týsdagur 5. august 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
10 tær best
Hósdagin verður 11. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Vit hava kagað ígjøgnum undanfarin
ár og valt 10 tær størstu løturnar við útlendskum bólkum á Summar Festivalinum
10
SMOKIE (2008)
Tað kann væl verða, at teir verða kallaðir “bygdaligir”, “ræstir”
og “ ein fornleivd”, men sjáldan hava so nógv fólk verið á
Summar Festivali hóskvøld, sum hetta kvøldið í 2008, tá ið
Smokie spældi á Vágsbøi. Teir hava verið í bransjuni í langa
tíð, men teir stórtrívast framvegis á pallinum og frammanfyri
fólki, sum dugir at syngja við til teirra sangir. Og tá ið teir
spæla sín eyðkenda countrypopp og tríva í kendar sangir sum
Oh Carol, Mexican Girl, For A Few Dollar More og aðrar, so
verður tað bæði lívligt og festligt.
9
LEGENDS (2013)
Stóra rockkonseptið á Summar Festivalinum í fjør var
framúr. Joe Lynn Turner, Bobby Kimball, Bill Champlin og
Robin Beck bergtóku stóru fjøldina við framførslum at stóru
hittunum, tey hava verið við til at gjørt ella framført. Talan
var um sangarar, sum vóru sera væl fyri og sungu væl, og tað
kundi valla ganga øðrvísi, tá ið slagarar sum Street of Dreams,
Africa, First Time og Look Away vóru framførdir fyri einum
fólkaslagi, sum elskar Chicago, Rainbow og Toto. Skal nakar
takast burtur úr rúgvuni, so má tað næstan vera Joe Lynn
Turner, sum var framúrskarandi og kemur aftur á Summar
Festivalin í ár at syngja saman við Rock Icons.
8
MELANIE C (2008)
Tað var eitt gott poppkrýddarí, sum Melanie C hevði at bjóða,
tá ið hon kom til Klaksvíkar hetta árið. Fyrrverandi Spice Girls
sangarin verður roknaður sum ein av teimum, sum veruliga
dugdi at syngja og framføra í heimskenda gentubólkinum,
og hon er eisini ein av teimum, sum hevur megnað at at havt
stór hitt í tíðini eftir Spice Girls. Melanie C var væl uppløgd
og framførdi sangir, sum hon hevur givið út á solofløgum,
og hon treiv eisini í onkran einstakan Spice-sang. Ein góð
poppløta við songkvinnu, sum var partur av heimsins størsta
gentubólki tann tíð, tað var.
7
BRIAN MCFADDEN (2005)
Ein av fyrstu veruligu poppstjørnunum, sum vitjaði á Summar
Festivalinum, var írin Brian McFadden, sum hevði verið
partur av Westlife, men var farin úr bólkinum. McFadden
gav fløgu út, sum gav honum undanvind á poppbreytini, og
tá ið hann kom til Føroya hevði hann havt síni fyrstu solohitt.
McFadden var fyrikomandi og sjarmerandi – bæði millum
fólk og á pallinum – og á konsertini á Vágsbøi vísti hann
seg eisini sum ein frálíkan sangara og framúr undirhaldara.
McFadden hevði tað so gott í Føroyum, at hann vildi ikki fara
av landinum aftur, sum hann skuldi. Bólkurin hjá honum fór
av stað dagin eftir, men McFadden og hansara umboðsmaður
tóku ein dag eyka í Føroyum, og McFadden smæddist ikki við
at práta við fólk og hugna sær millum føroyingar.
6
RONAN KEATING (2012)
Hann er ein verulig stjørna í altjóða popptónleiki. Kom fram
sum partur av dreingjabólkinum Boyzone, men hevur selt
eins nógvar fløgur sum solistur eftir Boyzone-tíðina. Hann
hevur eitt av størstu popphittunum í nýggjari tíð – When
You Say Nothing At All – og tá ið hann framførdi sangin
við síni frálíku rødd á Vágsbøi, var móttøkan framúr. Hann