnusi Poulsen:
– Twisted Sister er um
leið tað sama fyri Heavy
Metal, sum Faðir Vár er fyri
Kristindómin: Tað er eitt tað
fyrsta mann lærir, og mann
gloymir tað ongantíð aftur.
Ein fantastisk konsert - gleð
ið tykkum til Summar Festi
valin.
Millum kendastu
sangir hjá Twisted
Sister eru hesir:
We’re Not
Gonna Take It
I Wanna Rock
Stay Hungry
Come Out And Play
The Price
You Can’t Stop
Rock ’N’ Roll
Love Is For Suckers
Destroyer
Leader Of The Pack
Soleiðis sær tað vanliga út, tá ið Twisted Sister spælir sínar stórslignu konsertir kring heimin
Fakta